Lýsing
Lýsing
Lýsing

Rullandi kontry í Klaksvík

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  14.08.2020 - 08:28 Mentan Tíðindi

Leygardagurin verður ein stuttligur dagur, tí tá fara Hallur Joensen og bólkurin Southern Comforts á rull í Klaksvík. Í einum stórum lastbili fara teir at spæla hugnaligan kontrytónleik uttanfyri sjúkrahúsið, ellis- og røktarheim og teir ymisku bústovnarnar í býnum. 

Nú koronasmittan aftur er farin at gera um seg, eru tað mong, ið kenna seg ørkymlaði av støðuni. Hetta er ein nýggjur veruleiki, sum vit mugu læra okkum at liva við og kennist hendan nýggja støðan kanska ræðandi og ótrygg; ikki minst fyri tey, sum eru í vandabólki. 
Tí hava vit flest øll eisini tørv á smáum andaholum, har vit kunnu leggja stúranir okkara til viks eina løtu og ístaðin hugsavna okkum um góðu løtuna og nærveruna. Saman - um enn í fjarstøðu. 


Og tíbetur gongur lívið sína gongd. Blómurnar spretta, grasið grør og føroyska náttúran stendur í fagrasta blóma. Hetta gevur okkum eina vón um, at lívið eisini hesuferð fer at sigra. 


So lat vindeyga upp, stilla teg á trappusteinin ella kom út ein túr, legg tínar stúranir til viks og njót tónarnar frá Halluri Joensen og danska bólkinum Southern Comforts, tá teir fara á eina lítla konsertferð í Klaksvík. Eina lítla og øðrvísi konsertferð, har teir fara at spreiða gleði og kærleika uttan fyri sjúkrahúsið, ellis- og røktarheim og bústovnar í býnum. 


Fólk eru vælkomin at leita sær til økini rundan um teir ymsu stovnarnar, tá spælt verður. Fyrireikararnir leggja tó stóran dent á, at fjarstøða og øll tilmæli frá heilsufakligu myndugleikunum verða fylgd, meðan spælt verður. 


Um onkur situr í sóttarhaldi í Klaksvík, so eru viðkomandi vælkomin at senda eini boð til Ragnhild Ellingsgaard á telefon 270626. Um tað letur seg gera, so steðgar lastbilurin eisini eina løtu uttanfyri hesi hús, soleiðis at húsfólki kann lata vindeyguni og taka ein sving om á heima á stovugólvinum.


Skráin fyri øðrvísi konsertferðina (fyrivarni verður tikið fyri smærri broytingum):


Klokkan 13.00: Biskupstorg
Klokkan 14.30: Sambýlið á Heygnum
Klokkan 15.15: Norðoya Ellis- og Røktarheim
Klokkan 16.00: Sambýlið í Bøgøtu
Klokkan 16.45: Heimið við Vágna
Klokkan 17.30: Klaksvíkar Sjúkrahús/Norðoya Røktarheim
Klokkan 18.15: Umlættingarheimið Dáin
Klokkan 19.00: Sambýlið Mylnutún 7
Klokkan 19.45: Búfelagsskapurin Heygavegur 56

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið um vikuskiftið
Veðrið um vikuskiftið
Klaksvík fylgdi slett ikki við!
Megnar Mjølnir at spæla seg í áttandu st…
Klakkur inni við 190 tonsum
Konsert í Hoyvíkar kirkju 18. apríl 2026…
Samgonguskjalið 2026 og lágløntir pensjó…
Kvinnu­stevnan verður 25. apríl
Durita: Vónirnar eru góðar
Spennandi bridgefestivalur við altjóða l…
Steinway-artistur hugtikin av flyglinum…
Myndarøð: Tá skotið varð fyri Norð­oyatun…
Norðoya­tunnilin hátíðarheldur 20 ára dag…
Aðalfundur og nýggj starvs­nevnd í Tónlei…
Sjálvandi hevur samgongan ikki áhuga í a…
Sámal & Benjamin á Summar Festival
FM-finalistar­nir møtast í hálvfinaluni í…
John Ziska Joensen fekk ’’debut’’ á KÍ-l…
Birita Adela fekk FUR-heiðursløn 2026
Føroya Bjór er feilstaðsett í Klaksvíkar…