Lýsing
Jóhan Dahl og Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri kunnu við lógaruppskotinum í dag eftir øllum at døma báðir sleppa undan at missa politiskt andlit | Mynd: Jóhann Lützen

Skatting av rættindasølu kaldliga móttøku

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  15.05.2020 - 18:50 Politikkur Tíðindi Vinna

Tað vóru ikki mong føgur orð, sum tingfólk høvdu at bera uppskotinum um at skatta søluvinningin av fiskirættindum, sum kom til 1. viðgerð í morgun. Tingfólk úr andstøðuni høvdu longu frammanundan funnist alment at uppskotinum, og viðgerðin fyrrapartin vísti, at uppskotið eisini smakkaði fleiri í samgonguni illa. Eftir øllum at døma innfríar samgongan við misjøvnum tannabiti eitt lyfti til ávísar av sínum egnu tingmonnum.

Norðlýsið hevur fyrrapartin í dag tosað við fleiri tingfólk, og onkur teirra vil vera við, at tað eru teir báðir sambandstingmenninir úr Suðuroynni, Johan Dahl og Erhard Joensen, sum hava kravt hesar broytingarnar í lógini um sjófeingi og skattalógini. Treytin fyri at taka undir við uppskotinum í desember var nevniliga, at hesar tillagingarnar vórðu gjørdar.

Løgmaður hevur sum frægast roynt at vart borg, bæði á tingi og eisini í almennum úttalilsum á miðdegi, men tað hevur leikað hart á hjá honum eisini, og í dag heitti Kristina Háfoss, tingkvinna fyri Tjóðveldi, á løgmann um at taka uppskotið aftur, hóast tað eru fólkafloksmenninir Jørgen Niclasen og Jacob Vestergaard, ið hava lagt tey tilsamans 3 uppskotini, sum vórðu viðgjørd undir einum í dag.

Nú fer so uppskotið um skatting av vinningi frá sølu av veiðirættindum í Fíggjarnevndina, og eftir viðgerðini í dag at døma, verða helst broytingar at síggja undir teirri viðgerðini. Broytingarnar í løgtingslógini um sjófeingi fara hinvegin í Vinnunevndina, og har situr Johan Dahl sum næstformaður og fær harvið havt fingurin á pulsinum allan vegin fram til 2. viðgerð og fer helst at arbeiða fyri, at tað ikki verður broytt nakað serligt.

Í júst Vinnunevndini eru vit í teirrri støðu, at har hevur andstøðan bæði meirilutan og forkvinnuna, so her er lítið at ivast í, at meirilutaálitið fer at vera nógv broytt í mun til upprunauppskotið. So er spurningurin, um tey trý samgonguumboðini fara at draga eina línu, ella um fólkafloksmenninir Beinir Johannesen og Jákup Mikkelsen fara at ganga egnar leiðir, og Johan Dahl kemur at standa einsamallur við at mæla til at samtykkja uppskotið.

Ein av størru ósemjunum snýr seg um útrokningarháttin. Landsstýrið hevur roknað seg fram til, at skattingin av sølu av veiðirættindum verður umleið tveir triðingar, úr 58% til 67,5% í roknidømunum í lógaruppskotinum. Men av hesum eru “einans” 35% skattur av søluvinninginum burturav; hin knappa ella góða helvtin av skattainntøkunum er vanligi skatturin, ið fyri privatpersónar er kommunu-, lands- og møguligur kirkjuskattur av inntøkuni, og fyri fyritøkur partafelagsskattur og kapitalvinningsskattur.

Í løtuni stendur samgongan ikki saman um uppskotið, í øllum førum ikki eftir viðmerkingunum á tingfundinum at døma. Løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, fær tí fyri kanska fyrstu ferð eina avbjóðing við at svinga taktstokkinum og fáa samgonguna at standa saman. Hendan samgongan hevur minst møguliga meirilutan uppá seytjan tingfólk, og uttan so at tað eydnast at fáa aktiverað stuðulsatkvøðuna frá Sjálvstýri, verður neyðugt at samgongan atkvøðir einmælt fyri, tí roknast kann ikki við nakrari atkvøðu fyri uppskotinum frá andstøðuni.

Í løtuni eru tó heldur ongin ábending um, at samgongan fer at fella uppskotið. Men væl er hugsandi, at tað fer at verða broytt í komandi nevndarviðgerðini, og tá verður kynstrið at halda samgonguna intakta um hesar møguligu broytingarnar.--

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nú ''byrjar'' kappingin hjá KÍ
Korona hevur ávirkað kappróðrarfyrireiki…
Dartfelagið nógv at gera á Norð­oyastevnu
Maskinsmiðir prógv á TSK
Tónleika­rundferð við Danny og Inga
Rókur Davidsen vann øll talvini
Stroyming: Dartkapping á Norð­oyastevnu
Heimið er, har hjartað er
Tónleika­rundferð við Danny og Inga í dag
FLEIRI KONSERTIR VIÐ DANNY OG INGA LEYGA…
Hjálparpakki 4 verður nú settur í verk!
Poul Mohr (21.08.1929  - 16.06.2018) - f…
Norð­oyastevnan í dag
Neytabúffar av Sandi á Norð­oyastevnu
KÍ kann fara frá hinum
Myndarøð: Fuglberg og Skoraberg afturkom…
Kappróðu­rin útsettur til sunnudagin
Nei til lættari atgongd til rúsdrekka
Magnus Heinason kannað æti, fiskalarvur…
Ráðstevnan ið kostaði 250 tús. kr.