Lýsing
Lýsing
Lýsing
Uppá minni enn eitt ár eru nýggj skip fyri 1,8 milliardir annaðhvørt longu komin ella ávegis í føroyska fiskiflotan. | Mynd: Kringvarpið

Nýggjur fiskifloti fyri 1,8 milliard – higartil

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  17.07.2020 - 23:24 Leiðarin Politikkur

Hóast verandi aktørar sum heild lata væl at nýggju sjófeingislógini, og mongu og stóru nýíløgurnar siga sama boðskap, so hevur lógin kortini onkur lýti. Tað sigur Kristian Martin Rasmussen, reiðari, við Dag og Viku. Hann heldur, at einstøku aktørarnir í uppsjóvarvinnuni hava ov lítið í part, tí teir eru íðan so nógvir í tali. Tað fer serliga at geva at bíta, tá kvoturnar minka.

Enniberg og Gadus koma nú í spildurnýggjum útgávum fyri 400 milliónir hvør. Nýggi Akraberg er eitt sindur bíligari, 350 milliónir. Sostatt vera nýíløgur gjørdar í føroyska Barentshavsflotan fyri 1,15 milliard, og tað steðgar ikki har. Uppsjóvarflotin verður, ella er longu, endurnýggjaður fyri hálva milliard afturat, býtt sundur á nýggja Christian í Grótinum fyri 300 milliónir og Gitte Henning fyri 200 milliónir.

Eisini hava vit longu sæð ein nýggjan Klakk koma flaggskrýddan á Vágna, og Jógvan I. hevur eisini meldað seg inn í flotan. Klakkur kostaði 100 milliónir og Jógvan I. 60 milliónir. Tilsamans er, ella verður, føroyski flotin endurnýggjaður við 7 skipum fyri tilsamans 1 milliard og 810 milliónir krónur. Og alt hetta er annaðhvørt longu hent ella kunngjørt síðani seinast í august í fjør, tað vil siga uppá undir eitt ár.

Tað er onki at ivast í, at nýggja sjófeingislógin er høvuðsorsøkin til, at hetta kann lata seg gera, og tað hava fleiri aktørar eisini verið frammi í miðlunum og sagt. Kristian Martin Rasmussen sigur tó, at lógarbroytingin um sjófeingi ikki var øll orsøkin, og at teir á ongan hátt velja at byggja nú fyri at reka politikk. Hann leggur afturat, at skipið helst hevði komið fyrr ella seinni óansæð hvat, tí teir høvdu tørv á tí. Lógin um sjófeingi var ein orsøk, men hon var ikki altavgerandi.

Tað var ein eyðmjúkur og virðiligur reiðari, sum var í Kringvarpinum og segði, at hann sá tað sum ein framíhjárætt at sleppa at troyta føroyska sjófeingið, og at við tí fylgdi ein stór ábyrgd. Reiðaríið hjá Kristiani Martini Rasmussen metir tað vera eina samfelagsskyldu, at teir rinda tilfeingisgjald/-skatt afturfyri, í fjør umleið 50 milliónir, og reiðarin metir hetta vera rímiligt við verandi kvotum. Við størri kvotum kunnu teir tó gjalda meira, sigur reiðarin.

Tað sum reiðarin er meira skeptiskur yvirfyri, er at ov mong uppsjóvarskip eru í flotanum. Tað gekk væl, tá ið 8 uppsjóvarskip vóru, “kanska í so væl”, sigur reiðarin, men nú eru skipini heili 15 í talið, og tað heldur hann vera ov mikið. Um kvoturnar fara niður aftur, so verður helst ov lítið til allar. Hetta, metir reiðarin, vera tann størsti ótryggleikin í hesi nýggju skipanini. Hann stúrir ikki fyri síni egnu fyritøku, men væntar at tað fer at vera trupult fyri bæði teir smáu og teir nýggju aktørarnar.

Í stuttum eru broytingarnar við nýggju sjófeingislógini tær, at loyvini nú eru galdandi í 12 ár, at útlendingar sleppa at vera í vinnuni fram til 2032, at loyvini aftur verða knýtt at skipunum, at nýggjar menningarkvotur ikki verða útskrivaðar, at loyvi kunnu handlast privat, við einum søluskatti uppá 35% fyri einstaklingar og 50% fyri feløg.

Sum nevnt eru hesar broytingarnar ikki tað einasta, ið hevur gjørt, at so stórar nýíløgur eru gjørdar í nýggj skip til føroyska flotan, men burtursæð frá Gitte Henning, ið kom síðst í august, eru kontraktirnar um nýggju skipini gjørdar eftir stjórnarskiftið í september í 2019, tá hesar broytingarnar vórðu varslaðar, og so líðandi eru komnar í gildi áðrenn jól í fjør og eftir tað.

Lýsing
Seinastu tíðindini
1. deild kvinnur: Mjølnir spælir finalu…
Fráfaringarguds­tænasta í Christianskirkj…
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni