Lýsing
Lýsing
Lýsing

Lokal matframleiðsla - ein slóð inn í framtíðina

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  27.05.2020 - 12:04 Mentan Vinna

Øll vikuskiftini í mai mánaði hava bøndir, útróðrarfólk og onnur virkisfús fólk innan lokala matframleiðslu, havt møguleika at selja lokalt framleiddan og veiddan mat við bátabrúgvarnar í Klaksvík. Hetta átakið hevur verið so mikið væl móttikið, at ætlanin er at halda á fram í juni og juli mánaði.

Tað er umhvørvisátakið Slóða Fyri, ið hevur staðið handan hesa royndarverkætlan.

“Vit vilja vil við hesum framtaksanda skapa eitt stað, har bóndir,útróðrarfólk og onnur virkisfús fólk í samfelagnum, sum brenna fyri lokalari framleiðslu, hava møguleika at selja føroyskar matvørur”, siga fyriskipararnir Gunnhild Dahl Niclasen og Annika Steintórsdóttir Biskopstø. Endamálið er at varpa ljós á mat í nærumhvørvinum og teir umhvørvisligu fyrimunirnir, sum standast av at keypa lokalt, og tær halda, at júst hendan tíðin er eitt gylt høvið at sjóseta eina slíka ætlan, sum annars hevur verið eftirspurd í langa tíð.

Lokalt framleiddur matur gagnar umhvørvinum, tí maturin hevur ikki ferðast langa leið. Somuleiðis vísir tað seg, at vit virða matin meira, tá vit vita, hvaðani maturin kemur, og oyðsla minni. Eisini verða vit meira sjálvbjargin av at hava lokala framleiðslu. Alt hetta er í samsvari við heimsmál nummar 12, sum snýr seg um ábyrgdarfulla nýtslu og framleiðslu.

Ætlanin er, at smátturnar eru opnar hvønn leygardag frá kl 10.00-13.00. Møguleiki er eisini at lata smátturnar upp aðrar dagar, til eitt nú fríska fiskasølu, um áhugi er.

 

Kundi tú hugsað tær at selt?

Áhugaði kunnu venda sær til Gunnhild Dahl Niclasen á telefon 282878 ella Anniku S. Biskopstø á telefon 219011. Til ber at selja føroyskan, burðardyggan og nýfiskaðan ella framleiddan mat.

Fylgið okkum á facebook vanganum Slóða Fyri.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Annika Hoydal á Summar Festivalin
Aðalfundur hjá Klaksvíkar sjónleikarafel…
KÍ vann 2-0 á HB
Tey av Kamarinum vóru slóðarar innan før…
Fluttu Nónhamar eftir botninum
Myndarøð: Ítróttafagnaður 2025
Jórun & Jórun ársins ítróttaeldsálir
Mjølnir STEYPAVINNARAR 
Kundi valla verið verri
Tryggari saman og ríkari í ríkisfelagssk…
Norðsøki eitur nú Vónarljós
Riggaðu til at flyta Nónhamar
KÍ fær vitjan av HB
Beinleiðis flogrutu til Nuuk
Borgar­stjórar­nir í Suðuroynni kalla inn…
Gentur 19 hjá Mjølnir steypavinnarar 202…
Misnýtt politiskelti
Skilnaðarløtan í gomlu Klaksvíkar kirkju
Brekumboðið farið til verka
Vika 6 - Hví vilja vit føroyingar ikki b…