Lýsing
Lýsing
Lýsing

Lutfalsliga stutt – hví gjørdist Haraldssundsbyrgingin so margháttlig

SKRIVAÐ: Jógvan við Keldu  |  14.09.2020 - 09:53 Lesarabrøv Politikkur

Nú Haraldssundsbyrgingin aftur hevur við uppi at venda, havi eg hug at fara aftur í 1980ini, tá verkætlanin varð sett á skrá og við hesum  lutfalsliga fáu orðum vísa á, hvør orsøkin er til, at hetta gjørdist ein stak miseydnað verkætlan,har sjálvt útlendsk ferðafólk hava staðið spyrjandi og  ikki sørt flent at.

Út frá at útróðrarbátarnir tá vóru nógvir, og onkrir útróðrarmenn ynsktu brúgv við siglingarrennu heldur enn byrging, so siglast kundi ígjøgnum Haraldssund, varð av tingfólkum í Norðoyggjum lovað teimum, at siglingarrenna við brúgv kundi gerast, hóast teir væl vitstu, at hon ongantíð fór at gerast veruleiki, tí langt frá var meiriluti í løgtinginum at fremja hetta tá kostnaðrmikla projektið fyri umleið 40 milliónir krónur.

 

Neyðugt var at seta ferð á

Fyri at málið kundi setast í verk, eisini tí, at Klaksvíkar Býráð skuldi flyta grótbrotið av Bumshamri og Norður á Strond, har tingarliga smoltstøðin hjá P/f Bakkafrost nú er, varð strongt á eisini við fundum við Mikkjal Helmsdal, landsverkfrøðing. – Har vóru fleiri fundir!

Ein meiriluti í Klaksvíkar Býráði tók eisini undir við tingfólkunum í Norðoyggjum at geva lyfti um, at brúgv varð gjørd. Vit tríggir Jógvan Isaksen, Asbjørn Lómaklett, næstformaður og eg sjálvur sum formaður, hildu fast um eina byrging,  eftir gjølligar kanningar bæði millum eldri útróðrarmenn og aðrar,  tí vit vitstu, at vit hvørki fingu brúgv ella siglingarrennu. Tað var í samráð við Mikkjal Helmsdal, landsverkfrøðing.

Vit fóru á fund við  skilamannin Mikkjal Helmsdal, landsverkfrøðing, hvar vit gjørdust samdir um at fara aftur í býráðið við einum projekti at gera eina breiða og tíðarhóskandi byrging, sum eisini kundi útbyggjast. Dýpið í Haraldssundi, har djúpast var, var umleið 18 metrar.

Síðani skuldu vit fáa eina góða og hóskandi atløgubryggju norðanfyri byrgingina.

 

Politikkur og serfrøði

eru fjøltáttað

Í samband við at málið var fastkoyrt, komu ymiskir serfrøðingar uppí, millum annað Fróðskaparsetrið, sum søgdu, at vágin inni í Klaksvík, kom at verða meiri dálkað við eini byrging og alt lív í fjøru og í sjónum fór at broytast og helst doyggja. Síðani var ræðumynd sett upp úr Funningsfirði fyri mongum árum síðani, at har var hend, “ein botnvending” , tíð botnurin varð rotnaður av deyðavatni og hetta var ein vanlukka. 

Eftir, at vit høvdu kannað málið við eldri útróðrarmonnum og okkara innføddu serfrøðingum, sum høvdu fylgt gongdini í mannaminni, søgdu hesir – hetta er bæði í talu og á skrivt -  at streymviðurskiftini við Kunoyarlandið við eini byrging um Haraldssund, hevur verið soleiðis, at hetta kom at geva streyminum meiri ferð, so hann fór heilt inn í Klaksvíkina og at Klaksvíkin soleiðis kom at gerast reinari.

Hesir fingu rætt eftir eftirkanning!

 

Eitt kostnaðarmikið

og  margháttligt “kompromis”

Eftir togan aftur og fram, Mikkjal Helmsdal, “hevði verið píndur” í Sjónvarpi Føroya, við samrøðum og ákoyringum um  eina byrging, var neyðsemja gjørd soleiðis, at fyribils byrging skuldi gerast við einum “knekki-innviki”, so brúgv seinni skuldi gerast.

Alt hetta hóast allir partar , sum góvu lyfti um brúgv við siglingarrennu vitstu, at her kom ongantíð nøkur brúgv við siglingarrennu.

Hetta var ein lutfalsliga stutt frágreiðing um – hóast nógv annað liggur í málinum -  hví vit í 35 ár hava sitið við hesi mest margháttligu byrging og hesum syndarliga “bygningsverki”, sum kanska umsíðir kemur at fríðkast, nú tunnil norður um fjall verður gjørdur og grótið kann brúkast og 40 nýggjar milliónir eru  neyðugar at játta – men hetta verður uttan atløgusíðu norðanfyri byrgingina.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…