Lýsing
Lýsing
Lýsing
Annika S. Biskopstø, valevni | Mynd: Valplakat

Vón og inklusjón

SKRIVAÐ: Annika S. Biskopstø  |  09.11.2020 - 19:59 Kommunuval 2020 Politikkur

“Okur norðoyingar”, so segði einaferð ein kendur suðuroyingur í Klaksvík. Orðini hjá amerikanska forsetanum, John F. Kennedy, “Ich bin ein Berliner”, fóru um allan heimin.

Millum fjøllini skal tað vera vítt til veggja og høgt til loftið.

Øll skulu føla seg vælkomin til Klaksvíkar. Ja, eisini at búseta seg her. At festa røtur. Vit eiga at vera rúmlig og innbjóðandi.

Tí hvat er Klaksvík uttan tilflytarar, og hvat er Havnin uttan klaksvíksingar? Soleiðis kunnu vit halda fram.

Tíðirnar broytast. Men framvegis búgva vit í einum náttúruvøkrum staði. Í einum góðum býi. Fiskivinnan er okkara álit. Vit eru øll í sama báti og stevna inn í framtíðina.

Eg veit, at uttan sterka vinnu og gott handilslív, verður hvørki samfelagslig menning ella gróður. Men tað er ítrótturin, tónleikurin og listin, sum fáa okkum á flog. Tað er okkara heimavøllur, tann góði skúlin og hurðin út í heim, sum ger okkum vitborin og letur upp dyrnar til eitt ríkandi lív. Og tað vil altíð vera nattúran sum gevur okkum megi. Sjálv eru vit at kalla onki. Saman eru vit nærum alt. Klaksvík flytur seg framá. Og ein fjølbroyttur býur krevur fólk við ymiskum dygdum og førleikum.

Í 2020 sleppa vit ikki undan orðum sum nýhugsan og nýmentan.

Størri enn ríkidømi úr jørðini og havinum, eru evnini og tilfeingið hjá tí einstaka menniskjanum. Tú og eg.

Vit hava í dag ongar trupulleikar av tilflyting. Tvørurímóti. Fólk, ið velja at seta búgv í Klaksvík, kennast sum ein fongur fyri lokala samfelagið.

Arbeiði og bústað tørva vit øll. Vit skulu ikki vera bangin fyri at hugsa nýtt. Lurta eftir teimum, sum hava nomið sær lærdóm og royndir. Vit skulu síggja møguleikarnar í fólkinum á staðnum. Vit hava ikki ráð at lata vera. Allar góðar kreftir skulu til verka og gera tað tey antin tíma ella duga best.

Vit skulu síggja margfeldni sum er rundan um okkum. Saman leggja vit lunnar til alla góða menning og mentan. Og til veruligan trivnað í kommununi. Brúk er fyri tær og mær.

Í dag og í framtíðini.

Gott val!

Annika S. Biskopstø

Valevni fyri lista E

Lýsing
Seinastu tíðindini
Drama í Sambands­flokki­num
Fríði Sigurðsson settur sum nýggjur stjó…
Eldri systkin vísa veg – byrja dagin við…
Ein túrur á seiðabergi
Send okkum gjarna tíni hugskot!
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Jan vitjar Norðlýsið
Jákup og Niclas vitja Norðlýsið
Vísindavøka á ferð á Klaksvíkar Bókasavn…
Kunningarfundur um kirkju­ráð­sarbeiði
14 ár síðani tveir heimadystir á rað utt…
Set sjúklingin í miðdepilin
KÍ-álopspartu­rin haltar í løtuni
KÍ - Víkingur (0-0)
Norðlýsið blaðið í gerð
Tunnilsgjaldið eigur at endur­skoðast
Reyni Service í Klaksvík 20 ár!
Fullsett altjóða ráðstevna um sjótrygd o…
Nú má farast undir at skipa fyri FM skil…
Fólka­atkvøðan var "einans vegleið­andi"