Lýsing
Lýsing
Lýsing

Matpakkar, mjólk og barnabløð

SKRIVAÐ: Annika S. Biskopstø  |  06.11.2020 - 17:00 Kommunuval 2020 Politikkur

Hví so nógv óneyðugt roks og stríð av smátingum, ið vit sera lætt og at kalla kostnaðarfrítt kunnu loysa saman?    

Vit brúka nógvan pening uppá at byggja skúlar og barnagarðar. Og nú verður eisini tosað um eitt spæliland her í Klaksvík. Øll eru vit glað fyri okkara nýggja og fína skúla, men hvussu er við skúlagarðinum, har børnini helst skulu vera í fríkorterinum? 

Soleiðis hevur søgan hug at endurtaka seg. Fínt skal tað vera. Men tað er eitt stórt MEN.

Í nógvum spennandi verkætlanum gloyma vit tað týdningarmesta. Tað sum alt í veruleikanum snýr seg um. Okkara kæru børn. Ja, hvør er tann sanni tørvurin. Tað sum ger, at vit trívast og mennast. Og at familjunar her í Klaksvík fáa ein lættari og kanska eisini rættari gerandisdag. 

Tað undrar meg, at vit í kommuni á hádegi ikki klára at bjóða okkara børnum, sum eru í barnagarði og skúla, góðan og sunnan mat, og harafturat mjólk ella vatn at drekka afturvið. Vit skriva hóast alt 2020. Og umstøðurnar í skúlanum og á flest øllum ansingarstovnum eru í dag til eina nógv meiri tíðarhóskandi matskipan.

Hetta nýtist ikki at kosta Klaksvíkar Býráð pengar. Kanska tvørurímóti. Og sum foreldur og borgari í býnum, haldi eg, at vit snøgt sagt ikki hava ráð at lata vera.  

Okkara børn skulu sjálvandi fáa rættan og heilsugóðan kost hvønn dag. Tað er í barnaárunum, at vit tilleggja okkum góðar og sunnar vanar. Tað er fyri at kunna hugsa og virka í lívinum.     

At okkara børn eta sunt, kenna seg mett og væl sett í barnagarði og skúla, er eitt tilboð, sum vit skjótt kunnu semjast um.

At eta saman er nakað sum styrkir samanhaldið í flokkinum. Tað skal vera ein góð uppliving. Og ikki, sum so mangan, ein heldur tilvildarligur matpakki, sum pápin ella mamman gjørdu í skundi, áðrenn familjan mátti frá húsum.

Tann góða felags máltíðin kann eisini vera eitt gott høvi at hjá læraranum og pedagoginum at geva sjálvum matinum nøkur orð á vegnum. Ella at spyrja inn til, hvat gott kantinan í dag hevði at bjóða. Vit búgva í einum uppalandi samfelagi. Og frá barnaárum av skulu vit gerast tilvitaði um góðsku, kostnað, føðsluvirði, matoysl og hvørji evni oftani verða brúkt fyri at tann maturin, ið vit eta, skal halda sær sum longst. Hvat er økologisk ella ikki. Og hvat beinleiðis ósunt og skaðiligt fyri likamið.

Tað, tú etur, tað verður tú. Eg minnist væl hesa plakatuna, sum helst hevur hingið í nógvum heimum. Kanska er tað ikki so galið. Men kortini ...  

Men tað er nátúrlig, at vit tosa um kaloriur, vitaminir og forbrenning. Og at vita hvaðani maturin kemur, er ein grundleggjandi lærdómur. Lívfrøðin, landafrøðin og støddfrøði er ein partur av somu søk. Óansæð um talan er um egnan rabarbugarð, eplir, sum eru velt í Føroyum, danskan grís ella spanskar tomatir.

Fyri nógv foreldur hevði tað komið væl við at fingið eina eyka løtu saman við børnunum um morgnarnar, áðrenn tey skulu í barnagarð og skúla, vitandi at matpakkin var í góðum hondum – og at børnini ikka fara at ganga svong ella tyst í gjøgnum dagin. Og at tey ikki nýtast at hava pengar við fyri keypa sodavatn ella kips í skúlatíðini. Ella um tú hevur minst til mjólkapengarnar.   

Reint, kalt og sóttreinsað vatn eiga vit ríkiligt av her í Klaksvík. Og mjólkin er orkugevandi og góð hjá børnum í vøkstri. Tað meini eg, at vit kunnu lesa á hvørjum mjólkapakka.

So hví skulu foreldur og lærarar roksast við mjólkhald? Ùtfylla pappírir og krossa av fyri, um barnið skal drekka mjólk mánadagar, men ikki fríggjadagar? Núverandi  skipan, har barnið teknar seg fyri at fáa skúlamjólk útflýggjaða, og hetta, at vit taka pengar inn frá familjum til eina púra óneyðuga mjólkaskipan, er nógv dýrari at umsita, enn tann mjólkin, ið børnini í skúlatíðini vilja hava ella orka at drekka.   

Og sama avoldaða skipan er við barnablaðnum. Hví skulu børn biðja foreldrini um 200 krónur fyri eitt árshald av skúlablaðnum Strok, sum roynir at koma út til ØLL skúlabørn við mennandi, viðkomandi og undirhaldandi lestnaði.

Hetta er fullkomiliga misskilt! Tað skal ikki munur gerast á børnum. Hvør, ið hevur ráð ella fær stundir til tann besta matpakkan, at halda mjólk ella keypa barnablaðið.

Lyftini til býráðsvalið kunnu vera mong. Og eisini eitt sindur óverulig. Men ókeypis mjólk kemur ikki at kosta meiri enn 200 krónur fyri tað einstaka barnið. Barnablaðið nakað tað sama. Og heilsugóðan kost til øll børn í vøggustovu, barnagarði og skúla, er ikki ein spurningur pengar. Tað er meiri eitt skilagott og heilsugott átak. Vit tosa ikki um stórar útreiðslur. Okkara børn skulu kortini so ella so fáa eitthvørt at eta ella drekka. Men góðar og rættur kostur í barnagørðum og skúlanum gevur røttu orkuna til góða innlæring, spæl og gott samanhald í flokkinum.

Ja, argumentini eru helst fleiri.  Og hugskotið er ikki at frátaka foreldrum rættin at smyrja matpakkar til síni børn.  Men eg vil arbeiða fyri einum tilboði, sum eg veit nógv foreldur og børn ivaleyst verða glað fyri. Sjálv eru ikki serfrøðingur á økinum. Men hetta er bara eitt mínum hjartamálum. Og nakað, sum eg lovi heilhugað at seta í verk, um fólk sýna mær álit og eg verði vald inn í býráðið.

Tí eg vil fegin vera ein røddin hjá barnafamiljuni.

Annika S. Biskopstø, velevni fyri Tjóðveldi, listi E     

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
1. deild kvinnur: Mjølnir spælir finalu…
Fráfaringarguds­tænasta í Christianskirkj…
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni