Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ein virðislønt rødd á Bókadagar

SKRIVAÐ: Innsent  |  11.11.2025 - 08:40 Tíðindaskriv

Á skránni til ársins Bókadagar er eitt stórfingið úrval av føroyskum høvundum og bókmentum. Millum spennandi nøvnini er vinnarin av Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2025, Vónbjørt Vang, sum sigur frá um yrkingasavnið Svørt orkidé 15. novembur kl. 16 í Norðurlandahúsinum.

Ein samrøða um sorg, mál og undirverðina

Í Svørt orkidé rannsakar Vónbjørt Vang sorgina og stúranina hjá einari mammu fyri barni sínum, ið spakuliga trekkir seg - og møguliga er á veg út av eggini. Myndburðurin um svørtu orkidéina gongur aftur sum ein reyður tráður gjøgnum alt yrkingasavnið, har jørð og urtagarðsrøkt gerast myndir fyri bæði terapi og myrkur.
Á tiltakinum fer Vónbjørt at lesa upp úr bókini og fer síðani í samrøðu við Guðrun í Jákupsstovu (ph.d.) at tosa um temað í verkinum og um tilgongdina at skriva.

Guðrun er adjunktur í bókmentum á Fróðskaparsetri Føroya og hevur síðani 2020 verið limur í tilmælisnevnd Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins.

Vónbjørt Vang (1974) er rithøvundur, yrkjari og bókavørður. Svørt orkidé (2023) er hennara triðja yrkingasavn aftaná Millumlendingar (2011) og Djúpini (2017). Vónbjørt hevur eisini skrivað ritroyndarsavnið Úr loggbókinum (2023). 
Tiltakið er ókeypis.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…