Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Komið og stuðla Treysti ungdómi

SKRIVAÐ: Treysti  |  01.10.2020 - 18:29 Ítrottur Mentan Tíðindaskriv Tíðindi

Hvørt ár í januar mánað eru børn og ung hjá Treysti í Íslandi og luttaka í innandura kapping

Hvørt ár síðani 2010 hava ungir og íðkarar, og eisini onkur tilkomin íðkari, luttikið í innandura kappingini Stórmót ÍR, sum fer fram í Laugardalshøllini í Reykjavík. Umstøðurnar har er framúr góðar at luttaka í ymsum greinum í frælsum ítrótti. Í Reykjavík hevur øll árini verið gist á Hotel Ørkini.

Undanfarin ár hava vit samla nakað av peningi, við at hjálpa til tá ymisk tiltøk hava verið í Klaksvík. Men í ár er so alt avlýst og av tí sama mugu vit finna uppá okkurt annað.

Í hesum sambandi fara vit at hava eitt stuðulstiltak leygardagin 3.okt frá 14.00-17.00 á Biskopstorginum. Tiltakið byrjar við at børn og ung hjá Treysti renna stuðulsrenning við Norðoya Sparikassa. Tey fara at renna í hálvan tíma. Stuttligt verður at síggja hvussu nógvar umfør tey klára. Á Biskopstorginum verður tombola, fiskibrunnur og søla av poppkorn, greytísi, vaflum, sodavatni og kaffi/te. Frá kl. 15 verður møguleiki at keypa grilla lambskjøt og grís við chips og sós.

Vit vóna at síggja nógv fólk á Biskopstorginum leygardagin.

Børn og ung í Treysti takka fyri allan stuðul.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Konsert í heimsflokki í Varpinum í dag.
Hagtøl: KÍ kvinnunar fingið betri byrjan…
Fyrra bræv Pæturs
Fyrra bræv Pæturs
Fyrra bræv Pæturs
Klassisk konsert og opin pallur í Varpin…
Ræstur fiskur í Neystinum
Føroyameistarakappingin í bridge fyri pø…
1 mai røða hjá Bjørg B Egholm
Vælkomin til Toftir á Bátafestivalin
Konsertrøð við sello og flygil
Steggjaveitsla: Burturvilsti sonurin van…
17 konfirmantar játtaðu sín dóp
EL-IN 20 ár í Klingrugarði
Føroyskar fyritøkur vístu seg fram á Ice…
Góður rakstur og kappingarførir karmar t…
Morguntúrur Dýra Biðudag 1. mai kl. 8.00
KÍ kvinnur­nar kempaðu sigurin heim
KÍ kvinnur­nar vunnu á Vikingi í kvøld
KÍ møtir NSÍ í hálvfinalunum
Lýsing