Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

SprittFisk - Filmskapping

SKRIVAÐ: Klippfisk  |  04.06.2020 - 11:37 Mentan Tíðindaskriv

Í døgunum 1. til 8. juli verður skipað fyri einari samanrenning av einari filmssmiðju og einari filmskapping, undir heitinum SprittFisk. Um hetta tíðarskeiðið er vanliga afturvendandi føroyskur filmstáttur, tá Klippfisk skipar fyri filmskúlanum Nóllywood. Orsakað av støðuni við Korona, er skúlin útsettur til heystfrítíðina, og tískil hava vit funnið eina nýggja rammu til at skapa føroyskan film.

Filmssmiðjan er ætlað øllum føroyingum - uttan mun til filmsroyndir, og hvar tey eru stødd í heiminum.
Sum partur av kappingini bjóða vit hesa vikuna heili 15 ymiskar web-masterclasses, ið luttakarnir frítt kunnu velja ímillum. Masterclasses verða í bæði heimildar- og fiktiónsfilmi. Undirvíst verður í øllum frá hugskotsmenning til at klippa filmin.

Filmsumhvørvið í Føroyum er heldur lítið, og ofta kann tað gerast einstáttað, hvør tað er sum ummælir, viðmælir og situr í teimum ymsu dómsnevndunum. Hetta ynskja vit at bjóða av og eru errin um, at Teitur Lassen, Hanna Jensen og Heini í Skorini hava játtað seg til dómsnevndararbeiðið

Uppgávan hjá teimum trimum verður, fyrst og fremst, at orða eina uppgávuorðing, sum allir luttakarir skulu arbeiða eftir. Dómsnevndin ger eisini av, hvør filmur vinnur høvuðsvinningin á 10.000 DKK.

Tekna teg til kappingina við at senda navn og tlfnr. til klippfisk@klippfisk.fo Luttakaragjald: 200kr

Lýsing
Seinastu tíðindini
Konsert í heimsflokki í Varpinum í dag.
Hagtøl: KÍ kvinnunar fingið betri byrjan…
Fyrra bræv Pæturs
Fyrra bræv Pæturs
Fyrra bræv Pæturs
Klassisk konsert og opin pallur í Varpin…
Ræstur fiskur í Neystinum
Føroyameistarakappingin í bridge fyri pø…
1 mai røða hjá Bjørg B Egholm
Vælkomin til Toftir á Bátafestivalin
Konsertrøð við sello og flygil
Steggjaveitsla: Burturvilsti sonurin van…
17 konfirmantar játtaðu sín dóp
EL-IN 20 ár í Klingrugarði
Føroyskar fyritøkur vístu seg fram á Ice…
Góður rakstur og kappingarførir karmar t…
Morguntúrur Dýra Biðudag 1. mai kl. 8.00
KÍ kvinnur­nar kempaðu sigurin heim
KÍ kvinnur­nar vunnu á Vikingi í kvøld
KÍ møtir NSÍ í hálvfinalunum
Lýsing