Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýggjur sangur um Borðoyarvík

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  11.11.2025 - 12:31 Tíðindi

Í samband við at Niclas Heri Jákupsson kemur út við einari LP við 12 nýggum sangum fyrst í komandi árið, so vera stakløg leypandi útgivin næstu mánaðirnar.

Tann fyrsti sangurin verður almannakunngjørdur her á Norðlýsinum í dag.

Orð og lag blivu skrivað fyri 10 árum síðani í neystinum á Borðoyarvík og eitur sangurin Borðoyarvík. 

Niclas Heri eigur orð og lag, Niclas Johannesen hevur staðið fyri framleiðsluni og Óli Poulsen hevur ljóðblandað. 

Tórfríð Tavsen syngur kór, Henning Hjalt Nicodemussen spælir trummur, Eyðun Johannsen kontrabass, Magni Husgaard harmoniku, Niclas Johannesen guitar, ukulele og bouzauki og Angelika Hansen spælir á fiól.

Myndirnar á hesum sjónbandalagi eigur Janus Hansen, sáli. 

Niclas Heri greiðir frá, at hann gekk í paralellflokki við Janus, men hóast tað, so kom hann ikki rættliga at kenna Janus, fyrr enn hann keypti sær eitt neyst á Borðoyarvík. 

Janus var so at siga hvønn dag niðri á Borðoyarvík, har hann gav ævunum og smáfuglunum at eta. Sum oftast hevði hann sítt myndtól við og hevði hann serlig evni at síggja og fanga tað vakra í tí ljóta og tað stóra í tí lítla. 

 

Janus var eisini gávumyndlir og hjartagóður. Hann kundi gott finna uppá at hanga ein posa við rundstykkum á hurðina hjá okkum sunnumorgun. Oftani datt hann inn á gólvið og mangan høvdu vit sera góð og hugnalig prát, sigur Niclas Heri. Janus var ein býarmynd, ein góður djóravinur og ein framúr góður myndamaður.

Eg samskifti við tey avvarðandi hjá Janusi, um eg kundi prýða sjónbandalagið við nøkrum myndum hjá Janusi - og hesum játtaðu tey beinanvegin. Hesum eri eg sera takksamur fyri, sigur Niclas Heri til endans. 

 

Av tí at myndirnar eru tiknar av Facebook, so hava tær ikki tað allar bestu góðskuna, men tað kemur tó týðilga fram, hvussu góð eygu Janus hevði fyri at síggja tað vakra.

Sangurin um Borðoyarvík liggur eisini á Spotify
 
https://www.youtube.com/watch?v=ELZNjbBmsJI&list=RDELZNjbBmsJI&start_radio=1

Orð: Niclas Heri Jákupsson

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fráfaringaraldu­rin tikin burtur
Fleiri fráboða­nir um hóttanir í vikuskif…
Hjartagáva til børn
Kommunur­nar mugu fyrireika seg, at yvirt…
Røða hjá Hallgerð Akurstein
Yngra skúlakórið í Christians­kirkjuni
Grandma's Basement við nýggjum jólasangi
Menning og framleiðsla av fiskavørum
Fleiri og fleiri danir velja at undirvís…
Inner Wheel á Luksus Loppum
Badminton: Føroyingar gera um seg í Danm…
Jólatræið í Svínoy tendrað
Mjølnir á heimavølli
Klaksvík­ingur til ÍF
Team Klaksvík á heimavølli í dag
Jóla­eingilin, sum flutti seg av sær sjál…
Julian Gregersen hevur sett eitt knúsand…
Vit takka øllum fyri Krúndiamant­brúdleyp…
Vilt tú koma í rættan jólahýr?
Jóan Pauli Jacobsen er aftur í KÍ