Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fylg makrelkanningunum 2020

SKRIVAÐ: Havstovan  |  03.07.2020 - 11:44 Tíðindaskriv Vinna

Árligu makrelkanningarnar eru nú byrjaðar. Hetta er ein stór altjóða felagskanning, sum miðar móti at lýsa vistskipanina við serligum denti á makrel í Norðurhøvum í juli-mánaði. Talan er um eina yvirlitstroling eftir makreli, umframt ekkókanningar av sild og svartkjafti. Umhvørviskanningar verða eisini gjørdar at máta hita, salt og nøgdina av djóraæti í sjónum.

Høvuðsmálið er at fáa tilvega vísital fyri makrelstovnin, í sambandi við stovnsmetingarnar seinni í summar.

Seks skip luttaka í kanningunum. Íslendska rannsóknarskipið Árni Friðriksson og Tróndur í Gøtu byrjaðu mikudagin 1. Juli. Komandi dagarnar byrja trý skipa afturat, eitt í Norðsjónum og tvey í Norskahavinum. Sætta skipið fer at gera kanningar í grønlendskum øki seinni í mánaðinum.

Til ber at síggja hvar skipini eru stødd, og hvussu langt tey eru komin við kanningunum. Leinkja til kort við kanningargongdini liggur á forsíðuni hjá Havstovuni (Makrelkanningar 2020) og kann síggjast her.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ í finaluni um løgmanssteypið eftir st…
Gleðiliga jólasøku
Opið hús á KG leygar­dagin
Nýtt skip í føroyska flotan
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Frískt Lot: - Vit eru spent at sleppa í…
Ótrúlig fakta: Messi og Ronaldo skora vi…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar til Andorra
Myndarøð: Íslendska forsetafrúan vitjaði…
Unga sildin kemur seg í Norð­urhøvum
Upptakt: NSÍ-KÍ
- Tað gongur ordiliga væl!
100 ára føðingardagur hjá Amandu
KÍ vitjar besta heimaliðið í ár
Paz letur upp kokkteylbarr
Ein trúgvur KÍ’ari er farin
Hans Arni og Marion – mikukvøldið í Bete…
Prógvhandanin hjá Tøknibreyt­ini verður ú…
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum
Spurnarkapping: Vinn krúss og fótbóltsbl…