Lýsing
Lýsing
Lýsing

Silja Strøm í Gamla Seglhúsinum

SKRIVAÐ: Dávur Winther Myndir: Dávur Winther  |  21.06.2020 - 21:25 Mentan Myndarøð

Í dag kl. 17 læt upp forvitnislig listaframsýning við verkum eftir listakvinnuni Silja Strøm í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík.

Silja, sum hevur havt sítt listarliga lív í Føroyum, Onglandi og Skotland, fær frá frá so mongum og eisini frá faknevndini innan myndlist góð ummælir:

“Silja Strøm vísir í síni myndlist evni at arbeiða leitandi og reflekterandi, har filosofiskir, samfelagsligir og eisini humoristiskir vinklar, mangan eru flættaðir saman. Hennara serligi áhugi í málningalistini, og hennara vitan og leitan innan hendan miðil, gevur hyggjaranum eina heilt serstaka uppliving, har hon eisini heilt konkret víðkar um málningalistina sum fyribrigdi, við at arbeiða í fleiri dimensiónum”.

Teitur Lassen spældi og sang egin løg, áðrenn og eftir at Kinna Poulsen læt sjálva framsýningina upp við vøkrum orðum um listakvinnuna, sum hon eisini samanbar nakað við okkara Elinborg Lützen.

Væl av fólki møtti upp til ferniseringina – helst einamest uttanbíggjarfólk. So tað er at fegnast um, at hesi serligu høli kunnu hýsa eini so mætari framsýning, sum hesi.

Sjálv var Silja í Skotlandi og fylgdi við tí, sum fyri fórst á stroyming, ið mamma hennara, Gyðja skipaði fyri umvegis fartelefonina. Til tíðir var tað so áhugavert hjá Silju, at hon hevði hug at snakka uppí eisini.

Ein áhugaverd og serliga framsýning, ið sanniliga er eina vitjan verd!

Framsýningin við Silja Strøm í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík er opin fram til 31. juli.

Lýsing
Seinastu tíðindini
“Heima sum longst” – krevur innihald, ik…
Frá Open Door til Knock on Doors
Ari Samson nýggjur formaður í Mjølnir
Gongutúrur niðan á Klakk vísti nógv slit
- Hallur og Shaki tøkir eftir landsliðss…
- Hermótið er kreativt og loftar teimum,…
Ein ferð gjøgnum Jákupsbrævið við Petur…
Træ - Alpuroy­nir (Sorbus mougeotii)
Eyðun Nolsøe Band á Tórsfest 2026!
Danny & The Veetos á Country Festivalinu…
Løgmaður setti Atlantic Fair 2026
Mjølnir hevur aðalfund í kvøld
Leiðaratrivnaður á breddan
Atlantic Fair styrkir tí støðuna hjá før…
Norð­oyastevnuteitið: Nógvur látur á Spin…
Norð­oyastevnublaðið tekur skap
Útróðurin um vikuskifti
11 ymiskir fyrilestrar á Atlantic Fair
Bakkafrost: Góð ársbyrjan
Almennur fundur um undirsjóava­tunnil í K…