Lýsing
Lýsing

Norðoyingar standa saman – onga kollvelting

SKRIVAÐ: Frímund Hansen  |  08.11.2020 - 17:54 Kommunuval 2020 Politikkur

Hvat eru bæði klaksvíkingar og norðoyingar kendir fyri? Um vit hyggja at, hvussu onnur síggja okkum, so er fyrsta svarið uttan iva sum lokalpatriotar. Og tað skulu vit bara vera stolt av. Samanhaldið millum okkum borgarar í Klaksvíkar kommunu og norðoyingar annars ger okkum til nakað serligt í føroyskum høpi. Vit eru ikki býtt sundur í “vit” og “tit”, men standa saman – úteftir. Lat okkum eisini gera tað inneftir.

Framburðurin í Klaksvíkar Kommunu er ikki minst orsakaður av hesum samanhaldi. Vit standa saman um eitt felags fótbóltsfelag fyri allar Norðoyggjar. Vit standa saman um okkara sjúkrahús, okkara lokalu avís, lokala bryggjaríið, lokala peningastovnin og so framvegis. Og vit standa saman um vinnulívið í Klaksvík. Lokala vinnulívið stuðlar borgarunum og borgararnir stuðla lokala vinnulívinum. Og hetta hevur uttan iva gjørt, at har líknandi virksemi aðrastaðni í landinum hevur mugað snarað lyklinum um, hevur virksemið í Klaksvík ikki bara yvirlivað, men í nógvum lutum verið fremst á sínum øki í landinum.

Kommunan er í dag væl fyri, tó at ávísar ábøtur eru neyðugar at gera, serliga viðvíkjandi betri stýring av projektum og tí fíggjarliga av tí og meira innliti og gjøgnumskygni til borgaran. Tað er hvørki neyðugt ella ynskiligt við nakrari kollvelting, og eg ivist ikki, at um tað skal vera, so fer at bera væl til at fremja neyðugu ábøturnar saman við teimum, sum manna núsitandi býráð. Eru tey opin fyri samstarvi um tað, skal tað ikki skorta við vilja frá okkara síðu.

Vit mugu eisini standa saman um teir almennu stovnarnar í kommununi, hóast teir ikki sortera undir kommunala geiran. Kommunan hevur framvegis sín stóra leiklut, ið er at skapa karmar, veita lendi, sparra og vera í dialogi við stovnarnar. Eisini skulu vit royna at fáa fleiri stovnar og meira alment virksemi til næststørsta býin í landinum, tí allir hava teir verið sólskinssøgur. Klaksvíkar Sjúkrahús er helst hjartabarnið, men eisini Sjónám, Húsarhaldsskúlin, Tekniski Skúli og deildirnar av størri stovnum eru í dag funktiónir, sum ongin okkara hvørki kann ella vil vera fyriuttan.

Her skulu vit menna verandi karmarnar til almennu stovnarnar og gera tað attraktivt fyri fleiri at koma til Klaksvíkar. Ítøkiliga skal Klaksvíkar Sjúkrahús fyrst hava betri kringumstøður, atkomuviðurskifti og parkeringsmøguleikar. Hesar eru vorðnar ótíðarhóskandi fyri eitt framkomið, vitanartungt og borgaravent sjúkrahús, og farast skal í gongd beinanvegin eftir valið. Hetta er eitt mál av mongum, har tað er óhugsandi, at vit ikki kunnu standa saman um tað.

Tað er samanhaldið, ið ger Klaksvíkar Kommunu bæði sterka og serliga. Eftir býráðsvalið ætlar Fólkaflokkurin at føra ein savnandi kommunupolitikk, har uppskot, ið eru til gagns fyri trivnað, borgara og kommunu ikki skulu fellast, bert tí at tey koma frá andstøðuni. Koma vit sjálvi í andstøðu, fara vit á sama hátt eisini at vera konstruktiv og taka undir við teimum samgonguuppskotunum, ið eru til gagns fyri lokalsamfelagið.

 

Ynskir tú at samanhaldið, ið eyðkennir klaksvíkingar og norðoyingar í øllum øðrum lutum, eisini skal síggjast í býráðnum, so gev mær og Fólkaflokkinum tín stuðul tann 10. november.

 

Frímund Hansen, valevni fyri Fólkaflokkin til býráðsvalið í Klaksvíkar Kommunu

Lýsing
Seinastu tíðindini
Páll A. Klettskarð elskar stóru dystirna…
Afturvend­andi avbjóðingar­nar mugu loysas…
Flogbóltur: U 17 liðini til EM-kapping í…
Myndir frá KÍ - B36
Video: Tá føroyameistaraheitið hjá KÍ bl…
KÍ kvinnur­nar Føroyameistarar 2021
Klaksvík – eitt portur til Evropa
KÍ-kvinnur­nar fáa FM-steypið í dag
Upptakt: KÍ-B36
KÍ vann seinast, men vanliga stendur B36…
Unglingar settu eld á rúsur
Mánakøka (Kina)
HB spælt uttan lógligan venjara – sleppu…
MEGD 40 ár
Vit mugu verja Bústaðir
Stutt Flutt Føroysk Framleiðsla  
Bob Sumareh er toppskjútti í topp 5 dyst…
Veðrið um vikuskiftið
Vit síggjast við Djúpumýru
Norðlýsið á gøtuni