Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jóhannes Miðskarð stillar upp fyri Venstre í Keypmannahavn

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  10.11.2025 - 09:00 Politikkur Tíðindi

Jóhannes Miðskarð úr Klaksvík stillar upp til kommunuvalið í Keypmannahavn fyri flokkin Venstre. Valdagurin er 18. november 2025, og tá skulu veljast 55 limir í Borgerrepræsentationen, sum er kommunustýrið í danska høvuðsstaðnum

 

 

Jóhannes er sonur Andras Miðskarð, sála, sum var ein virkin og álítandi maður í Sambandsflokkinum. Tann politiski áhugin og ábyrgdar­kenslan hava fylgt Jóhannesi víðari í lívinum, og í dag er hann sjálvur virkin í lokalpolitikki í Keypmannahavn.

Hann sit­ur í Amager Vest Lokaludvalg, sum arbeiðir við menningini av nærumhvørvinum í Ørestad og á vestaru síðu av Amager. Eisini er hann leikdómari í Eystara Landsrætti, útnevndur av Venstre.

 

Men røturnar hjá Jóhannesi eru djúpt grundaðar í Klaksvík.

– “Eg eri uppvaksin í einum býi, har fólk standa saman og hjálpast at. Tað hevur merkt meg alla tíðina – bæði í arbeiðslívi og í lívsáskoðan,” sigur hann.

Sum ungur arbeiddi hann á Kósini, á roykivirkinum og sum málari á bedingini í Klaksvík. Hesi arbeiði hava givið honum djúpan virðing fyri arbeiðssemi, felagsskap og tað at gera eitt gott dagsverk.

– “Tað lærdi meg, at onki arbeiði er ov lítið, og at øll hava týdning fyri, at samfelagið virkar,” sigur hann.

Hann minnist eisini væl tíðina sum skóti í Klaksvík, har hann lærdi at leiða og at taka ábyrgd, eisini tá tað var kalt og mótbrekkan long. “Skótalívið gav mær nógv av somu virðum, sum eg síggi aftur í Venstre – virðing fyri frælsi, ábyrgd og felagsskap,” leggur hann afturat.

Hann hevur eisini skipað føroyskar tiltøk og samstarv millum føroysk feløg, og hann var ein av fyriskiparunum av Fólkafundinum í Klaksvík, sum savnaði fólk til kjak um framtíð og menning í Føroyum.

– “Eg eri stoltur av at koma úr Klaksvík. Tað, eg havi lært har, taki eg við mær inn í alt, eg geri – eisini her í Keypmannahavn. Tað handlar um arbeiðssemi, álít og virðing fyri fólki. Tað eru somu virðir, eg vil hava inn í býpolitikki her,” sigur hann.

Við drúgvum arbeiðslívi innan útbúgving, leiðslu og menning, og við hjarta í Føroyum, vil Jóhannes arbeiða fyri, at føroyska røddin hoyrist sterkari í Keypmannahavn. 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fráfaringaraldu­rin tikin burtur
Fleiri fráboða­nir um hóttanir í vikuskif…
Hjartagáva til børn
Kommunur­nar mugu fyrireika seg, at yvirt…
Røða hjá Hallgerð Akurstein
Yngra skúlakórið í Christians­kirkjuni
Grandma's Basement við nýggjum jólasangi
Menning og framleiðsla av fiskavørum
Fleiri og fleiri danir velja at undirvís…
Inner Wheel á Luksus Loppum
Badminton: Føroyingar gera um seg í Danm…
Jólatræið í Svínoy tendrað
Mjølnir á heimavølli
Klaksvík­ingur til ÍF
Team Klaksvík á heimavølli í dag
Jóla­eingilin, sum flutti seg av sær sjál…
Julian Gregersen hevur sett eitt knúsand…
Vit takka øllum fyri Krúndiamant­brúdleyp…
Vilt tú koma í rættan jólahýr?
Jóan Pauli Jacobsen er aftur í KÍ