Lýsing
Lýsing
Lýsing

Klaksvík – eisini ein barnabýur

SKRIVAÐ: Annika S. Biskopstø  |  25.10.2020 - 17:19 Kommunuval 2020 Politikkur

Øll skulu vit hava eina góða byrjan uppá lívið. Børnini og tey ungu eru framtíðin og okkara størsta og mest dýrabæra tilfeingi. Eg vil fegin vera rødd barnanna.  

Fyrstu árini hava stóran týding – kropsliga, sálarliga og sosialt. Og í Klaksvík eigur barnafamiljan eisini at vera í miðdepilinum. Eg fari at arbeiða fyri, at fáa spæliplássini liðug, fríðkað við trøum, ljósum og góðum benkrum og borðum. So vit øll, smá og vaksin, fáa eina góða uppliving. 

Somuleiðis fari eg at arbeiða fyri eini hugna- og spælistovu til okkara smæstu borgarar, har tað, allar gerandisdagar, er møguleiki at pusla og hitta onnur, sum eru í barsil ella heima við barninum. 

Vit eiga eisini at tryggja góðskuna í okkara vøggustovum, barnagørðum og í fólkaskúlanum. 

Tað er umráðandi at hava kreativar verkstaðir, lesikrókar, aktivitetsrúm og góðir uttandura møguleikar, har allir sansir verða stimbraðir. Spælipláss og ein góður skúlagarður er í barnaverðini eisini ein sjálvfylgja. Tí rættir og rúmligir karmar leggja upp til hugflog, spæl, læring og trivnað. 

 

Sertænastur

Ein framkomin kommuna skal veita allar neyðugar tænastur og hjálp til sínar borgarar her í nærumhvørvinum. Eg haldi, at tað hevur týdning at vit eru sjálvbjargin og hugsa lokalt, og at vit her á staðnum duga at brúka okkara egna kunnleika á øllum økjum. Hetta vil økja um trivnaðin á okkara arbeiðsplássum, men sanniliga eisini betra um lívsgóðskuna hjá okkara børnum og ungu í gerandisdegnum. Landspolititiskt eiga vit at desentralisera fleiri øki. Og eg vil arbeiða fyri, at øll hjálp og sertænastur til norðoyingar verða veittar her. Skjót hjálp er eisini góð hjálp!

 

Skapa vit góðar upplivingar og tryggar umstøður á staðnum, fara okkara børn og ungu eisini at velja sín heimstað sum sín bústað í framtíðini. 

 

Vinarliga

Annika S. Biskopstø

Lýsing
Seinastu tíðindini
ABC fara til forhandl­ingar í morgin
Hópfígging til telduspælið Beyond the Py…
Fyrsti heimadystur hjá KÍ-kvinnum
KÍ-arnir fingu høvuðsleiklutir í San Mar…
Sjálvstýris­flokku­rin hevur djúpar røtur…
Páska­stevna í Eysturoynni
Hesir byrja ímóti San Marino
Bjargingarbátur rekur til Føroya  
Fólka­floksháborgin er á Viðareiði, Miðfl…
Nýggja forkvinnan í MEGD ynskir samstarv
Beinir kann aftur gerast yngstur – so nó…
Høgni stórur FM favorittur
Skeið innan spreingitøkni styrkir trygd…
Eftirbátu­rin, ið dragnar
Deyðbóltsstøða avgjørdi í Sveis
Earth Hour í Klaksvík
Jákup og Dávid byrja inni í kvøld
Soleiðis eru ymisku økini í landinum umb…
Javnaðar­flokku­rin tapti Havnina
Aðalfundur hjá Landsfelag Pensjónista