Lýsing
Lýsing

Ein frálíkur dagur í Skúvadali

SKRIVAÐ: Dávur Winther Myndir: Dávur Winther  |  16.05.2020 - 21:39 Mentan Myndarøð Tíðindi

Skótarnir hava í nógv ár átt skótahús eysturi í Skúvadali, og fyri nøkrum árum síðan varð hildið, at húsið, sum tá stóð, ikki var tíðarhóskandi og í ringum standi.

30.04.16. var fyrsti dagurin har rættiliga varð farið til verka. Móti sumri varð gamla húsið tikið niður og seinni sama summar varð núverandi hús reist og innilokað.

 

Húsið er smíðað á Tekniska skúla í Klaksvík sum ein verkætlan hjá næmingunum, og síðani flogið eystur í bitum.

 

Hvørt summar síðani - og hjá skótunum er summarið rættiliga langt - hevur verið bøtt um og smíðað meir inni og úti. Ein góð gøta er gjørd niðan til ein tyrlupall, sum er gjørdur omanfyri húsið. Tyrlumenninir dáma væl at hava slíkar pallar úti í haganum m.a. í sambandi við leitingar ella um okkurt skuldi verið áfatt.

 

Pallurin er gjørdur í samráð við Tyrlutænastuna og hevur fleiri jarnkrókar at festa tyrluna í, skuldi tað verðið neyðugt.

 

Snøggað um el-húsið

Skótum so líkt, skuldu vit fyrst reisa flaggstongina og síðani syngja ”Sjá tú blánar”, meðan Merkið varð vundið í húnar hátt - og síðani varð farið til verka.

 

Ørindini í dag vóru at gera laðingar upp móti el-húsinum, ið er grivið inn í bakkan, og sum hevur tvey el-aggregat. Tá ið laðingarnar vóru lidnar báðu megin, varð fyrst mold og síðani flag lagt á. Só nú er hetta el-húsið rættiliga snotiligt, fellur væl í lendið, og tú hoyrir ikki motorarnar av tí sama.

 

Skótar duga at leggja til rættis, so vit høvdu kokk við í ferðini. Hann gjørdi frálíkar kjøtfrikadellur, eplamorl og fornemma sós, sum bleiv boðað til á miðdegi.

 

Eftir døgurða var einki við at leggja seg upp afturá - nei, tá vórðu sungnir fleiri sangir úr einum skótahefti, ið lá har til endamálið. Ein stuttan kaffimunn, og so var hildið á at laða og flaga.

 

Keðiligt veður

Vit fóru frá húsum fyri kl. 08. í morgun og vóru aftur at húsum fyrr enn eftir kl. 17. Veðurmaðurin hevði lovað høgættarveður, sum skuldi hasa av út á seinnapartin. Men hann mundi hava roknað skeivt, tí veðrið gjørdist bara verri út á dagin við nakað av kava og ríkiligt av vindi. Tað var harðført at ganga heim aftur.

 

Húsið eigur og rekur Skótalið Nólsoyar Páls - sum skótarnir so hava fingið loyvið at ganga til í gjøgnum hagarnar eystureftir – eins og teir eisini hava fingið loyvi til at nýta húsið til teirra virksemi í Skúvadala. Húsið er ikki ætlað til útleigan.

 

Talan er um rættiliga stórt og snotiligt hús við øllum hentleikum, m.a. einum sólfangara á endanum, sum gevur ikki so lítið av hita.

 

Ríkisfundur

Hvør veit, um ikki ríkisfundur hjá løgmanni, Bárður Nielsen, Kim Kielsen, grønlendska landsstýrisformanninum og Mette Frederiksen, danska forsætisráðharranum verður í hesum stásiliga húsi einaferð við øllum hentleikum og tyrlupalli – við fantastiskum útsýni og vakrari náttúru?

 

Her, á hesum serstaka staði kundu fleiri ymiskir fundir verðið. Flottari stað og hús í óbygdum finst neyvan.

 

Ein frálíkur dagur, har tú fekst teg royndan.

Við í ferðini vóru:
Árni, Olaf og Kári
Hans Hjalti og Oliver
Arthur, Per og Dávur
Kokkurin, Magnar

Seinni kom Hóri Skaale eisini á vitjan

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…