Lýsing
Lýsing
Lýsing
Nú verður eftir øllum at døma liðugt við at hava ótíðarhóskandi og ov trongar tunlar á Borðoynni. | Mynd: In.fo

Nú koma tunlarnir Norður um Fjall

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  30.09.2020 - 14:50 Politikkur Tíðindi

Onkur sigur 20 ár, onkur sigur 30 ár, ov seint, men í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2021 er løgujáttanin til tunlarnar Norður um Fjall 100 milliónir krónur, og tá er talan um eina upphædd, sum veruliga munar. Tunnlarnir eru mettir at kosta tilsamans eina hálva milliard, og tað verður játtað frá í fjør av og fram til 2024, tá verkætlanin verður mett at vera liðug. Samstundis er greitt, at loysnin ikki verður Gerðabøur.

Tá samgonguskjalið varð undirskrivað í fjør, so kom fjáltur á fólk. Onki stóð um tunlarnar norður um Fjall í samgonguskjalinum. Nakrar vikur seinni kom so fíggjarlógin fyri 2020, og tá gjørdist fjálturin ikki minni. Bert 15 milliónir vóru settar av. Fólk óttaðust, at hetta var eitt ”halt-kjaft-bomm”. Samgongan royndi at sissa við, at teir fóru at síggjast aftur í fíggjarkørmunum, ið vórðu lagdir fram 1. apríl. Men so kom Corona, og fíggjarkarmarnir vórðu ikki lagdir fram. Og fólkið Eystan Múla fekk ikki frið í sinnið.

Men nú lýsnar í eystri! Til løgtingsfíggjarlógaruppskotið, ið varð lagt fram í dag, 30. september, eru 100 milliónir avsettar sum løgujáttan til Tunlar Norður um Fjall. Verkætlanin verður mett at kosta tilsamans eina hálva milliard, og peningurin verður játtaður soleiðis, at 15 milliónir eru játtaðar í ár, 100 milliónir í 2021, 100 milliónir aftur í 2022, og so 135 milliónir í 2023. Longur fram enn tað gongur fíggjarlógaruppskotið ikki, men so má roknast við, at tær seinastu 100 milliónirnar verða játtaðar í 2024.

Orðarætt stendur soleiðis í uppskotinum til fíggjarlóg:

”Eftir ætlan verður nýggjur tunnil gjørdur millum Ánirnar og Árnafjørð á leið har, sum verandi tunnil er, og nýggjur tunnil verður gjørdur millum Árnafjørð og Norðtoftir á leið har, sum verandi tunnil er. Harumframt verða vegir gjørdir millum nýggju tunlarnar, og knýtt verður í verandi landsvegir. Árnafjarðartunnilin verður 1,9 km., og Hvannasundstunnilin 2,1 km. Tilhoyrandi vegagerð verður 1,9 km.

Verkætlanin kostar umleið 500 mió kr., og verður galdandi verklagslóg dagførd samsvarandi. Undangóðkenningin av feløgum er liðug, og hava fýra fyritøkur bjóðað seg fram at geva tilboð uppá høvuðsarbeiðstøkuna. Landsverk ætlar at bjóða arbeiðið út seinni í ár og byrja arbeiðið seint í ár. Verkætlanin er mett at verða liðug í 2024.”

Hervið er eisini greitt, sum vit áður hava skrivað her í Norðlýsinum, at vegaføringin og tunnilsmunnin við Gerðabø, sær út til at vera endaliga slept. Arbeitt verður við eini ætlan um at lata tunnilsmunnan Klaksvíkar-megin koma út umleið sama stað sum verandi tunnilsmunni kemur út, t.v.s. umleið áraka Ánirnar. Hetta fer helst at elva til kjak í næstum, tí nógv tey flestu tykjast halda, at Gerðabøur er tann frægara loysnin.

Men í øllum førum eru fleiri áratíggju av oyðimarkargongd nú at enda komin, og fólkið Eystan Múla og í Árnafirði sær nú ljós fyri endan av tunnilsmunnanum. Og til teirra sunnantil í landinum, ið óttaðust at hetta fór at forkoma Fámjinstunlinum, eru eisini góð boð at síggja í fíggjarlógaruppskotinum. Ætlanin er somuleiðis at gera ein Fámjinstunnil í hesum valskeiðinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund
Fleiri ymisk skeið innan vitlíki
Góða gongdin hjá J&K Petersen heldur fra…
- Vit mugu virða ta gomlu søguna og tað…