Lýsing
Lýsing
Lýsing

Við Norðborg á tekniskan royndartúr

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  24.09.2020 - 15:00 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Í gjár var so stóra løtan hjá ídnaðarskipinum Norðborg. Nú skuldi arbeiðið roynast, ið hevur gingið fyri seg hjá felagnum í góðar tríggjar mánaðir. Motorurin skuldi nú roynast í sigling.

Norðlýsið var við á túrinum. Um 10 tíðina var loyst. Spenningurin var stórur.  Skipið hevur nú ligið svínabundið í Ánunum alla hesa tíð, og tað hevur sjávandi kosta reiðarínum nógva mista inntøku og eina umvælingrrokning, ið helst liggur ímillum 20 og 30 milliónir. Eitt gott boð er, at mist inntøka og umvælingar fara helst at tátta í 70 milliónum krónum. Nú skudi so roynast um átakið við at keypa ein nýggjan blokk til motorin, at montera alt av tí gamla og so seta tað upp á tann nýggja, fór at eydnast. Sjálvandi kendist á monnum, at støðan var álvarson.

Eg rann ímillum frá brúgv í maskinrúm at vita hvussu til stóð. Alt sýntist at ganga sera væl. Skipið legði frá kaj í Ánunum í sera góða sólskynsveðrinum.

Dugliga varð hugt upp á skorsteinin at vita um roykur kom úr. Jú, tjúkkur brúnur roykur var eina løtu. Tað gekk bara stutt løta, so svann roykurin burtur aftur. Maskinmenninir søgdu, at orsøkin var bara útstoytið, ið hevði ligið stilt so leingið at tað skuldi av við eitt sindur av “patina”. - Høvuðsmotorurin “spann sum ein Singer” allan túrin.

Vit sigldu norður ígjøgnum Kalsoyarfjørð, norður um Kunoynna og síðani gekk leiðin eystur um Viðoy og Fugloy, síðani suðureftir.

Niðanfyri myndir frá túrinum av Ánunum til Fugloyar. Men vit steðgaðu ikki her, leiðin gekk suður um Nólsoynna, tær myndirnar koma seinni:

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fýrasmæru­stjórnin leggur frá landi
Esmar hevur eina áhugaverda familjusøgu
OL, statslán, lesandi og føroyskur avger…
Lønið FAS-reiðaríum fyri at brúka føroys…
Lands­roknskapu­rin fyri 2025 hevði 11 mió…
Ársaðalfundur og fyrilestur við Anders…
Íslendski forsetin vitjar Føroyar í juni
Nýggj barnabók løgd fram á norð­oyastevnu
Komið øll við: Spurnarkapping og hópin a…
Barnaskráin á G! kunngjørd
Skúlin í Leirvík
Havbúnaðar­felagið hevur havt aðalfund
Saman um Fjørðin
ABC-samgongan í gávuhoyri, men hvar eru…
Eyr og mold móttøkan stongd í tveir daga…
Nýtt havna- og vinnuøki norð­anfyri Norðh…
Ákæran móti sýslumanni og grindaformonnu…
Nýggj app hjálpir tær at leggja av
Eyðun Andreassen, professari, farin
Váðaráðið tilnevnt