Lýsing
Lýsing
Lýsing

Soleiðis er makrelurin býttur í 2020

SKRIVAÐ: Felagið Nótaskip  |  15.09.2020 - 10:36 Tíðindaskriv Vinna

Nú hevur makrelurin aftur verið á skránni seinastu vikurnar. KVF, politikarar og búskaparfrøðingar hava givið fatan av, at vøksturin í føroysku makrelkvotuni fyrst og fremst er farin til nótaskipini.

Hetta er ikki rætt. Fram til 2009 áttu Føroyar 5,47% av heildarkvotuni, sum ES, Noreg og Føroyar settu sær. Í miðal t.d. árini frá 2006 til 2008 áttu nótaskipini 3,22%, av føroysku kvotuni, meðan 2,25% vóru brúkt til at geva øðrum londum í býti við botnfisk.

Í makrelavtaluni frá 2014 millum ES, Noreg og Føroyar hækkaði føroyska kvotan upp í 12,6% av heildarkvotuni. Í 2020 fáa nótaskipini 4,01% av føroysku kvotuni, meðan 2,21% verða brúkt til at geva øðrum londum í býti við botnfisk. Teir, sum áttu makrelkvotuna áðrenn 2010, fáa sostatt tilsamans 6,22% av makrelkvotuni í 2020.

Hini 6,38% av føroysku makrelkvotuni verða latin øðrum skipabólkum ella brúkt til onnur endamál, sum víst í talvuni niðanfyri:

 

 

Aðrir skipabólkar fáa nú 3,51% av av føroysku kvotuni upp á 12,6%. 1,84% verða brúkt til menningarkvotur og vinnuligar royndir og verkætlanir, 3 og 8-ára uppboðssøluloyvir fáa 0,56%, meðan 0,47% verða brúkt til vísindaligar kanningar og gransking.

Nótaskip og onnur lond fáa í 2020 sostatat 0,75%  meira, enn tey fingu, áðrenn føroyska makrelkvotan varð hækkað.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
8-kantaða kioskin aftur til heiðurs og æ…
Borgar­stjó­rin svarar borgarunum
Nýtt staklag frá Jónasi Gaard og Sigrið
Føroya Tele tekur fyrsta stig í 100 mill…
Nøglin sæst her
Klæða suðurendan á Varpinum
Tí valdu vit Fróða Benjaminsen
Fyrrver­andi KÍ-leikari er nú hjálparvenj…
Serfrøðingu­rin og fjepparin um Champions…
Er nakað sprell eftir í Klaksvíkingi – e…
Umvælingar­arbeiði í 1981-bygningi­num í T…
Menninir hittast í Emmaus
Løgmaður á fundi við donsku stjórnina
Prógvhandan á Serbreyt­ini
Anna Lovisa og Bjarki á OY Voxbotn 2026
Upptakt: Víkingur-KÍ
KÍ kvinnur møta spennandi mótstøðu
Trivnaðar­nevndin á kunningarferð á Klaks…
- Klaksvíkar Havn fær Ídni til sítt virk…
KÍ hevur kunngjørt nýggjan málverja