Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tilboð og tænastur í Almannaverkinum avmarkaðar fram til 31. august

SKRIVAÐ: Almannamálaráðið  |  14.08.2020 - 11:46 Tíðindaskriv

Økti smittuvandin í Føroyum og stórt trýst á starvsfólkahópin hevur við sær, at virksemið á verkstøðum, verkhúsum, frítíðartilboðum, umlættingarstovnum og øðrum verður skert til 31. august. Nøkur undantøk eru í lokaløkjum, har at kalla eingin smitta er.

Økta smittutrýstið í Føroyum merkist væl í Almannaverkinum. Hóast talið av smittaðum borgarum og starvsfólkum er lutfalsliga lítið, so leggur smittustøðan stórt trýst á starvsfólkahópin í stovninum. Í løtuni eru 62 starvsfólk í sóttarhaldi.

Fyri at veita øllum borgarum nøktandi tænastu og røkt hevur verið neyðugt at flyta starvsfólk millum eindir, longja vaktir og at biðja starvsfólk um at koma til arbeiðis úr feriu. Ein týðandi partur í at fáa vaktartalvuna at hanga saman er, at starvsfólk á vardu verkstøðunum hava hjálpt til, meðan verkstøðini hava verið í summarfrí.

Tillagingarnar í virkseminum, nú smittuvandin er øktur, eru gjørdar í samráð við Farsóttarnevndina.

Skert tilboð við ávísum fyrilitum

Avgerð er tískil tikin um at flestu av vardu verkstøðunum lata ikki upp við fullari megi fyrrenn 31. august. Heimabúgvandi borgarar fáa tó teirra tilboð sum vanligt í hesum tíðarskeiðnum.
Frítíðartilboð, klubbtilboð og umlættingartilboð lata partvíst upp og har verður tænastan skipað eftir førleika og tørvi. Kunnað verður nærri um skerjingarnar á hvørjum stovni sær.

Ein avbjóðing er at nógvir av borgarunum í Almannaverkinum hava torført við at halda almennu tilmælini, og tískil er tað neyðugt at avmarka, hvussu nógvir borgarar savnast á verkstøðum og í frítíðartilboðum.

Hetta merkir eisini, at á stovnunum hjá Almannaverkinum verður avmarkað vitjan samstundis, sum borgarar í minst møguligan mun vitja uttanfyri stovnin. Hendan støðan verður eftirmett áðrenn 31. august.

Lokal undantøk

Í Suðuroynni letur verkstaðið á Bakka upp sum vanligt mánadagin 17. august og har koyra annars frítíðartilboð og aðrar tænastur sum vant. Í Vágum, í Klaksvík og á Sandi lata verkstøð og tilboð upp, men við skerjingum í ávísum førum. Hóast avmarkaðu tænastuna, so leggur Almannaverkið dent á, at meta um tørv og førleika í hvørjum einstøkum føri, soleiðis at tænastur ikki verða skerdar meira enn neyðugt.

Allar veitingar og pensjónir koyra sum vant.

Almannaverkið fær í løtuni nógvar fyrispurningar um dagpening í sambandi við sóttarhald. Løgtingið samtykti í gjár uppskot frá landsstýriskvinnuni í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, sum setir í gildi aftur reglurnar um dagpengar til arbeiðsfólk og fólkapensjónistar, umframt dagpengar til fyritøkur, sum hava starvsfólk, ið verða smittað við COVID-19 ella verða sett í sóttarhald. Reglurnar hava virknað frá 1. juli.
Almannaverkið

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vinnulívs­ráðið í Klaksvík aðalfund
Lønargjógvin vaks 1. juni
Tættari samband við Bretland
Eftirsleipið á lands­vegakervi­num er vaks…
Móttøka á Sjóndeplinum
Komið øll við: Barbara Norðbúð vitjar No…
Soleiðis gongur hjá ungdóms­deild­ini hjá…
Byrgingin um Haraldssund kostar 72 milli…
Norðstrok: Felagstúrur til Viðareiðis og…
Er ein niðurlaging av Sjónámi at hóma í…
Sámal Jákup Djurhuus venjari hjá Team Kl…
FSF og MMR fara undir Skúla­fótbólt í Før…
Her er nýggja stjórnin
Miðlar við á fundi í næmingaráðnum
Klaksvíkar Býráð samtykt roknskapin fyri…
Fýrasmæru­stjórnin leggur frá landi
Esmar hevur eina áhugaverda familjusøgu
OL, statslán, lesandi og føroyskur avger…
Lønið FAS-reiðaríum fyri at brúka føroys…
Lands­roknskapu­rin fyri 2025 hevði 11 mió…