Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Eru meskarnir hjá føroyskum politikarum og umsitingini ov stórir?

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  14.09.2020 - 18:32 Bloggur Tíðindi

Tað var tiltikið, at tað lak sera illa í Tinganesi og í Løgtinginum, tá talan var um viðurskifti, sum blivu viðgjørd í trúnaði. Um tað er soleiðis enn, veit eg sjálvandi ikki. Men okkurt bendir á, at føroyski uttanríkismálaráðharrin ikki heilt dugir sær hógv, ella at halda gák í millumtjóðaviðurskiftum, og tí kanska hevur bumbað føroysk altjóðaviðurskifti hundrað ár aftur í tíðina.

Nú Føroyar eru um at gerast vaksnar sum land og fáa alt størri leiklut í altjóða viðurskiftum, er tað eitt, sum politikararnir og miðfyrisitingin noyðist at læra, og tað er at trúnaður og álit er av alstórum týdningi í hesum førum. Tá talan er um verjuviðurskiftir og trygdarmál hoyrir trúnaður til sjálva kjarnuna í hesum viðurskiftum – tagnarskyldan er 100%, annars sleppur tú ikki at taka lut! Halda føroyingar ikki tagnarskylduna í samráðingum sum fara fram í trúnaði, so sleppa føroyingar ikki upp í part. Soleiðis eru spælirglurnar her, uttan mun til um føroyingar kanska halda at teir vita betur.

Sjálvur havi eg verið úti fyri, at ein heilt privat samrøða á skrivstovu míni í Tinganesi, sum fór fram í trúnaði, stóð at lesa í einum av dagbløðunum dagin eftir, sum í veruleikanum merkir, at innihaldið i samrøðuni var farið til prentingar áðrenn sjálv samrøðan fór fram. Hettar hendi fyri fjórðingsøld síðani – støðan kann vera ein heilt onnur í dag. Og TÓ?!?

Føroyskir nationalromantikarar eru mangan av teirri fatan, at altjóða reglur ikki eru galdandi i Føroyum. Føroyar eru so einastandandi og sjáldsamar, at tær hava eina serstøðu millum heimsins lond, og at føroyingar eru so serligir, fittir og elskuligir, at ongin kann vilja Føroyum og føroyingum nakað ilt! Allur heimurin eigur at ”taka hensyn” til heilaga gimsteinin í Norðuratlantshavinum og fólkið, ið har býr.

Eg ivist onga løtu í, at tey, sum hugsa soleiðis, eru sera fitt og góðslig fólk. Men soleiðis sær heimurin bara ikki út! Summir av teimum, ið ráða fyri borgum úti í heimi í dag eru beinleiðis ótilrokniligir ørvitisknokkar! Teir skíta uppá vøkru Føroyar og fittu føroyingarnar. Teirra hugaheimur snýr seg um vald og um strategi – eisini langtíðarstrategi. Hesir leiðararnir taka ikki fyrivarni fyri nøkrum, uttan møguliga sær sjálvum.

Skulu Føroyar taka lut í og yvirliva í altjóða viðurskiftum, so noyðast føroyingar at vakna úr dvala og gera sær greitt, at eisini oyggjarnar í Norðuratlantinum noyðast at fylgja galdandi spæliregnum, um enn tær onkuntíð eru ótespiligar, og at velja hvørjum oyggjarnar vilja vera í parti við í millumtjóðaviðurskiftum.

Sjálvt vit, sum eru ókøn í søgu, vita, at Føroyar hava altíð verið ávirkaðar av gongdini úti í heimi. Fremmandir sjórænarar og bardagar í Europa, sum føroyingar ikki høvdu lut í, elvdu til ótta og hungur í oyggjunum. Sambært Sølvará (AAU 2020) var tað mestsum ein parentes eftir miðnátt, at Føroyar komu undir danska ríkið við Friðin í Kiel í 1814, og ikki undir svensk-norska ríkið, ella enn verri, undir bretska ríkið.

Føroyingar áttu ongan leiklut í fyrra heimsbardaga, men kendu sanniliga svíðan av honum, og við byrjanina av seinna heimsbardaga var tað helst um reppið, at Hitler ikki gjørdi landgongd í Føroyum við teimum fylgjum, tað fekk fyri norsku strandasamfeløgini. Og kortini vóru føroysku nationalromantikararnir í øðini um, at NATO bleiv smuglað inn gjøgnum bakdyrnar eftir seinna heimsbardaga.

