Lýsing
Lýsing
Lýsing

Anfinn Hansen stillar upp til býráðsvalið í Klaksvík

SKRIVAÐ: Anfinn Hansen, Valevni fyri Norðoya Tjóðveldisfelag  |  19.10.2020 - 12:30 Kommunuval 2020 Politikkur

Eg vil virka fyri, at Klaksvíkar kommuna framvegis heldur á í teirri menning, sum kommunan er í. Klaksvíkar kommuna steðgar ikki her, men skal halda áfram at menna seg, so Klaksvíkar kommuna verður fremsta kommuna í landinum!

 

** Stutt um meg **

Eg eri útlærdur húsasmiður og byggifrøðingur. Dagliga starvist eg í byggivinnuni á teknistovuni hjá FUGLARK í Klaksvík.

Umframt royndir úr byggivinnuni havi eg verið útróðrarmaður og verið við trolara.

Unnustan - Durita og eg, eiga saman ein 4-ára gamlan son og vænta eitt í januar.

Við mínum førleikum og royndum úr byggivinnuni og kunnleikanum til staðbundnu vinnuna, meti eg meg hava førleikarnar at gera mun í býráðsarbeiðnum.

Eg vil virka fyri, at Klaksvíkar kommuna framvegis heldur á í teirri menning, sum kommunan er í. Klaksvíkar kommuna steðgar ikki her, men skal halda áfram at menna seg, so Klaksvíkar kommuna verður fremsta kommuna í landinum!

 

Ein býur fyri fólkið og vinnuna!

 

** Barna- og familjubýurin **

Barnafamiljurnar og eldri borgararnir eru krummtappurin og snúningsásin í øllum trivnaði í kommununi.

- Tí skulu fjøltáttaðir bústaðarmøguleikar so sum eldraíbúðir og fleiri útstykkingar raðfestast.

- Dagstovnaøkið skal raðfestast hægri við fleiri dagstovnaplássum og miðvísari menning av tilboðum til ung og børn í kommununi.

 

** Vinnubýurin **

Fiskivinnuhøvuðsstaður Føroya er samleikatekin norðoyinga.

- Tí skulu keikantar og undirstøðukervi hjá sjótengdu vinnuni í býnum betrast munandi.

- Økið norðuri á Stongunum skal dagførast og ein skynsom og endalig loysn finnast á hesum øki til frama fyri dagliga virksemi á hesum stað.

 

** Mentanarbýurin **

Mentanin skapar samanhald og samleikan í kommununi.

- Staðbundna matvøruvinnan og útróðurin hevur einki stað at bjóða borgarum “heimsins besta fisk” og føroyskar matvørur, tískil skal maritima økið við sølitorgi o.ø. við bátabrúgvarnar aftur á skrá í komandi valskeiði.

- Frítíðar- og ítróttarvirksemið í kommununi er í fullum blóma, tískil skal arbeiðast víðari við at betra um karmarnar hjá hesum virksemi.

 

** Ferðslu- og rakstrarbýurin **

Undirstøðukervi og rakstur tryggjar vøkstur og menning:

- Ferðslu- og parkeringsviðurskiftini í býnum mugu endurskoðast og leggjast í eina trygga legu við eini heildarætlan fyri ferðslu- og parkeringsviðurskifti í øllum økjum í býnum.

- Verkætlanirnar, sum eru í gongd og skulu fremjast, skulu samskipast betri enn áður, soleiðis at tær rúma fígging til fulla liðuggerð av byggingini og uttanumøkjum.

 

 

Anfinn Hansen

Valevni fyri Norðoya Tjóðveldisfelag

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vit mugu skapa, áðrenn vit býta út
A: Valkafé í Skálanum
Fingrar­nar vekk frá tíggjunda!
Súgvirørsplakatir­nar halda ikki
VALQUIZ á kafé Fríðu í kvøld
9 norð­oy­ingar vilja á Fólkating
Tað er blivið ov dýrt at búgva í Føroyum…
Felags valkáfe í Varpinum
Karin Kass gevst á Sjóndeplinum
Almennur valfundur í Varpinum
Myndarøð: Einki skapandi spæl á KÍ-liðnu…
Tað skal vera lættari at sleppa til sála…
Hjartað í vælferð­ini krevur raðfesting
Burtur við Brotsmonnum
Hugsar nakar um ADHD og Autismu?
Løgtingsval – ikki kommunuval
Áheitan til politisku flokkarnar
Tá eitt barn kemur í heim – og gleðin ve…
"RÆTTINDI EIGA TÍ AT VERÐA LÓGARTRYGGJAÐ…
Ein rættleiðing til Hans Ellefsen: Rokna…