Lýsing
Lýsing
Lýsing
Eitt sindur kalt næstu dagarnar. Tað er vorðið hvítt í erva. | Mynd: Wikimedia Commons

Veðrið í vikuni, sum kemur

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  18.10.2020 - 16:41 Tíðindi Veðrið

Hesa árstíðina gerast lágtrýstini, sum koma ímóti Føroyum, lægri og fáa meiri megi, enn tey hava gjørt síðan einaferð í vár.

Skiftini ímillumveðurskipaninar eru tí meiri markant, enn vanligt er á sumri.

Fyrra partin av vikuni fer eitt lágtrýst yvir Írlandi og Bretlandi av stýra veðrinum í Føroyum. Soleiðis sum tað er væntað at ferðast, fer ættin spakuliga at flyta seg úr eystri mánamorgun og upp í norðan mikukvøld. Hósnátt er tað farið so langt burtur frá okkum, at tað missur sína ávirkan her.

Í tess stað kemur eitt annað lágtrýst; tað ferðast nógv longur norði. Løtuna ímillum hesi lágtrýst er stilli – hetta verður væntandi báðumegin middag hósdagin.    

Eftir tað fara vit at hava ættirnar ímillum landsynning og útsynning restina av vikuni og í vikuskiftinum. Tá fer at vera heilt fitt av vindi eina løtu. Orsøkin er, at reduseraða lufttrýstið í miðjuni fer á lágtrýstinum heilt niður í 954hPa.

Veðrið meira ítøkiligt – dag fyri dag:

Mánadag: Eystan, sum gongur upp í landnyrðing-eystan út á kvøldið. Vindurin veksur úr 7 til 12 m/s fyrrapartin upp í 10 til 15 m/s um kvøldið. Ælaveður allan mánadagin – teir flestu har ættin er keðilig; onkrasteðs einki æl.

Hitin mánadagin fer at liggja um 5 til 6 stig.

Týsdag: Landnyrðingur, sum gongur upp í landnyrðing-norðan út á seinnapartin. Vindferðin um 10 til 15 m/s allan dagin. Fyri tað mesta turt allan týsdagin – tó okkurt ælið í støðum.

Hitin týsdagin fer at liggja um 5 til 6 stig.

Mikudag: Landnyrðingur-norðan, sum gongur upp í eysturhallan norðan út á kvøldið. Vindferðin minkar úr 10 til 15 m/s um náttina niður um 5 m/s um kvøldið. Fyri tað mesta turt allan mikudagin – tó okkurt ælið í støðum (júst sum týsdag).

Hitin mikudagin fer at liggja um 5 til 6 stig.

Hósdag: Landnyrðingur-norðan um náttina, men hann fer at mala út ymsum ættum fyrrapartin. Út á seinnapartin landsynningur. Vindferðin er minni enn 5 m/s um náttina, og minkar niður í lítið og einki fyrrapartin. Seinnapartin veksur vindurin spakuliga; á midnátt eru 8 til 13 m/s; eina løtu eftir midnátt eru 18 til 23 m/s. Fyri tað mesta turt allan hósdagin.

Hitin hósdagin fer at liggja um 6 til 8 stig – líka sum dagarnar frammanundan.

Fríggjadag: Útsynningur á morgni, sum fer í landsynning seinnapartin. Vindferðin um 8 til 13 m/s fyrrapartin, men veksur upp í 10 tl 15 m/s út á kvøldið. Regn fríggjanátt og -morgun. Tað slítur í út á fyrrapartin.

Hitin fríggjadagin fer at liggja um 7 til 9 stig.

Leygardag: Landsynningur á morgni, sum fer niður í sunnan fyrrapartin. Vindferðin veksur úr 10 til 15 m/s fyrrapartin upp í 15 til 20 m/s seint seinnapartin ella um kvøldið. Tað regnar leygarmorgun og -fyrrapart. Turt út á seinnapartin.  

Hitin leygardagin fer at liggja um 8 til 10 stig.

Sunnudag: Sunnan og útsynningur-sunnan. Vindferðin minkar úr 15 til 20 m/s fyrrapartin niður í 10 til 15 m/s seinnapartin. Tað regnar eina løtu sunnumorgun. Seinnapartin turt.  

Hitin sunnudagin fer at liggja um 9 til 11 stig.

 

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Uppmøting hjá býráðslimum seinna hálvár…
Nú er nóg mikið við miseydnaðum byggiver…
Topp 3 Ársins Leiðarar 2026 eru nú kunng…
Dokkin á Skála tekur skap
Holocaust Minningarhald
Kvøldarlesing - eitt væleydnað kvøld
10'arin funnin?
Løgtings­røðarapallu­rin dagførdur
Ph.d.-skúli er nú settur á stovn á Fróðs…
Hagafundur fyri Uppsalahaga
Bókacafe við Vónbjørt Vang
Hvørjum bíðar samgongan eftir?
KÍ stjørnuskotið 18 ár
Blaðið fyllist
Ongum nýtist at fara til Singapore við J…
Almennir fundir
Mest hýsa at fáa
Veðurlags­lógin er reinur signal­politikku…
Fundur 29. januar fyri komandi 1. floks…
Láturligt uppskot um leigustuðul