Lýsing
Lýsing
Lýsing
Stroymingin á Skúlatrøð var hæddarpunktið á stevnuni hesaferð | Mynd: Dávur Winther

Talgildar stevnur í framtíðini

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  12.06.2020 - 14:44 Ítrottur Leiðarin Mentan

Skulu vit fokusera uppá tað sindrið av positivum og hyggja burtur frá øllum tí negativa í kreppustøðum, so slepst ikki undan, at menniskjuni eisini læra av kreppum. Heilt nógvar nýggjar uppfinningar eru gjørdar í krígstíð, fíggjarkreppur læra okkum at bróta heilt upp úr nýggjum, og farsóttir geva okkum høvi at steðga á og reflektera, fyri síðani at taka tað til okkum, sum vit kundu brúka, og lata restina liggja.

Tað var undir stóru fíggjarkreppuni í 90’unum, at vit fingu kærkomnar loysnir sum Arbeiðsloysisskipanina og Rúsdrekkasøluna, ið fólk veruliga hava tikið til sín. Fyrri heimsbardagi hevði sína risastóru ávirkan á, at kvinnur fingu valrætt, tí tær høvdu prógvað sítt virði, meðan menninir vóru við frontin. Spanska sjúkan lærdi okkum sera nógv um reinføri. Og so framvegis.

Farna vikuskifti skrivaðu vit norðoyingar søgu. Vit høvdu ta fyrstu talgildu summarstevnuna nakrantíð. Sjálvandi var hon ikki í líka stórum formati sum ein vanlig stevna hevði verið, og skráin hevur eisini fingið kritikk fyri at vera nakað tunn, men hvat kunnu vit taka við okkum og læra av?

Fyrst skal sigast, at stevnan sjálvandi ikki var 100% talgild. Kappróðurin varð rógvin – annars hevði tað ikki verið ein summarstevna – og fótbóltsdystur spældur við áskoðarum, so heilt onki var ikki í býnum – koronatilmælir um frástøðu tosa vit ikki um her. Men talgilda tiltakið var helst hæddarpunktið á stevnuni hesaferð. Og tað savnaði omanfyri 1.000 hyggjarar í løtum, sum má sigast at vera góðtikið fyri ta fyrstu, varligu royndina. Rós til mentanardeildina hjá Klaksvíkar kommunu fyri hesa loysn.

Sendingin mobiliseraði nógvar góðar, lokalar kreftir. Røður frá Solby Christiansdóttir og Símuni Absalonsen, stór sangløta, sum Hallur Joensen samskipaði hegnisliga, livetónleik, reportasjur og nýtt skemt frá Klaksvíkar Sjónleikarafelagi, umframt at borgarstjórin fekk orðið. Uttanfyri sjálva sendingina skipaði Árnafjarðar Róðrarfelag eisini fyri Netbingo, ið sum orðið sigur eisini var talgilt.

Sjálvur leisturin minti um tann, vit kenna frá Saman í tryggari frástøðu-tiltøkunum úr Leikalund og Spaniastovu fyrr í ár, bert í størri formati. Og ein eyðsýndur fyrimunur við talgildu loysnini er, at vit hervið hava fingið dokumenterað ein stóran part av Norðoyastevnuni fyri eftirtíðini. Um hundrað ár kunnu fólk síggja, hvussu norðoyingar hildu summarstevnu í 2020.

Vit báðir sonurin Elias umboðaðu ávíkavist Mjølnir og Klaksvíkar Judofelag til setanina á Skúlatrøð og sum ein sat inni í nýggju snotuligu og tryggu samanbyggingini, meðan váta høgættin leikaði í uttanfyri, fóru tankarnir at leita til komandi spælilandi, sum man fara at roynast mangari barnafamilju góð í tí mangan ótespiliga føroyska veðrinum.

Leingi hevur verið stúrt fyri, at festivalarnir fóru at yvirtaka alt frá summarstevnunum. Og man sleppur ikki undan at viðganga, at tað partvíst er hent; stevnurnar eru minkaðar í vavi, eftir at festivalarnir komu, kanska ólavsøkan undantikin. Men í ár er tað øvugt; festivalarnir verða annaðhvørt avlýstir ella fluttir, meðan summarstevnurnar halda út. Ein av orsøkunum er uttan iva, at stevnurnar eru meira fastgrógvnar – so gott sum ongin núlivandi kann minnast eitt føroyskt summar uttan summarstevnur og kappróður.

Har er neyvan nakar sum væntar, at talgilda loysnin fer at koma í staðin fyri siðbundna stevnuhaldið, og møguliga var 2020 bert eitt undantak ella talgilt upplop. Men helst fer ein partur av stevnunum at halda fram á internetinum eisini í framtíðini. Vit kenna væl eitt nú nýggjárssendingarnar í sjónvarpinum, og munnu vit ikki eisini fara at síggja summarstevnusendingar framyvir?

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap