Lýsing
Lýsing
Lýsing

Føroya Bjór Renningin verður á Norðoyastevnu

SKRIVAÐ: Frælsur Ítróttur  |  29.05.2020 - 13:56 Ítrottur Tíðindaskriv Tíðindi

23. Føroya Bjór Renningin verður á leygardagin 6. juni kl. 11.00 á Norðoyastevnu. Renningin er fyri bæði børn og vaksin

Hetta er 23. ferð, at Treysti skipar fyri Føroya Bjór Renning í miðbýnum á Norðoyastevnu. Tað var í 1997, at fyrstu ferð runnið bleiv inni í býnum á Norðoyastevnu, og at renningin varð skipað, sum ein býarrenning. Hetta var eisini fyrstu ferð, at skipað bleiv fyri renning fyri børn í ymsum aldursbólkum.

Øll árini síðani renningin byrjaði hevur luttøkan verið góð, og tað vónar Treysti, at hon verður aftur hesaferð. Fyrstu árini vóru tað flest børn í luttóku, men seinnu árini hava nógv vaksin eisini luttikið.

Seinasta ár varð ongin Føroya Bjór Renning á Norðoyastevnu, men tá var Royal Run.

Rutan hjá børnum verður á einum rundteini á umleið 425m og renna tey ávikavist eitt og tvey umfør. Tey vaksnu renna trý umfar og tilsamans 5 km á teini, sum er uppmátaður og góðkendur. Tey vasknu byrja yviri við Akursmørk, meðan børnini byrja á vegnum uttanfyri Telebúðina. Málið hjá øllum er á vegnum uttanfyri Telebúðina. 

Skráin fyri rennikappingina leygardagin 6. juni á Norðoyastevnu sær soleiðis út:
kl. 11.00 Menn/Kvinnur (f.1975-2006) - 5 km
kl. 11.00 Menn/Kvinnur Veteranar (f.1965-1974) - 5 km
kl. 11.00 Menn/Kvinnur Superveteranar (f.1964 ella fyrr) - 5 km
kl. 11.40 Dreingir-7/Gentur-7 (f.2013 ella seinni) - 450 m
kl. 11.50 Dreingir-10/Gentur-10 (f.2010-2012) - 450 m
kl. 12.00 Dreingir-13/Gentur-13 (f.2007-2009) - 900 m
kl. 12.15 Heiðursmerkjahandan uttanfyri/innanfyri Norðoya Sparikassa

Føroya Bjór letur heiðursmerki til nr. 1, 2 og 3 í øllum bólkum, og steyp til skjótastu kvinnu og mann á 5 km teininum.

Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá FÍF. Freistin fyri onlinetilmelding er fríggjakvøldið 5. juni kl. 22.00. Luttøkugjaldið er kr. 60 fyri vaksin og kr. 30 fyri børn. Leinkja til tilmeldingina er HER.

Tey sum tilmelda seg online, skulu avheinta startnummur í deildini hjá Norðoya Sparikassa í góðari tíð áðrenn start.

Eisini ber til at eftirtilmelda seg í deildini hjá Norðoya Sparikassa, í seinasta lagi ½ tíma áðrenn renningarnar byrja. Allir luttakarar verða bidnir um at møta í góðari tíð áðrenn renningin byrjar.

Øll eru vælkomin at verða við, og vónar Treysti, at undirtøkan verður minst líka góð, sum hon hevur verið øll árini frammanundan.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Útróðurin í dag
Torradagar aftur á skrá
Akademi­útbúgving – nú eisini á netinum
SMS: Stjørnan - EB í kvøld
Borgar­stjó­rin vitjar Norðlýsið
Upp á tindar, gjøgnum dalar
Borgarafundur um ferða­vinnu­ætlan í Nes k…
14 nýggir ph.d.-arar í 2025
Varpið: Opin Pallur fyri børn
13 ungir rógvarar klárir at umboða Føroy…
Gudstænasta í Christians­kirkjuni
Gudstænasta í Mikladals kirkju
Evnisarbeiði er spennandi og læruríkt
Býráðsfundir í 2026
Sylvan aftur í KÍ
21 vilja verða stjóri á KG
KÍ hevði fyrstu venjing í kvøld
At verja Føroyar móti islamismuni er ein…
Nýggi ungdóms­venja­rin hjá B68 komin
Pól Thorsteinsson nýggjur hjálparvenjari…