Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kom og uppliva Várframsýningina

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  06.05.2020 - 17:23 Mentan Myndarøð Tíðindaskriv

12. mai letur Listasavn Føroya upp aftur, so nú ber til at uppliva Várframsýningina! Í ár eru 30 ár síðani fyrstu Várframsýningina, og hetta verður hátíðarhildið við eini stórari framsýning við fleiri enn 100 listaverkum eftir meira enn 50 listafólkum. Felagið Føroysk Myndlistafólk skipar fyri tí afturvendandi framsýningini, sum á hvørjum vári sýnir fram tað besta av føroyskari list.

Várframsýningin 2020 er býtt í tríggjar partar. Fyrsti parturin er afturlítandi við verkum frá trimum teimum fyrstu Várframsýningunum. Annar parturin er listaverk eftir limunum í Føroysk Myndlistafólk, og triði parturin er útvald listaverk, sum ársins nevnd hevur valt.

 

1. LIST FRÁ BYRJANINI
Á svalanum í Listaskálanum er eitt stórt úrval av listaverkum frá Várframsýningunum í 1990, 1991 og 1992.

Eitt tekstilverk, sum hongur úr loftinum, bjóðar gestunum vælkomnum á ársins Várframsýning: “Úr søguni” eftir Astrid Andreasen er sett saman av bundnum ermum, sum eru bundnar saman til eitt langt band. Listaverkið er úr tógvi frá Tøting, gamla ullvirkinum í Syðrugøtu og varð sýnt fram á fyrstu Várframsýningini í 1990. Tá ognaði Listasavn Føroya sær verkið, og síðani hevur tað verið ein týdningarmikil partur av savninum. Tað viðger bæði lívsins gongd og listaliga menning.

Millum listaverkini á svalanum kanst tú uppliva verk, sum eru gjørd úr hondgjørdum pappíri og plantum og listaverk prentað á avíspappír. Í framsýningarskápunum eru úrklipp úr tíðindabløðum og skráir frá fyrstu framsýningunum.

 

2. LIST FRÁ LISTAFÓLKUNUM
Í næsta partinum kanst tú uppliva listaverk hjá limunum í felagnum Føroysk Myndlistafólk.

Listafólkini eru bjóðað av í ár á tann hátt, at listaverkini ikki máttu vera størri enn 1x1 metur. Millum mongu verkini kanst tú uppliva toykollagur, videolist, standmyndir úr viði, grafisk prent og málningar.

3. ÚTVALD LISTAVERK
Eins og siðvenja hevur verið fyri øll árini, loyvir felagið Føroysk Myndlistafólk øllum at senda uppskot til ársins Várframsýning. Fyri at tryggja eitt slag av góðsku verður ein úrvalsnevnd sett, sum velur listaverkini, sum sleppa við á framsýningina.

Soleiðis hevur verið síðani fyrstu Várframsýningina í 1990, og aftur í ár er úrvalsnevndin trý listafólk úr felagnum: Tove Askham, Finleif Mortensen og Ludvík á Brekku. Tey hava lagt seg eftir at velja list hjá listaspírum og at sýna fram fjøltáttaða list. Í hesum partinum av framsýningini kanst tú uppliva fotomyndir, keramik, bundna list, verk á við umframt nógvar málningar.

Til framsýningina er ein faldari við upplýsingum um listafólk, heiti, tilfar og prís.

Vælkomin á Listasavn Føroya.

Listasavn Føroya letur upp aftur týsdagin 12. mai kl. 11. Várframsýningin kann upplivast til og við 2. hvítusunnudag.
Listasavn Føroya er opið mánadag til sunnudag frá kl. 11 til 17

 

LUTTAKARAR Á SENSURERAÐA PARTINUM AV FRAMSÝNINGINI
Á sensureraða partinum av Várframsýningini luttaka: Alda Mohr Eyðunardóttir, Annette Ilfeldt, Astrid Macdonald, Bjørk Ellindsdóttir Frýdal, Bjørn Simonsen, Brandur Patursson, Durita Dam, Ellis K. Mortensen, Gwenael Akira Helmsdal Carré, Heidi Petersen, Heiðrikur á Heygum, Helga Djurhuus, Ingunn Danielsen, Laura Gunnváardóttir, Lisa Hendriksdóttir, Marianna Egholm, Pernille Mejslov, Rakel Helmsdal, Rikke Sørensen, Silja Eystberg og Siw Mary Thomsen.

 

LIMIR Í FELAGNUM FØROYSK MYNDLISTAFÓLK, SUM LUTTAKA Á FRAMSÝNINGINI
Limir í Felagnum Føroysk Myndlistafólk, sum hava sent verk inn til ársins framsýning eru: Anna Kathrina Højgaard, Annika A. Gregoriussen, Ann-Mari Dam, Astrid Andreasen, Astri Luihn, Ásla Rannvá Svensson, Bárður Dahl Christiansen, Birgit Kirke, Elin Josefina Smith, Eli Smith, Eyðun av Reyni, Finleif Mortensen, Hansina Iversen, Jana Jonhardsdóttir, Jóhan Martin Christiansen, Jóna Rasmussen, Jórunn Dánialsdóttir, Ludvík á Brekku, Nicolina Højgaard, Ole Wich, Rannvá Mortensen, Sigrun Gunnarsdóttir, Tove Askham og Øssur Mohr.

 

AFTURLÍTANDI PARTURIN
Á afturlítandi partinum eru listaverk eftir: Guðrið Poulsen, Zacharias Heinesen, Torbjørn Olsen, Ingálvur av Reyni, Olivur við Neyst, Ingi Joensen, Eyðun av Reyni, Astrid Andreasen, Astri Luihn, Aase Bømler Olsen, Jóna Rasmussen, Sigrun Gunnarsdóttir, Súsan í Jákupsstovu, Arnold Vegghamar, Ole Wich, Tróndur Patursson og Janus Kamban.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund