Lýsing
Lýsing
Lýsing
Julian og Rebekka

Julian og Rebekka vunnu aftur í ár Ólavsøkurenningina

SKRIVAÐ: Frælsur Ítróttur  |  27.07.2020 - 22:30 Ítrottur Tíðindi

Í kvøld bleiv árliga Ólavsøkurenningin hildin í Havn. Líkindini at renna vóru rættiliga góð. Treysti hevði nakrar rennarar við bæði ungar og eldri. Tey kláraðu seg øll væl og komu norður aftur við seks gull- og tveimum bronsuheiðursmerkjum.

Julian Gregersen og Rebekka Fuglø, sum vunnu í fjør endurtóku sínar sigrar. Eftir at startskotið var latið av, varð tað ongantíð nakar ivi um, at tey bæi fóru at vinna. 

Julian, sum farna vikuskiftið rann 3.000m í uppá 8.44,37 min. tá hann luttók sum gestur í Íslendska Meistaraheitinum fyri 15-22 ára gomul, bleiv klárt fremstur av teimum 46 monnunum eftir 5 kilometrar og vann Ólavsøkurenningina við 16.18 min. frammanfyri Hanus Í Horni Nielsen úr Frælsi við 17.26 min. og Bjarta Johannesen úr Roysnið við 17.32 min. Julian vann sína fjórðasigur. Hann vann eisini í 2016, 2017, 2019. Torgeir Peteren úr Treysti, sum fyri kortum er byrjaður at renna gjørdist nummar átta við 18.43 min. 

Heini Gregersen gjørdist nummar tíggju við 19.14 min. og vann superveteranbólkin, meðan Gunnar Simonsen bleiv nummar 34 og vann ultraveteranbólkin við 23.30 min.

Rebekka, sum fekk trupulleikar meðan hon rann, megnaði kortini at vinna trygan sigur. Tiðin hjá henni bleiv 19.06 min. sum er nakað frá hennara bestu tíð á Ólavsøku. Á øðrumplássið kom veterankvinnan Rigmor N. Arge úr Hvirluni við tíðini 20.31 min. meðan danska Malene Eilersen gjørdist nummar trý við 21.12 min. Rebekka hevur ein og Julian vunnið fleiri sigrar á Ólavsøku.

Tabita Hvannastein luttók í bólkinum G13 og bleiv nummar fimm.

Hjá teimum 17 gentunum í bólkinum G7 gjørdi Emily Thomsen úr Treysti bart. Hon rann teir 430 metrarnar uppá 1.50 min. og vann gull átta sekund frammanfyri næstu gentuna.  Yngra systirin Bjarta bleiv nummar 16. 

Jákup Thomsen luttók í bólkinum D10 og bleiv nummar trý av teimum 11 dreingjunum. Hann rann 430m uppá 1.33 min. bert fýra sekund frá nummar eitt og tvey, sum báðir eru eldri enn Jákup.

Debora Hvannasein luttók saman við 11 gentum í bólkinum G10. Hon rann væl og gjørdist nummar trý við tíðini 1.33 min. og var bert eitt lítið sekund frá øðrumplássið.

Vibeka Sivertsen og Kritian Sivertsen luttóku í bólkunum G17 og D17. Tey runnu 1,3 km. Vibeka vann sín bólk við 4.35 min. meðan Kristian bleiv nummar fýra í bólkinum við 4.43 min.

Øll úrslit eru at finna her á leinkjunum niðanfyri:

Gentur 7
Dreingir 7
Gentur 10
Dreingir 10
Gentur/Dreingir 13/17
Vaksin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jóla­konsertir og framførslur hjá Klaksví…
Frálík bókaframløga í Varpinum
Nýggj tekja norð­anfyri sjúkra­húsið
Afturum endur­nýtsluna
Pop-upp matstova við ræstari súpan í Spi…
Dávid til B36
Bókaframløga í Varpinum
Veðrið í kvøld og í nátt
Lands­liðsleikari venur við KÍ
USA vil ikki longur vera heimspoliti
Annika á OY Voxbotn 2026
Leggja betongdekk á leiguíbúðir við Kirk…
Bíligari gerandisdag: Eplir, grønmeti og…
Móttøka og jólahald hjá KBI
Signhild vitjar Norðlýsið
Johnny: “At frítøka fyri MVG skeiklar og…
Kvinnur prýða jólaborð
Stóra jóla­blaðið í gerð
Listaframsýning
Lands­stýrið umsíður strikað 72 ára fráfa…