Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Sámal Clothier

U19-landsliðið er úttikið

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  10.11.2025 - 20:40 Ítrottur Tíðindi

Ein KÍ-leikari er millum teir 18 spælararnar.

FSF skrivar:

Føroyska U19 landsliðið við dreingjum eri í bólki við Frankaríki, Ungarn og Bulgaria í EM undankappingini, sum verður í Ungarn frá 12. til 18. novembur


Trý spennandi – men eisini sterk – mótstøðulond standa á dystarskránni, tá føroyska U19 landsliðið við dreingjum frá 10. til 19. novembur fer til Ungarn, har EM undankapping er á skránni.

Umframt Føroyar og vertslandið, eru Frankaríki og Bulgaria eisini í bólkinum.

Fróði Benjaminsen er venjari hjá U19 dreingjunum, og saman við Rasmusi Nolsøe, ið er hjálparvenjari, hevur Fróði úttikið 18 spælarar til uppgávuna í Ungarn.

Og av teimum eru tveir, ið hava fingið nakra minuttir á U21 landsliðnum. Talan er um Dávid Reynheim og Aron Benjaminsen, sum spæla fyri ávikavist Torino FC í Italia og Kristiansunds BK í Noregi. Triðji útisetin í hópinum er Dánial Mørkøre, sum spælir fyri Vejle BK í Danmark.

Hópurin
Rasmus Helgason, 07 Vestur
Torkil Skála, AB
Sjúrður Henriksen, AB
Djóni Sivertsen, B36
Dennis Anghel, B36
Tróndur Sjúrðarsson, FC Suðuroy
Jógvan í Lon, HB
Aron Benjaminsen, Kristiansunds BK (Noreg)
Josva Signarsson, NSÍ
Benadiktus Olsen, NSÍ
Páll Muller, KÍ
Dávid Reynheim, Torino FC (Italia)
Mattias Dahl Djurhuus, TB
Arnór Brandsson, Víkingur
Jósef Ólavsson Gleðisheygg, Víkingur
Jens Eiler Samsson, Víkingur
Dávid P. á Líðarenda, Víkingur
Dánial Mørkøre, Vejle BK (Danmark)

Dystaskráin
12. nov. Frankaríki – Føroyar (kl. 12:00)
15. nov. Ungarn – Føroyar (kl. 17:00)
18. nov. Føroyar – Bulgaria (kl. 16:30)

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…