Lýsing
Lýsing
Lýsing

Greiður sigur til H71

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  20.09.2020 - 18:57 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi

Stjørnan hevði nýggjan leikara á liðnum í dag. Talan er um 19 ára gomlu Andjela Josipovic úr Montenegro. Andjela gjørdist toppskjútti hjá Stjørnuni við 6 málum.

Tað gekk javnt á stóran part av fyrra hálvleiki, tá Stjørnan í dag tók ímóti H71, men seinastu løtuna at fyrra hálvleiki kom stígur í málskjótingina hjá heimaliðnum, soleiðis at hálvleiksstøðan gjørdist 16-9 til gestirnar.

Stjørnan megnaði ongantíð at hótta greiðu leiðsluna hjá H71, breiddin á H71- liðnum var størri, og álopsspælið var betur skipað. Hóast tað, so góðu ungu leikarnir á stjørnuliðum ongantíð upp, tær royndu at hanga í, og hóast greiða tapið, so vóru avgjørt positiv ting hjá Stjørnuni  at taka við frá dystinum. Nýggi leikarin Andjela styrkir um liðið, men saknurin av at Tóru Eliasen, sum fyri viku síðani breyt vinstra tummil í dysti móti Kyndil, var stórur.

Endaliga útslitið gjørdist ein greiður 29-19 sigur til H71.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ í finaluni um løgmanssteypið eftir st…
Gleðiliga jólasøku
Opið hús á KG leygar­dagin
Nýtt skip í føroyska flotan
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Frískt Lot: - Vit eru spent at sleppa í…
Ótrúlig fakta: Messi og Ronaldo skora vi…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar til Andorra
Myndarøð: Íslendska forsetafrúan vitjaði…
Unga sildin kemur seg í Norð­urhøvum
Upptakt: NSÍ-KÍ
- Tað gongur ordiliga væl!
100 ára føðingardagur hjá Amandu
KÍ vitjar besta heimaliðið í ár
Paz letur upp kokkteylbarr
Ein trúgvur KÍ’ari er farin
Hans Arni og Marion – mikukvøldið í Bete…
Prógvhandanin hjá Tøknibreyt­ini verður ú…
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum
Spurnarkapping: Vinn krúss og fótbóltsbl…