Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Norðborg: Vit høvdu ynskt KÍ at vunnið

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  02.10.2020 - 16:10 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Ja, vit vóru spentir her umborð í gjár, tá flaggskip okkara KÍ skuldi á vøllin í Írlandi. Sum teir vinnarar teir altíð eru, vístu teir írum at teir skulu takka eydnuni fyri at teir vunnu dystin.

Kokkarnir her umborð, sum eru framúr góðir, høvdu baka KÍ køku til dystin. Men onki hjálpti sjálvt um vit har afturat heppaðu. - Tó ídag hava vit tað eisini gott.

Í løtuni eru vit einar 90 fjórðingar eystur úr Fugloynni og leiðin gongur suður eystur, nú vit hava skotið trolið aftur eftir miðdag. Náttin gav væl, so tað vit ikki fingu á vøllinum í Írlandi í gjárkvøldið, tað hava vit bøtt upp á í nátt, so lagið er sera gott, heili 400 tons av sild eru komin í tangarnar og harafturat hevur ein vakt megna at fingi 67 tons av flaki skorið, fryst og pakka. Kanska var tað KÍ sum hjálpti til.

Veðrið er av tí besta, mest sum stilt, eitt lot av landsynningi. Eg havi tikið nógvar myndir í dag og harafturat film. Men tað verður ov nógv at koyra út her nú. Í lastini hava vit nú 750 tons av flaki og 150 tons av mjøli.

Hugaligt hevur verið at sæð hini føroysku skipini, sum eru kring um okkum og ikki minst at síggja Christian í Grótinum. Har var Páll á vaktini í morgun, sum altíð ringur eftir fiski. Christian sær eisini væl lastaður út á myndunum. (Myndin av okkum, Norðborg og Christian í Grótinum, sendi Gøtunes okkum).

Lýsing
Seinastu tíðindini
Alt streingir ið tóna
Enn eitt stórt vónbrot hjá KÍ móti botnl…
Myndarøð: KÍ - Skála ÍF
Veðrið í vikuni
Brynja Høj eitt ár aftrat í Stjørnuni
Julian rann seg til enn eitt met
Upptakt: KÍ-Skála
Konsert í heimsflokki í Varpinum í dag.
Hagtøl: KÍ kvinnunar fingið betri byrjan…
Fyrra bræv Pæturs
Fyrra bræv Pæturs
Fyrra bræv Pæturs
Klassisk konsert og opin pallur í Varpin…
Ræstur fiskur í Neystinum
Føroyameistarakappingin í bridge fyri pø…
1 mai røða hjá Bjørg B Egholm
Vælkomin til Toftir á Bátafestivalin
Konsertrøð við sello og flygil
Steggjaveitsla: Burturvilsti sonurin van…
17 konfirmantar játtaðu sín dóp
Lýsing