Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vøllurin við Djúpumýrar er góðkendur til Europa dystir í 2020

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  07.08.2020 - 12:16 Ítrottur Tíðindi

Nú er endaliga greitt, at fær KÍ heimadyst í lutakastinum til sínar Europa dystir í summar, so verður spælt við Djúpumýrar.

Fyri fyrstu ferð í søguni er graslíkisvøllurin við Djúpumýrar góðkendur til altjóða dystir. Tað váttar formaðurin í KÍ, Tummas Lervig, fyri Norðlýsinum í dag. Fyribils fyri 2020, tá allir dystir hjá UEFA skulu spælast uttan áskoðarar. Tað verður tó lutakast, ið kemur at avgera, hvat lið fær heimavøll til dystirnar í ár, tí hvørt umfar verður bara eitt umfar.

 


Sunnudagin verður lutakast um, hvussu spælast skal í Champions League. Dysturin í Klaksvík ella á útivøllinum verður leiktur 18. ella 19. august. KÍ kemur heilt vist at spæla tveir dystir í Europa, tí tapir liðið í Champions League, so fer liðið víðari til Europa League at spæla. Tapir KÍ í fyrsta umfari, so skal KÍ spæla í 2. umfari í Europa League 17. september.

 

Hesum liðum kann KÍ møta:

Celtic (Skotland)

FK Astana (Kazakhstan)

Ludogorets Razgrad (Bulgaria)

Red Star Belgrade (Serbia)

Qarabag FK (Azerbadjan)

Legia Warsaw (Pólland)

Maccabi Tel-Aviv (Ísrael)

Molde (Noreg)

Sheriff Tiraspol (Moldova)

Fenercvaros (Ungarn)

Dundalk (Írland)

Slovan Bratislava (Slovakia)

Suduva (Litava)

Omonia Nicosia (Kypros)

CFR Cluj (Rumenia)

FK Sarajevo (Bosnia & Hersegovina)

Dinamo Tbilisi (Georgia) 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið
Hvat er ætlanin við pisshúsi­num?
Hjartans tøkk
100 pund uppá stampin
Hesum sjey liðunum kann KÍ møta
Broyting í byggisamtykt­ini fyri økið Upp…
Trivnaðar­nevndin vitjar eitt fosturheim
Løgmaður á vitjan hjá Føroya Politi
Fátækraváði, mótrokning og tóm lyfti
Sílið og Fípan Fagra hava langar sigursr…
Vit mugu basa arbeiðsvannlukkum
Fróði Benjaminsen skal venja KÍ í 2027 o…
- Dómarafokusið er á spælitíð og tempo í…
Í morgin verður Champions League lutakas…
50% av tryggingarkostnaði­num, tá ið ung…
Kára Sigurðsson Danmarksmeistari fyri FC…