Kvøða til Hjarnar
Her leggja vit røðuna, sum Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður við mentamálum, bar fram til heiðurskonsert hjá Hjarnum um vikuskiftið:
Gott kvøld
Lat meg siga tað beinanvegin, at um nakað er ein framíhjárættur, so er tað at uppliva konsertir og kvøld, sum hetta, ið vit her í kvøld uppliva saman!
Eg havi sum mentamálaráðharri fingið eina áheitan um at siga nøkur orð her í kvøld, og tað geri eg við sera stórari gleði.
Tað er nevniliga soleiðis, at tá eg vaks upp og var tannáringur á Eiði, so hingu eitt tíðarskeið tvær plakatir í kamarinum. Onnur var av Manchester United liðnum frá 1999 við Peter Schmeichel, Roy Keane, Ryan Giggs, Jaap Stam, Paul Scholes, David Beckham og øðrum, sum vunnu “the treble” tað árið. Hin var plakatin av forsíðuni av single-útgávuni hjá Hjarnum frá 1982 við “Into the Night” og “Breaking my Heart”.
So er skjótt at spyrja, hví tað ikki heldur vóru Backstreet Boys, Linkin Park, Teitur Lassen, Eivør ella kanska Nik & Jay, sum hingu á vegginum, nú tað bara vóru tvær plakatir í kamarinum.
Orsøkin til tað var heilt einfalt, at í eitt tíðarskeið fyri umleið 45 árum síðan, var pápi mín ljóðteknikari hjá bólkinum við norrøna navninum, sum varð uppfunnið inni hjá Hans bónda á Biskupstøð í 1970unum. Og av hesi orsøk fanst ein slík innrammað plakat av Hjarnari úr Sjúrðakvæðunum við føroyskari húgvu og guitar í hond í húsunum hjá okkum á Eiði. Hon kom at hanga í mínum kamari. Hon hongur faktiskt enn í húsinum.
Hesar umstøður gjørdu, at eg lurtaði lutfalsliga nógv eftir Hjarnum. “Alla nátt” var og er framvegis stóra hittið fyri meg. Men eg haldi tað var í 2010, at okkurt broyttist – tað var í øllum førum í samband við “Minnist tú enn”-sendingarnar hjá Súna Merkistein, sum eg var blivin fjeppari av eftir at hava hitt hann sum starvsfelaga sama árið. Har var seinasta løtan av einum parti um “Breaking my Heart”, hvussu lagið blívur til í høvdinum hjá Jørgeni Dahl, meðan hann stendur í handlinum og selur Electrolux, og hvussu tað onkursvegna endaði við, at hann tók støðu til, at Karl Martin skuldi syngja lagið á plátuni. Tá bleiv eg ordiliga fangaður og lurtaði eftir hesum fantastiska lagnum umaftur og umaftur. Jú, tað er veruliga soleiðis, at “Yesterday” er Poul McCartney’sa “Breaking my Heart”.
Eg eri sera fegin um at uppliva hesa heiðranina av Hjarnum í kvøld. Og sjálvt um eg hevði høgar vónir til framførsluna í kvøld, so kemur tað næstan óvart á meg hvussu framúr væl teir spæla í kvøld!
Og eitt er, sum er sera skjótt at gloyma í dagsins samfelag. Tað snýr seg heilt einfalt um, at vit púra natúrliga samanbera løgini, sangin og spælið hjá Hjarnum við allan tónleik – í øllum førum allan føroyskan tónleik – sum er komin út síðani. Og uttan at siga, at Hjarnar kom burturúr ongum, so var tað eitt heilt annað samfelag, sum var tá seinast í 70unum: Útvarpið gavst at senda klokkan 8 fríggjakvøld, haldi eg, onki føroyskt sjónvarp var, tað tók drúgva tíð at ferðast millum oyggjarnar og so framvegis. Men sum vit hoyra í kvøld, so heldur tónleikurin væl og virðiliga enn.
Sum eg nevndi, so var pápi mín ljóðteknikari í eitt tíðarskeið fyri umleið 45 árum síðan, og eg havi sjálvandi spurt hann eitt sindur um hetta tíðarskeiðið, nú hetta høvið kom í kvøld.
Heilt grundleggjandi var hetta eitt øgiliga aktivt tíðarskeið hjá bólkinum. Teir ferðaðust kring allar Føroyar. Spældu í Suðuroy, Vágum, Klaksvík, Havn og nógva aðrastaðni. Eftir hondini blivu Føroyar nakað lítlar, so teir fóru á konsertferð í Danmark. Á “tour”.
Har spældi Hjarnar nógvastaðni kring landið, og størsta konsertin var í “Daddy’s Dance Hall”, sum var í Palads-bygninginum mitt í Keypmannahavn. Fyri okkum, sum ikki duga at seta tað í ein samanhang, so var hetta eitt stórt og øgiliga populert stað í Keypmannahavn í langa tíð. Nøvn, sum høvdu verið á plakatini áðrenn Hjarnar, vóru millum onnur Little Richard, Sex Pistols, Chuck Barry, Ramones og Blondie.
Hetta kvøldið í Daddy’s var ein brakandi suksé. Har vóru heilt nógv fólk. Bæði danir, men eisini nógvir føroyingar, og Karl Martin fortelur í “Minnist tú enn”, at tað ongantíð – hvørki fyrr ella seinni – høvdu verið so nógvar úlpur í klædnarúminum hjá Daddy’s Dance Hall!
Afturat hesum havi eg fingið at vita, at stjórin har á staðnum, eftir at kvøldið var liðugt, spurdi teir í Hjarnum, um teir vóru klárir aftur næsta vikuskifti, tí staðið hevði ongantíð selt so nógv í barrini sum tað kvøldið!
Hjarnar spældu ikki vikuna eftir, sjálvt um teir eisini vóru á Daddy’s hetta kvøldið, eftir at Rainbow høvdu spælt aðrastaðni í býnum. Rainbow komu eisini inn á gólvið har sama kvøld. Og tað einasta Daddy’s fingu burturúr tað kvøldið var at ein av limunum í Rainbow einaferð út á náttina hoppaði upp á takið á einum hýruvogni uttanfyri og byrjaði at rópa.
Tá hevði nokk verið betri, um Hjarnar spældu.
Eg byrjaði við plakatunum á vegginum í kamarinum á Eiði. Peter Schmeichel roynir seg sum rokktónleikara við – eg haldi vit kunnu siga – avmarkaðum úrslitum. Úrslitini hjá Manchester United hava eisini verið so sum so hesi seinastu árini. Vit hava heldur ikki hoyrt nakað serligt til Hjarnar í seinastuni, og tí eri eg so eyka glaður fyri hetta tiltakið í kvøld, har vit kunnu heiðra einum av størstu rokkbólkunum í Føroya søgu og eisini hoyra, at hesir... Eg fari ikki at kalla teir gamlar, men teir hava børn, sum eru eini 40 ár... at hesir rokkararnir veruliga hava givið okkum eina fantastiskakonsert og eitt serligt kvøld!
Takk fyri, Hjarnar. Takk fyri tykkara íkast til føroyskan tónleik og føroyska mentan. Takk fyri.