Lýsing
Lýsing
Lýsing

Í seks ár hava Bústaðir bygt fimm vanligar íbúðir í Klaksvík um árið!

SKRIVAÐ: Herfrí Sørensen, Býráðslimur fyri Fólkaflokkin í Klaksvíkar býráð  |  07.07.2020 - 18:27 Politikkur Tíðindaskriv

Bústaðir varð sett í verðina í 2014 og fekk eina hálva milliard í vøggugávu og hevur havt ca. 6 ár til at byggja bústaðir kring landið, men enn hevur Bústaðir bara bygt 30 vanligar íbúðir í næst størsta býnum í landinum, sum er alt ov lítið. Tí biði eg landspolitikararnar gloyma Bústaðir og heldur geva kommununum heimildina at byggja bústaðir til sínar borgarar – uttan aldursmark.

Tá ein lesur almenna svarið, sum stjórin á Bústøðum gevur undirritaðu, fær ein tíverri fatan av einum stjóra, sum er meir upptikin av at sitera og møguliga at útstilla míni politisku sjónarmið enn at vísa á ítøkilig avrik í m.a. Klaksvíkar kommunu, sum tíverri eru sera fá.

 

Manipulerar við tølum

Í svari sínum roynir stjórin enntá at manipulera við tølunum fyri landafrøðiliga býtið av íbúðunum hjá Bústøðum fyri at fáa tey at síggja minni sentralistisk út, enn veruleikin er.

Eitt nú førir stjórin fram, at eitt stórt tal av íbúðunum hjá Bústøðum í Havn ikki skulu teljast við, tí hesar vórðu bygdar, áðrenn Bústaðir var til, og Bústaðir hevur sostatt tikið hesar yvir frá øðrum, men samstundis gloymir hann elegant at upplýsa fyri óvitandi lesaranum, at um sama uppteljingarháttur skal brúkast í Klaksvík, so vóru tær 24 ibúðirnar undir Kráarbrekku sanniliga eisini bygdar eini 15 ár, áðrenn Bústaðir var til.

Kortini himprast stjórin ikki við at telja íbúðirnar undir Kráarbrekku í Klaksvík við í statistikkin yvir íbúðir, sum hann hevur bygt í Klaksvík! Hetta er ódámligt.

 

Bústaðir hava gjørt tvær byggingar í Klaksvík í seks ár:

Bústaðir fevnir heilt vist um nógv dugnalig starvsfólk, men um vit skera inn á bein, so hevur hesin almenni stovnur í síni livitíð frá 2014 til 2020 avrikað hesar íbúðabyggingar í Klaksvík:

30 vanligar íbúðir við Biskupstorg eru bygdar við sera nógvari hjálp og luttøku frá Klaksvíkar býráð
8 íbúðir til serligan tørv við Heygavegin/Kráargøtu, sum Almannamálaráðið gav Bústøðum boð um at byggja, og har Klaksvíkar kommuna útvegaði grundstykkið ókeypis
 

Tá ein landsstovnur hevur avrikað so lítið í næst størsta býnum í landinum í seks ár, so skilji eg ikki, at nakar kann seta sítt álit á, at hesin stovnurin nú brádliga skal gerast tann einasta sáliggerandi loysnin fyri íbúðaneyðina í Klaksvíkar kommunu, sum er sera stór.

Tað eigur eisini at siga seg sjálvt, at ein landsstovnur í Havn, undir leiðslu av einum stjóra og trimum stýrislimum, ongan møguleika kann hava at loysa ein landsumfatandi bústaðatrupulleika líka so væl sum 29 kommunustýri hava við hópin av lokalkendum fólkavaldum kommunustýrislimum og í fleiri førum væl mannaðum umsitingum, ið betur enn nakar kenna umstøður og tørv kring land okkara.

Fáa kommunurnar ikki hesa heimildina, fara okkara borgarar, sum mangla tak yvir høvdið, framhaldandi at verða offur fyri eini skipan, har tað ikki umgongst, at Bústaðir verður ein fløskuhálsur, tí ein einsamallur stovnur kann ikki klára eina so stóra arbeiðsbyrðu, og har kommunurnar onga heimild hava at hjálpa hesum neyðstøddu fólkum.

 

Eg fari tí at endurtaka mín høvuðsboðskap til landspolitikararnar:

 

Gevið kommununum fulla ábyrgd og heimild at byggja bústaðir til sínar borgarar uttan aldursavmarkingar
Gevið kommununum heimild til at fremja hesar bústaðabyggingar í samstarvi við privatar aktørar
Latið kommunurnar fáa eina eyka lánikvotu til hetta endamál – evt. eina hálva álíkning afturat verandi lániheimild, sum er eina álíkning
Latið landið hava eftirlitið við kommununum á hesum øki á sama hátt, sum tað ger á øllum øðrum kommunalum økjum
 

Landið kann varðveita Bústaðir sum stovn, men einans til bygging av bústøðum til serligan tørv, og tá skal tað vera politiski myndugleikin, sum ger av, hvørjar verkætlanir verða framdar, og hvar í landinum hesar verða staðsettar.

 

Mikladalur, 6. juli 2020

 

Herfrí Sørensen

Býráðslimur fyri Fólkaflokkin í Klakvsíkar býráð

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Snús ávirkar avrik og orku
Jenis spyr um Holocaust­dagin
Týdningarmikil dystur sunnudagin
Nýtt áhugafelag í Klaksvík
Espen Haug fingið nýtt venjarastarv
Skoyta frá kl 10 - 20 í dag
Neptun hevur lagt kósina og sett ferðina
Tættpakkað venjingarskema í Albir
KSS: Fleiri næmingar í starvs­venjing
Bakkafrost á lista hjá Corporate Knights…
Myndarøð: Testovan Marin Malena lat upp…
Veðrið um vikuskiftið
Ferjulegan á Syðradali má leingjast fyri…
Articon: Sonja E. Simonsen nýggjur húsas…
TTS: Næmingar í starvs­venjing
Fá hjálp til Samleikan og Vangan
Torradagar aftur á skrá
Høg flóð í 2013
Jenis spyr um tilknýti Føroya til WHO
Silva Cup í Klaksvík