Lýsing
Lýsing
Lýsing
Takk, og aftur takk fyri eina frálíka konsert, Hjarnar! Tit eru framúr og tað blíva tit við at verða! | Mynd: Dávur Winther

Framúr konsert við Hjarnar

SKRIVAÐ: Tekst & Myndir: Dávur Winther  |  11.11.2025 - 13:50 Mentan Myndarøð Tíðindi

Gott at fáa góð minnir fram aftur um eina gleðistíð, har alt bar til - hetta var eitt av málunum hjá Hjarnar í Varpinum í vikuskiftinum! 

Tá – á teirra døgum,  vuksu trøini inn í himmalin við teirra sangi og eggjan - alt bar til - tað bar ikki til at stúra og kúra. 

- "Vit fara út nú, so koma tit við", var andin, og øll sungu og rokkaðu við!

Hóast teir eru abbar og tátta væl í 70, so syngja teir um tað sama, við somu orku og megi - at vera góður við hvønn annan!

Teir eru sill going strong við somu orku og musikaliteti – hóast 50 ár á tónleikapallinum!

Og milliónin lá altíð hinumegin hornið, sum teir ongantíð komu til. Serliga tá ið Radio Luxenbourg ikki hevði ráð til at gera teir til nr. 1, í lagasmiðjkappingini hjá Seven Up. Tá gjørdist lagið, Breaking my heart nr. 1.

Hóast vinnar, vórður teir dømdir til nr. 2 og fingu ein sodavatnskassa. Radio Luxenbourg høvdu ikki ráð at fyta teir til Bretlands, til eitt studio har, sum var vinningarlønin hjá nr. 1. Her kundu teir rættiliga komið út í heim við eini plátukontrakt!

Hetta fekk Graham Stewart at vita frá einum plátuvendara, hann ringdi til á Radio Luxenbourg. Samstundis fekk hann fortalt plátuvendaranum, hvussu man úttalaði Hjarnar.

Eitt fantastiskt upplivilsi at kunna vera saman við Hjarnan um vikuskiftið - syngja við, at kunna klemma teir og takka teimum fyri frálíku løgini, spælið, solournar og sangin!

Hvar aðra staðni enn í Varpinum kundi hetta lata seg gera? Bólkurin var ógvuliga takksamur fyri at kunna venja í fleiri vikur í venjingarhølunum í kjallaranum.

Teir vóru so seriøsir, at teir høvdu matpakka við og sótu fyri dagin og vandu. Hetta hoyrdist sanniliga eisini aftur til konsertina. Har var ikki ein fingur at seta á spælið og sangin. Alt í topp!

At so Sir Óli Poulsen mixaði ljóðið, gjørdi tað ikki verri!

Tað er hugaligt og uppá sítt pláss, at borgarstjórin, Karl H. Johansen heiðraði Hjarnar við Heiðursløn Nólsoyar Páls – kr. 75.000,-.

Tað stuttliga er so eisini, at KvF saman við fleiri hava stuðlað undir, at til bar at taka upp konsertina við bestu mynda- og ljóðgóðsku, sum vit seinni kunna síggja og hoyar. Tað er eitt bragd.

Av løgunum, sum teir sungu og spældu til konsertirnar fríggjakvøldið og leygarkvøldið, kunnu nevnast: Why, We´ve come for you, Bad Dream, Alright, So excited, Magic, Breaking my og Alla nátt.

Alt í alt eitt sera væl fyriskipað heiðurstiltak, har umframt konsertina eisini var møguligt at ogna sær søguna handan Hjarnar, ið vakrum bóklingi. Tað vóru Jógvan Skorheim og Durita Samuelsen, ið fyriskipaðu tiltakið.

Takk, og aftur takk fyri eina frálíka konsert, Hjarnar! Tit eru framúr og tað blíva tit við at verða!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framúr konsert við Hjarnar
Jólasøla á Verkstað­num á Brekku
Nýggjur sangur um Borðoyarvík
Eyðun Klakstein: Vit hava tað sum skal t…
Umskipanin í lands­stýri­num ein politisk…
Hanus: - Vit mugu ikki missa fantastiska…
Ein virðislønt rødd á Bókadagar
Lands­bankin “gloymir”
Ársins síðsta skrúvuguds­tænasta
U19-landsliðið er úttikið
Eykaaðalfundur hjá Norðoya Bjargingarfel…
Rundkoyringin í miðbýnum verður asfalter…
Nordic Meteorologist Meeting 2026 (NMM 2…
Heyst­kvøldseta á Kambsdali týskvøldið
Til øll ting- og lands­stýris­fólk: Hetta…
Kvøða til Hjarnar
BYRTA á OY Voxbotn 2026
St. Brandan og Brandansvík
Sandavágur vann toppdystin
Jóhannes Miðskarð stillar upp fyri Venst…