Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Smoltstøðin á Norðtoftum verður útbygd

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  08.05.2020 - 01:40 Tíðindaskriv Vinna

Bakkafrost fer í holt við at útbyggja smoltstøðina á Norðtoftum. Sáttmáli er undirskrivaður, og arbeiðið fer væntandi at byrja í summar. Tá ið útbyggingin er liðug um tvey ár, verður smoltstøðin 18.000 m3 til støddar 

Bakkafrost fremur stórar íløgur í útbýgging av smoltstøðum. Hetta er ein partur av felagsins strategi. 

- Hetta er enn eitt stig í okkara strategi at ala fiskin longri á landi. Okkara smoltframleiðsla í dag er tvífaldað samanborið við fyri tveimum árum síðani. Vit halda fram við at gera íløgur á hesum øki við tí máli at náa eina miðal smoltvekt á 500 gram við útseting, sigur Regin Jacobsen, forstjóri. 

Smoltstøðin á Norðtoftum er í dag knappar 5.200 m3 til støddar. Arbeiðið at gera lendið klárt til bygging er í gongd og verður væntandi liðugt um 3 vikur. 

Tað starvast 12 fólk fast á smoltstøðini á Norðtoftum. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið á Norð­oyastevnu
Heilivágs­ráðið farið til verka
Kular Røtur: Eg vil ikki í skúla
- Vit spyrja hinar spurningar­nar!
Blaðið er komið
Einans tríggjar sýningar aftrat av Norðo…
Norð­oyastevnuróðu­rin 90 ár
Gallarí Á Stongunum
Norð­oyastevnu­konsertin hjá Klaksvíkar Ho…
Norð­oyastevnu­framsýning
Ferðslan á norð­oyastevnu
Norð­oyastevnuskráin fríggja­dagin
Býarkoyring fríggja­dagin 29. mai
Skýlisklettur 2.500 pund
- At verða mentanar­hús í miðbýnum, tað f…
- Fólk vilja gjarna fara í føroysk klæði…
Føroyar ein Maritimur Tænastudepil
Eingin Veðurstova Føroya uttan Alix
Avtala um íbúðarbygging undirskrivað
EINARS 10 ára whisky walk
Lýsing