Lýsing
Lýsing
Lýsing
Zacharias við upptøkutólinum

Zacharias Hammer in memoriam

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  10.06.2020 - 10:51 Leiðarin Merkisdagar & Kunngerðir

Týsdagin 9. juni komu tungu boðini um, at Zacharias Hammer var farin, einans 68-ára gamal. Hetta kom dátt við, ikki minst tí at fyri bert fáum mánaðum síðani læt ein frískur og ferðugur Zacharias enn ein dokumentarfilm úr hondum á Torradøgunum. Hesin filmurin var tann seinasti í eini langari røð av dokumentarfilmum um føroyska mentan og náttúru, sum Zacharias hevur latið úr hondum.

Zacharias varð føddur tann 13. oktober 1951. Mamman var Simonika H. Hammer úr Fugloy, fødd Zachariassen, og pápin var Jens Jacob Hammer úr Hvalba. Hetta breiða spennið frá syðst til norðast í Føroyum kom at eyðkenna alt lív Zachariasar, sum longu í teimum trilvandi barnaárunum hjá Sjónvarpi Føroya kom víða um.

Vit sum vuksu upp í 1980’unum minnast fyrst og fremst Zacharias sum fryntliga og góðsliga vertin í Barnaløtuni. Serliga orðingin Alt fær ein enda og tað fær Barnaløtan eisini munnu hava ritað seg fast í minnið hjá okkum 80'ara børnum. Tað var hann, ið presenteraði okkum fyri Dólgunum, og tað var eisini hann, ið lærdi okkum Fjørutrøllið í Hattarvík at kenna. Serliga væl minnast vit, at hann var til skips við tí heilt unga Levi Joensen úr Klaksvík, og møguliga var tað her, at hann fekk smakk fyri sínum dokumentarum um fiskivinnuna.

Áhugamálini hjá Zachariasi spentu sera víða. Hugfarsliga hevur hann tikið okkum við til torvskurð, á fjall, í lundalond, til træskurðarlist, í grind, á hummaraveiðu, á hundasletu, á línuveiðu, í haga og fjøru, eins og vit hava verið á rækjuveiðu, á trúboðaraferð og í sunnudagsskúla. Zacharias hevur gjørt samrøðu við mong mentafólk í Føroyum, eins og heilt álvarsamar sendingar um eitt nú sclerosurakt og bretskar hermenn.

Øll hava vit ferðast víða saman við Zachariasi. Vit hava verið undir Beinissvørði, vit hava verið í Dranganum, vit hava verið í Gásadali og Mykinesi, vit hava verið umborð á óteljandi sluppum, og vit eru sloppin við Zachariasi til Norðurgrønlands og til Vínlands. Og tá alt hetta er nevnt, hava vit bert nevnt ein brotpart av tí, sum Zacharias hevur latið úr hondum gjøgnum árini.

Tí Zacharias man skara framúr sum ein av teimum mest virknu “formidlarunum” í Føroyum. Hann var pionérur, tá Sjónvarp Føroya var ungt, og seinni hevur hann røkt læraragerningin í Klaksvík, haðani hann trúfastur pendlaði úr Norðdepli. Tá nýggi skúlin í Klaksvík skuldi byggjast, sást hansara eldhugi fyri skúlaskapinum. Hansara partur í at fáa farleiðina í Borðoynni dagførda lá heldur ikki eftir. Zacharias hevði ein hvassan penn og dugdi sjáldsama væl at miðla, eisini sínar egnu meiningar.

Vit taka ikki munnin ov fullan, tá vit siga, at Norðoyggjar áttu eitt serligt pláss í hjartanum hjá Zachariasi, kanska serliga Fugloyggin, men eisini Norðdepil, har Zacharias búleikaðist stóran part av síðstu tíð síni. Hann hevur ríkað almikið um Torradagarnar í fleiri ár, eins og minniligi tyrlutúrurin á Summarfestivalinum seint verður gloymdur. Sama kann sigast um frásøgnina um grýluna í Svínoy og óteljandi onnur brøgd Zachariasar.

Eftir Zacharias sita nú Helena, Monja, Margretha, Anita og Gullborg. Óansæð hvussu stórur okkara saknur er eftir Zachariasi, so kann hann als ikki metast við tann sakn, tær nú munnu merkja eftir missin. Men Zacharias var trúgvandi maður og trúði fult og fast uppá staðin eftir jarðarlívið, har hann skuldi møta sínum kæru aftur.

Við hesum reglum verður friður lýstur yvir minnið um Zacharias Hammer.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap