Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fagna Føroyar einum hópdrápsmanni?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  26.07.2020 - 16:00 Mentan Politikkur Tíðindi

Ólavur Halgi var ein hópdrápsmaður, sigur norskur stórtingslimur og kritiserar Ólavsøkuna, ella ”Olsok”, sum hon eitur á norskum, tí Ólavur kongur var ein ”sadist og tyrann”. Hann gevur norsku kirkjuni skuldina fyri at hava málað eina positiva mynd av Ólavi, sum ikki er røtt. Stórtingslimurin sigur, at við Ólavsøkuni fagna norðmenn einum mordara. Leiðarin av mentanarmiðdeplinum við Stiklastaðir er ikki heilt samdur.

– ”Eftir deyða Ólavs bryggjaði norska kirkjan eina søgu og eina samskiftisstrategi, sum propagandistar høvdu verið øvundsjúkir inn á”, sigur Torgeir K. Fylkesnes, stórtingslimur úr Troms, ið sigur at framsetingin av Ólavi sum halgimenni er púra skeiv. Kirkjan segði eftir deyða Ólavs, at hann hevði guddómiligar eginleikar.

Fakligi leiðarin av Stiklestad Nasjonale Kultursenter, Per Steinar Raaen, sigur seg væl vita um levnaðin hjá Ólavi, men hann sigur, at hetta ikki var orsøk til, at hann varð gjørdur til halgimenni. Hann sigur at hendingin á Stiklastøðum er orsøkin, ikki lívið hjá Ólavi annars.

Fylkesnes sigur hinvegin, at slagið við Stiklastaðir snúði seg um tilfeingi og vald. Um hvør politiskt skuldi stýra Noregi. Har vóru ”norðurlendingar” (fólk frá Nordland í Noregi, ritstj.) og trøndarar (fólk úr Trøndelag) ímóti Ólavi. Teir vunnu slagið, men sambært Fylkesnes vunnu Ólavur og kirkjan í longdini.

Ólavur kongur var drápsmaður, men sambært kirkjuni angraði hann sínar gerðir og vendi sær til ”ta góðu trúnna” seinni í lívinum og varð gjørdur til halgimenni eftir deyða sín. Stórtingsmaðurin úr Troms vísir á, at myndin sum verður málað av Ólavi ikki lýsir hann sum tann sadistin og tyrannin, hann var, meðan hann livdi, men sum eyðmjúkan og angrandi – júst eginleikar, ið eyðkenna fleiri halgimenni.

Per Steinar Raaen viðurkennir, at fagnaðurin av slagnum við Stiklastaðir snýr seg um politikk, nevniliga framvøksturin av norska statinum, monarkiinum (kongsveldinum, ritstj.) og kirkjuni. Men hann sigur, at tað er neyðugt at miðla hendan partin av søguni eisini. Hann leggur afturat, at tað sum serliga verður fagnað, eru avleiðingarnar av slagnum, og at Noreg varð ein meira savnaður statur.

Somuleiðis sigur Raaen, at Ólavur ikki var verri enn aðrir herhøvdingar tá í tíðini. Ólavur var eitt barn av síni tíð, og hevði tað ikki verið hann, hevði tað verið ein annar eins ringur.

Stórtingslimurin Fylkesnes er ósamdur og vísir á skrivligu keldurnar eftir Snorra Sturlason, ið lýsir Ólav og slagið við Stiklastaðir. Ólavur var ”en mer enn normalt heftig sadist”, sigur Fylkesnes á norskum, og leggur afturat at longu sum 12-ára gamal reisti Ólavur út og peikar á Snorra sum keldu fyri, hvussu Ólavur herjaði.

Báðir eru samdir í, at lív og levnaður hjá Ólavi má kannast nærri, og Fylkesnes ynskir at vit ikki skulu hyggja at Ólavi ígjøgnum eyguni á kirkjuni, men søguvísindaliga. Og hetta skal gerast innanfyri tey næstu 10 árini, soleiðis at vit hava eina fullfíggjaða mynd áðrenn 1.000-ára haldið fyri Ólavsøku í 2030.

Neyðugt er helst, at vit í Føroyum eisini endurskoða okkara Ólavsøku. Í hesum døgum fer allur heimurin ígjøgnum eina sjálvrannsakan, har standmyndir av eitt nú trælaeigarum verða rivnar niður í kjalarvørrinum av Black Lives Matter. Her í Føroyum hava vit eisini tríggjar standmyndir av Sigmundi Brestissyni, ið var í tænastu hjá norska kongsvaldinum og norsku kirkjuni, og sum kom til Føroyar við svørði at ”boða” kristindómin.

Hinvegin hava vit eisini í Gøtu eina standmynd av argasta mótstøðumanni hansara, Tróndi. Og hetta lýsir væl konfliktina, har vit fagna báðum teimum stríðandi pørtunum. Leggjast kann afturat, at í Grønlandi ynskja fleiri grønlendingar nú, at standmyndin av Hans Egede, trúboðara, verður rivin niður, men eins og her eru grønlendingar ikki á einum máli um hetta.

Eins og Noreg nú sjálvrannsakar, áttu føroyingar at gjørt tað sama, og havt eina endaliga støðu til, hvørt vit framvegis ynskja at fagna Ólavi Halga, áðrenn túsundárahaldið (møguliga) verður í 1030. Fimm ár seinni, í 1035, eru eisini túsund ár síðani, at Føroyar komu undir eitt annað land, nevniliga Noreg við Magnusi Ólavssyni, soni Ólavs, sum kongi.

 

Kelda: NRK.

https://www.nrk.no/trondelag/_-olav-den-hellige-var-en-sadist-1.11844595

Lýsing
Seinastu tíðindini
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap