Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fýra mál og trý kolldømd mál í tryggum KÍ-sigri

SKRIVAÐ: Jákup Ósá - Myndir: Oliver Joensen  |  25.10.2020 - 17:47 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

ÍF argaði KÍ í ein hálvleik, men í seinna hálvleiki var bara spurningur um, hvussu stórur sigurin hjá KÍ bleiv.

Tætt er millum dystirnar og tí bleiv hópurin hjá KÍ brúktur til dagsins dyst. Tað spælir ikki altíð so væl av at brúka leikarar uttan dystarvenjing og tað gjørdi tað ikki hesaferð. Tí KÍ fekk ikki ordiligt tak á dystinum fyrr enn tríggjar útskiftingar - ein í fyrra hálvleiki og tvær í hálvleikinum - blivu gjørdar. ÍF var á odda 1-0 í hálvleikinum og tá hevði eitt verjukent ÍF-lið lisið væl uppá, so at KÍ álopsspælið var væl lisið av og tí bleiv tað sjáldan heilt vandamikið. Bæði liðini høvdu tó onkrar møguleikar at skora afturat tí eina málinum, ið kom í fyrra hálvleiki.

Í seinna hálvleiki var stórur munur á liðunum. KÍ fekk fýra mál og kundi fingið tað tvífalda. Í dystinum fekk KÍ trý kolldømd mál, sum ónøgd var um í onkrum føri. Hinvegin fekk KÍ sítt fyrsta brotsspark í fleiri mánaðir, og tað vóru ÍF-leikararnir misnøgdir um.

4-1 gjørdist úrslitið og KÍ fekk síni væntaðu stig. Komandi tveir dystirnir vera avgerandi fyri silvur-dystin, har KÍ á útivølli møtir Víkingi og NSÍ.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Gleðiliga jólasøku
Opið hús á KG leygar­dagin
Nýtt skip í føroyska flotan
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Frískt Lot: - Vit eru spent at sleppa í…
Ótrúlig fakta: Messi og Ronaldo skora vi…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar til Andorra
Myndarøð: Íslendska forsetafrúan vitjaði…
Unga sildin kemur seg í Norð­urhøvum
Upptakt: NSÍ-KÍ
- Tað gongur ordiliga væl!
100 ára føðingardagur hjá Amandu
KÍ vitjar besta heimaliðið í ár
Paz letur upp kokkteylbarr
Ein trúgvur KÍ’ari er farin
Hans Arni og Marion – mikukvøldið í Bete…
Prógvhandanin hjá Tøknibreyt­ini verður ú…
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum
Spurnarkapping: Vinn krúss og fótbóltsbl…
Mylnuhúsið savnaði pengar inn til Team R…