Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nú er tað so alment at eg stilli upp til Býráðsval í Klaksvíkar Kommunu

SKRIVAÐ: Frímund Hansen  |  16.10.2020 - 21:50 Kommunuval 2020 Politikkur Tíðindaskriv

Havi hug til at greiða eitt sindur frá hvør ið eg eri, serliga fyri tí unga fólkinum. Tí eg flutti úr Klaksvík í skúlaørindum longu í 1987 og havi ikki havt adressu í Klaksvík aftur fyrr enn nú, eg eri fluttur til Svínoyar

Tey sum vóru á mínum aldri tá, kallaðu meg bara fyri Frulli. So um spurt verður inn til tað, munnu verða fleiri sum duga at siga frá.

Eg eri Klaksvíkingur við stórum K. Heygadrongur, sonur Jóan Paula í Svíni og Fridu úti á Oyri. Tá slektirnar eru stórar í fleiri lið, røkka tær um allar Norðoyggjar og í sjálvar røturnar í kommununi.

Eri giftur Eydnu Weihe av Selatræð og vit eiga 4 børn.

Lívsviti er úr Klaksvíkar Skúla, egningarskúrunum á Stongunum, bátinum á Borðoyavík, arbeiði og í skrivstovulæru hjá Kjølbro, handilsskúla, merkonom og arbeitt sum grannskoðari. Eitt skifti fyrst í 90unum sum fyristøðumaður í fiskivinnuvirki í Kanada til eg byrjaði mína karieru í aling. Var í leiðsluni á Vestlax í 15 ár, har av tey flestu sum stjóri.
Seinastu 10 árini havi eg verið sjálvstøðugt vinnureknadi, við misjavnari úrtøku tó. Men eg eri við gott mót og takist við tað sama enn og tað trillkar rætta vegin. Havi eina ”turka” trúgv uppá at her eru virðir at heinta, tó at tað er stríggi. Felag mítt eitur Sp/f Glyggur Fishproteins and Bait. Endamáli er savnan av fiskaavskurði og fráskyldum fiski til góðsking og menning til djórafóður og agn.

Skóti í SNP, Kí-ari, Fípudrongur og Stjørna’an

Havi áltíð verið Fólkaflokksmaður við rímuliga sterkum sosialum profili og verið formaður í Ungmannafelagnum í Norðoyggjum. Eri trúgvandi protestantur og góður við Kristnan boðskap. Dámi væl Frændir’sa tónleik og ein túr í Stovuna viðhvørt til gott prát, eina Føroya Bjór ella bara eitt krúss av kaffi.

Tit fáa meg sum eg eri

Eg komi at skriva nakrar greinar Norðlýsinum um hvat í eg havi uppá hjarta at gera í býráðnum!

Meira seinni!

 

Við Klaksvíkskvøðu

Frímund Hansen
Um Eiði 8
Svínoy

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sterkar norð­oyatingkvinnur stýra fíggjar…
Móðurmálið í fjølmiðlahøpi var á skrá á…
Myndarøð og dystarfráøgn: KÍ var sekundi…
Legendu dansur í Dansifrøi 
Flaggdagshald í Havn 2026
Føroya Bilasøla fær umboð fyri tvey altj…
Tilmæli um hækkandi vatnstøðu í Føroyum
62°N VINNA savnar føroyska vinnulívið á…
Hermann Samuelsen nýggjur løgtingslimur
Mentan­arvika í Runavík
Millum Washington og Keypmannahavn: Føro…
Tingnevndir­nar valdar í dag
Jákup E. Petersen settur í embæti á Tvør…
Stórt Tunnilsblað í gerð
Boða frá tiltøkum til norð­oyastevnuskrán…
Upptakt: AB-KÍ
Sandoy Hálvmaraton er so nógv meira enn…
Veðrið í vikuni
Föroya Bjór má ongan veg fara
Framsýningin hjá kvøld- og frítíđarundir…