Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: KVF (Skíggjamynd)

Mistøk kostaðu dýrt í Dublin

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  01.10.2020 - 22:00 Ítrottur Tíðindi

KÍ spældi ein góðan seinna hálvleik, men tað var ikki nokk, tí persónligu mistøkini vóru ov mong, og tí tapti liðið 3-1.

Í fyrra hálvleiki var Dundalk betra liðið. Serliga seinnu helvt av hálvleikinum lá KÍ langt afturi á vøllinum og eftir trýst eina løtu, so kom Dundalk á odda 1-0. Stutt eftir hálvleik kom Dundalk á odda 2-0, tá KÍ-leikarar ikki fingu ruddað eitt lítið vandamikið hornaspark burtur. KÍ minkaði um munin við frálíkum máli frá Ole Erik Midtskogen. KÍ fekk sjálvsálit og tað lá eitt 2-2 mál í luftini, men so komu aftur mistøk, ið gjørdu, at Dundalk kom á odda 3-1, og so var avgjørt. 

Hyggja vit eftir málunum hjá Dundalk, so vóru tey øll av slagnum, har KÍ-leikarar ikki síggja ov gott út. Dundalk var betra liðið í fyrra hálvleiki, meðan KÍ var betra liðið í seinna hálvleiki. Álopsparturin hjá KÍ var ikki eins neyvur sum hjá heimaliðnum. KÍ er sostatt úti av Europa League kappingarárið 2020, har KÍ sum fyrsta føroyska liðið kom til Play-off dyst.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Meinhardt Joensen vitjar Norðlýsið
Team Klaksvík gjørt sáttmála við málmann…
Gadus siglir heim
20 ára hátíðarhald á Listasavni­num á San…
- Vit skulu fokuserað uppá egið tilfeing…
- Hava tit hug at boksa - komið so við!
Country Festivalu­rin 2026 verður í vikus…
Asfaltering av Kjalarvegnum
Atlantic Airways flýgur føroyskar áskoða…
Lív og livandi landsløg – søgur úr Føroy…
3,5 mió. kr. til útbygging av Gloria
Rudda byggiplássið frammanfyri Varpið
Ari Samson vitjar Norðlýsið
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Norrøna felagið í Århus á vitjan
Heimskendir gospelartistar í Varpinum le…
Deiligt at síggja landsliðs­felagarnar
Lyfta er nú JLG-umboð í Føroyum
Útróður ein føroysk vinna og siðvenja un…
53 skótar úr Klaksvík á altjóða legu í D…