At billa sær inn, at Føroyar kundu vart seg sjálvar í sambandi við eitt álop undir kalda krígnum, er ikki bara ein vakur tanki, men eisini ein veruleikafjar hugsan, ja, á markinum til tað sjúkliga. Eitt av nationalromantisku argumentunum tá var, at ein NATO-støð í Føroyum Føroyum fór at gera oyggjarnar til eitt bumbumál. Men sannleikin er, at oyggjarnar vóru og eru eitt bumbumál við ella uttan NATO, tí tær liggja har tær liggja mitt millum Bretland og Ísland (USA).

Føroyar brúka helst longu nú meira pening til verjumál enn fleiri tjóðir í heiminum, um hugsað verður um Vaktar- og Bjargingartænastuna bæði á sjógvi og í luftini, við skipum og tyrlum. Um Føroyar skulu nýta enn meira pening til eitt væl mannað og útbúgvið 365/24-vaktarhald á sjógvi, landi og í luftini, so kann tað lættliga kosta onkrar av teimum samfelagságóðum, vit taka sum eina sjálvfylgju í dag.

Í Vesturheiminum hava flestu lond valt limaskap í NATO, tí felagsskapurin í høvuðsheitinum umboðar lond, ið virða okkara demokratisku samfelagsskipan (tó: Turkaland, Ungarn og Póland?!?). Núverandi ”hyggeonklarnir” í Kreml, Beijing og Washington eru kanska ikki so demokratiskt ella vinarliga sinnaðir.

Sum en pinkupinkutjóð noyðast føroyingar at taka støðu, tí neutralitetur finst ikki í veruleikanum í millumtjóða-/trygdarviðurskiftum. Føroyingar eru ikk vanir við at taka lut í kríggi, og tí duga føroyingar kanska heldur ikki at ímynda sær tann møguleikan, at oyggjarnar kunnu verða fyri álopi ella hertøku, hóast hetta hevur verið ein veruleiki i føroyskari søgu.

Tað sigst, at strutsurin stingur høvdið niður í sandin um fíggindin er í nánd, fyri á tann hátt at ørkymla fíggindan við at líkjast einum runni. Um føroyingar stinga høvdið niður í moldina fyri at fjala seg fyri fíggindanum, so kunnu teir í bestu førum bara líkjast idiotum!

Fyrsta treytin fyri at kunna taka lut millum tey stóru, er at duga at halda kjaft, tá tað er neyðugt! Og at viðurkenna at óndskapur er ikki bara nakað, tey tosa um í kirkjum og samkomum!

PS! Eitt annað dømi um tagnarskyldu frá míni stuttu landsstýristíð var, tá Marita Petersen, løgmaður, sendi boð eftir okkum landsstýrisfólkum á náttartíð, tí hon hevði tosað við danska fíggjarmálaráðharran, Mogens Lykketoft, sum hevði gjørt henni greitt, at um vit ikki, har og nú, vóru til reiðar at bjarga bankanum, so fór han á heysin dagin eftir. Og harvið eisini føroyska peningakervið.

Føroyski fíggjarmálaráðharrin, Finnbogi Ísakson, vildi hava at vita hvussu álvarslig støðan var; hann vildi hava tøl, sum rímiligt var. Men løgmaður vildi ikki geva nøkur tøl, ella hevði hon ongi tøl? Vit skuldu bara garantera fyri eini bjargingarskipan fyri bankan.

Seinni havi eg fingið at vita frá álítandi keldum, at donsku myndugleikarnir tordu ikki at geva landsstýrinum og løgtinginum kunning um støðuna hjá bankanum í góðari tíð, tí tey vóru sannførd um, at gjørdu tey tað, so fóru tíðindini sum ylur um landið, og so lupu fólk á allar peiningastovnarnar í Føroyum morgunin eftir at taka peningin út, og so fóru allir peningastovnarnir rabundus.

Høvdu danir orsøk til ikki at hava álit á landsstýrinum og løgtinginum tá? Skomm at siga, men ja! Veggirnir í Tinganesi og í tinginum lóku líka so illa tá, sum vóru teir tíðindastovnar. Vónandi er støðan øðrvísi í dag?

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Listaframsýning við Heðin Kambsdal
Mjølnir enda á heimavølli í dag
Metingar um 6. umfar
- Vit eru svangir at svara aftur
Kanjon: Stoyptu 710 rúmmetrar uppá 14 tí…
Beinleiðs stroyming: Stór svimjistevna í…
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum