Lýsing
Lýsing
Lýsing
Jónley Poulsen, næstforkvinna í Flogbóltssambandi Føroya, er okkara umboð í Wien. Hon stendur her høgrumegin Aleksandar Boricic, sum er nr. 2 frá vinstru.

Flogbóltur: Aleksandar Boricic afturvaldur til forseta í CEV                                                    

SKRIVAÐ: FBF  |  16.10.2020 - 21:00 Ítrottur Tíðindaskriv

Á árliga aðalfundinum hjá CEV - evropeisku flogbóltssamgonguni, sum er í hesum døgum í Wien, hevur forsetaval verið í dag. Valið stóð ímillum sitandi forseta Aleksandar Boricic og avbjóðaran Hanno Pevkur úr Estlandi.  

Helst ongantíð hevur so hart valstríð verið til eitt forsetaval í CEV. Av tí sama var spenningurin eisini stórur, tí væntað var, at tað fór at gerast ógvuliga tætt ímillum valevnini.

Tá ið avtornaði, var tó ikki so tætt, tí Aleksandar Boricic fekk 36, atkvøður og Hanno Pevkur fekk 19. Tað er so statt greitt, at Aleksandar Boricic, sum vitjaði í Føroyum í februar, er afturvaldur og er forseti í CEV næstu 4 árini.

Úrslitið vísir, at Aleksandar hevur stóra undirtøku frá limalondunum, men hann fær samstundis eina stóra uppgávu í at savna ymisku áskoðanirnar, sum eru komnar til sjóndar í valstríðnum.

Aleksandar Boricic var í vár á vitjan í Føroyum í sambandi við steypafinalurnar og frímerkjaútgávuna hjá Posta, í sambandi við at flogbólturin gjørdist 125 ár.

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ í finaluni um løgmanssteypið eftir st…
Gleðiliga jólasøku
Opið hús á KG leygar­dagin
Nýtt skip í føroyska flotan
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Frískt Lot: - Vit eru spent at sleppa í…
Ótrúlig fakta: Messi og Ronaldo skora vi…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar til Andorra
Myndarøð: Íslendska forsetafrúan vitjaði…
Unga sildin kemur seg í Norð­urhøvum
Upptakt: NSÍ-KÍ
- Tað gongur ordiliga væl!
100 ára føðingardagur hjá Amandu
KÍ vitjar besta heimaliðið í ár
Paz letur upp kokkteylbarr
Ein trúgvur KÍ’ari er farin
Hans Arni og Marion – mikukvøldið í Bete…
Prógvhandanin hjá Tøknibreyt­ini verður ú…
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum
Spurnarkapping: Vinn krúss og fótbóltsbl…