Lýsing
Lýsing
Lýsing

Eingin skal stúra um tak yvir høvdið

SKRIVAÐ: Signhild Vilhelmsdóttir Johannesen, Javnaðarflokkurin  |  14.10.2020 - 08:00 Kommunuval 2020 Politikkur Tíðindaskriv

Størsta avbjóðing, føroyska samfelagið stendur við í dag, man vera bústaðartrotið. Hóast góða og uppgangandi búskapin seinastu árini, hava vit ikki megnað at nøktað tørvin á grundstykkjum ella aðrari íbúðarbygging í nóg stóran mun.

Tíðin eftir lokna útbúgving og loknan lesnað er gáttin inn í vaksnamannalívið. Lívið við spennandi og ókendari framtíð. Ein fær sína egnu familju, børnini koma, og alt er nýtt og spennandi. At ein so týðandi partur sum bústaðir, eitt heim til familjuna, skal vera so avbjóðandi, yvirskuggar alt tað, sum burdi verið gott.

Bygdirnar eru so sanniliga eisini eftirbátar á hesum økjum. Vilja vit varðveita bygdir og útoyggjar, eiga vit at vera viðspælarar. Klaksvíkar kommuna eigur alt fyri eitt at senda umsókn til Bústaðir, nú tað ljóðar, at uppskot um meirjáttan er á veg. Her hugsi eg serliga um Kalsoynna; ein útoyggj, sum liggur væl fyri, góð farleið og stórur áhugi hjá ungum fólki at seta búgv.

Grundstykkir eru fleiri ávegis í Klaksvíkar kommunu. Á Fossum verður nú byrjað uppá 1. byggistig, 21 grundstykkir og 14 raðhúsastykkir. Eisini eiga vit at fara undir íbúðarbygging eftir sama leisti sum Vágs kommuna. Klaksvíkar kommuna eigur tøkt lendi, so hetta burdi ikki tikið óneyðuga langa tíð.

Privatar fyritøkur eru eisini farnar at bjóða seg fram at byggja. Íbúðarblokkar eru bygdir, nakrir eru í ger, og aðrir eru kunngjørdir. Eitt gleðiligt og neyðugt stig rætta vegin.

Útboð í mun til eftirspurning hava vit ikki megnað í nóg stóran mun, og ger hetta, at húsaprísurin er farin langt upp um tað, sum ein ung familja klárar fíggjarliga. Hetta er syrgiligt, hetta má raðfestast og hetta má rættast uppá. Alt annað líka vil størri útboð lækka prísin. Millum annað hetta, vilja vit á Javnaðarlistanum rætta uppá.

JAVNVÁG ímillum útboð og eftirspurning. Øll skulu hava eitt stað, sum tey kunnu kalla sítt heim, og sum tey eru før fyri at rinda.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap