Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bjarni Arnason er nýggjur nevndarformaður

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  20.10.2020 - 14:43 Tíðindaskriv Vinna

Á eykaaðalfundi týsdagin 20. oktober 2020 varð Bjarni Arnason valdur sum nevndarlimur í samtaksnevndina fyri Føroya Tele.

Nevndin skipaði seg eftir eykaaðalfundin við Bjarna Arnason sum formanni og Johnni M. Poulsen sum næstformanni.

Nevndin á Føroya Tele er mannað av fýra nevndarlimum, sum eru valdir av Føroya Landsstýri, og trimum starvsfólkavaldum nevndarlimum. Nýggi nevndarlimurin umboðar eigaran Føroya Landsstýri og er valdur av Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum.

Bjarni Arnason er 50 ára gamal og útbúgvin cand.merc.aud. frá CBS. Síðani 1989 hevur hann starvast sum granskoðari, har hann hevur grannskoðað og ráðgivið bæði størri og smærri fyritøkum. Harafturat hevur Bjarni starvsroyndir innan bankaheimin og hevur verið partnari hjá Rasmussen&Weihe.

Bjarni starvast í dag sum partnari og stjóri hjá granskoðanarvirkinum NUMO.

 

Nevndin á Føroya Tele er mannað soleiðis:

Bjarni Arnason
Johnni M. Poulsen
Annbritt Tummasdóttir Nielsen
Lena L. Mohr
Levi T. Nybo
Ólavur Simonsen
Finnbjørn Simonsen

Lýsing
Seinastu tíðindini
Eykakonsert: Heiðurs­konsert fyri ”Teimum…
Vel ein Hermann 26. mars!
Flogbóltur: Avgerandi dystur í Badminton…
Heimur, hvussu livir tú?
Upptøka á vallista umvegis Vangan
Nýggjur stjóri í Terminal.fo
Tekniski Skúli á breddan í dag
Bakkafrost tvífaldar linjukapacitetin á…
Herman og Jóan Petur stilla upp fyri Sam…
Jósef í brunninum
Javnleik í aðalroyndini
Opera fyri øll í Varpinum
Klaksvíkar Arbeiðsmanna­felag hevur aðalf…
Beinta Løwe stillar upp fyri Framsókn
Stjørnan danskan styrk til komandi kappi…
Valfundur á Skúlatrøð um vinnukarmar og…
Reint vatn til fjarskot­nar bygdir – før…
Eyka konsert Tey á Kamarinum
Aðalfundur og 2. og 3. uppstillingarfund…
Evnisdagur fyri sjófólk