Lýsing
Lýsing
Lýsing

Burtur við Brotsmonnum

SKRIVAÐ: Sunnvá Dahl Høgfeldt  |  20.03.2026 - 20:00 Politikkur

Vit skulu krevja eina reina revsiváttan frá øllum teimum, ið ynskja at koma til Føroyar at arbeiða ella at búgva.

Nógv fólk blanda Fast Track skipanina og útlendingapolitikkin. Fast track skipanin hevur bara gjørt avgreiðslutíðina fyri arbeiðsloyvini styttri. Treytirnar fyri at koma til Føroya, eru tær somu sum tær vóru, áðrenn Fast Track skipanin varð sett í verk. Føroyar hava brúk fyri arbeiðsmegi, og uttan útlendsku arbeiðsmegina, vóru vit ikki komin so langt sum vit eru í dag. Men tað merkir ikki, at vit ikki skulu taka ábyrgd av teimum, ið koma hendanvegin. Tí haldi eg, at vit eiga at styrkja okkara útlendingapolitikk.

Ein sjálvsagdur partur er, at vit seta krav um revsiváttan, tá fólk søkja um uppihalds- og arbeiðsloyvi í Føroyum. Tað snýr seg um tryggleika, tí vit skulu vita, hvør kemur inn í okkara samfelag.

Síðan skulu vit tryggja, at tey ið ynskja at búseta seg her, verða integrerað og gerast ein partur av føroyska samfelagnum. Tí eiga vit at seta greið krøv um mál og mentan. At læra føroyskt, og at skilja føroyska mentan, er lykilin til at gerast partur av samfelagnum, bæði á arbeiðsplássinum og í gerandisdegnum.

Men rættindi og ábyrgd fylgjast at. Fólk, sum velja at búgva og arbeiða í Føroyum, skulu virða okkara lógir. Tí halda eg og Sambandsflokkurin, at tey, ið fremja álvarslig lógarbrot, skulu vísast av landinum. Tað er ein grundleggjandi fortreyt fyri einum tryggum og vælvirkandi samfelagi.

Hetta snýr seg ikki um at seta fólk í básar. Tað snýr seg um at skapa eitt samfelag, ið er opið fyri arbeiðsmegi, men sum samstundis hevur greiðar reglur og ein greiðan integratiónspolitikk. Tað handlar um at skapa trivna og tryggar karmar fyri øll, ið búgva her. Ein greiður og rættvísur útlendingapolitikkur er ein fortreyt fyri góðari integratión og einum tryggum samfelag.

X við Sunnvá Dahl Høgfeldt 26. mars og við Sambandsflokkin 24. mars.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað skal vera lættari at sleppa til sála…
Hjartað í vælferð­ini krevur raðfesting
Burtur við Brotsmonnum
Hugsar nakar um ADHD og Autismu?
Løgtingsval – ikki kommunuval
Áheitan til politisku flokkarnar
Tá eitt barn kemur í heim – og gleðin ve…
"RÆTTINDI EIGA TÍ AT VERÐA LÓGARTRYGGJAÐ…
Ein rættleiðing til Hans Ellefsen: Rokna…
Gott fíggjarligt úrslit hjá Smyril Line…
Bústaðaneyðin má loysast sum skjótast
Veðrið um vikuskiftið
Norðoya Sparikassi 30 milliónir í avlopi…
Vit mugu tryggja virðilig kor fyri fólk…
Í Føroyum tosa við føroyskt
Foytt Val
Gaston bleiv pápi í vikuni – hann er á K…
J&K Petersen tvífaldar ársúrslitið
Almanna­lógin skal fíggjast
Fýra svanar á Víkini ídag