Lýsing
Lýsing
Lýsing

Landsstýrið brennur ljósið í báðum endum

SKRIVAÐ: Kristina Háfoss, Løgtingskvinna  |  18.10.2020 - 20:34 Politikkur Tíðindaskriv

Alt tað uppsparda avlopið hjá landinum er, eftir bert einum ári, brúkt vegna ófíggjað útreiðslugildi hjá landsstýrinum. Samstundis hevur landsstýrið minkað inntøkur landsins við fleiri lógarbroytingum, uttan at seta nýggjar inntøkur í staðin.

Úrslitið er, at farið er frá avlopi á nærum hálva milliard í 2019 til stórt hall - sjálvt uttan útreiðslur orsakað av korona.

 

·      Nú fíggjarlógaruppskotið fyri 2021 er lagt fram er greitt, at leypandi útreiðslur landsins til rakstur eru øktar um 600 milliónir og 12% eftir bert 2 árum - harafturat koma korona-útreiðslurnar, ið hava verið neyðugar - alt ófíggjað.

 

·      Inntøkur landsins og inntøkurnar hjá kommununum eru samstundis minkaðar munandi við fleiri lógarbroytingum - alt ófíggjað.

 

·      Serskattaskipanir settar í verk fyri fleiri bólkar - alt ófíggjað.

 

·      Inntøkur frá tilfeingisgjøldum minkaðar munandi - alt ófíggjað.

 

·      Útreiðslur til íløgur á fíggjarlógini øktar - samstundis sum íløgur, ið áður sóust á fíggjarlógini verða fluttar út um fíggjarlógina.

 

·      Fíggjarliga langtíðarhaldførið hjá landinum, og harvið fíggjarliga grundarlagið undir okkara vælferðarsamfelagi, er hartil munandi versnað við fleiri stuttskygdum lógarbroytingum og ófíggjaðum átøkum eitt nú á pensjónsøkinum.

 

·      Skuld landskassans er økt 1,6 milliard - harav bert ein partur er orsakað av korona.

 

·      Nú alt tað uppsparda avlopið er brúkt, verður farið eitt stig víðari. Nú mæla samgongufólk til at selja landsins fyritøkur - eitt nú Føroya Tele - fyri at brúka enn meira pening beinanvegin. Hvar endar hetta?

 

Fleiri ávaringar um skeiva fíggjarpolitikkin

 

Tað er ikki uttan orsøk, at bæði Vinnuhúsið  og Fíggjarmálaráðið - í tíðindaskrivi og búskaparfrágreiðing - ávara ímóti førda fíggjarpolitikkinum. Búskaparráðið vísir eisini á, at Føroyar - hóast korona - als ikki eru í einum búskaparligum aldudali, og mælir frá, at seta ferð á búskapin.


Landsstýrið ger nógv fyri, at flyta Føroyar burtur frá málinum um ein sjálvberandi búskap - kanska hetta er endamálið?

 

Søgan endurtekur seg

Á heysti 2011 fingu somu flokkar, sum nú eru í landsstýrinum – Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Miðflokkurin (umframt Sjálvstýri) – ábyrgd. Valdu tá, eins og nú, at brenna ljósið í báðum endum. Úrslit landskassans versnaði. Hetta hendi enntá hóast valt varð frá 2012 at inntøkuføra 2-300 milliónir árliga av framtíðar pensjónsskatti. Inntøkur, ið ikki vóru í 2011, og sum koma at mangla seinni.


Á heysti 2015 fingu vit – Tjóðveldi saman við Javnaðarflokkinum og Framsókn –

ábyrgd, og valdu at venda gongdini beinanvegin. Framskrivaða fíggjarlógin fyri 2016 vísti tá stórt hall á -144 mió. kr. Við javnari býti av virðunum við fult fíggjaðum lættum til lág- og miðallønt, við nýggjum inntøkum og varligum útreiðsluvøkstri, eydnaðist at venda stórum halli til avlop. Skuldin minkaði og uppsparingin vaks. Búskaparliga gjørdust vit meira sjálvberandi og sjálvbjargnari.

Á heysti 2019 endurtók søgan frá 2011 seg - tíverri.


Enn ein upprudding fyri framman

Núverandi landsstýri fremur nógv ófíggjað átøk, ið minka inntøkur landsins og økja útreiðslurnar. Úrslitið er hareftir.

 

Landsstýrið brennur fíggjarliga ljósið í báðum endum.

Ein av høvuðsuppgávunum hjá einum komandi landsstýri verður tí, at at fáa skil aftur á fíggjarpolitikkin og at venda gongdini – einaferð enn.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…
Flogbóltsmenni­nir vunnu á Norð­urírlandi
Nevndin í Stjørnuni hevur skipað seg
Fullveldis­politikkur og vantandi viðlíka…
Skulu skapa fleiri kjansir
Knit in Public - Klaksvík
Tá menn gerast pápar, broytist meira enn…
Frits í stýrhúsrúti­num á Lisshøvda undir…
Menniskjansligt ríkidømi
Oljuleiting her og nú!
Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu
Felagið Føroysk Bygdarsøvn
Stjørnan styrkir venjaratoymið
ASC - arbeiðstíð og tørvurin á einum fak…
Norð­urlendsk fakfeløg fyri undirvísarar…
Amnesty opið hús á mentan­arnáttini