Lýsing
Lýsing
Lýsing
Nógvur vindur fríggjakvøldið, allan leygardagin og fyrrapartin sunudagin. Ættin fríggjakvøldið er útsynningur ella útsynningur-sunnan; leygardagin og sunnumorgunin vesturætt. Mesti vindurin er á midnátt fríggjakvøldið - um 25 m/s av útsynningi. | Mynd: Undirritaði

Illveður um vikuskiftið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  18.11.2020 - 14:17 Tíðindi Veðrið

Eitt djúpt lágtrýst fer at seta sín dám á veðrið í vikuskiftinum.

Enn er lágtrýstið langt frá Føroyum. Á middegi í dag var tað statt nakað eystan fyri eysturstrondina í USA - einar 2500 fjórðingar frá okkum.

Tað ferðast ímóti okkum og fer ímillum Føroyar og Ísland seint fríggjakvøldið. Tað fer víðari og er væntandi statt yvir Lofoten og Norðurnorra leygarkvøldið.

Mesti vindurin kring lágtrýstið er sunnan fyri miðjuna. Tað er júst hesin parturin av lágtrýstinum, sum fer at leggja seg yvir Føroyar seinnapartin fríggjadagin og verður liggjandi líka til á middegi sunnudagin.

Nýggjastu veðurvánirnar fyri vikuskiftið í sambandi við hetta lágtrýstið eru, at tað fer at regna á middegi fríggjadagin, ættin fer úr suðuri yvir í útsynning-sunnan, og miðalvindurin fyri landið fer at veksa.

Tað fer at slíta í langt út á seinnapartin, og vindurin veksur enn meiri. Á midnátt eru 25 m/s av útsynningi ella útsynningi-suðuri. Hetta sær út til at vera løtan við mesta vindinum hesaferð – also á midnátt fríggjakvøldið og 2-3 tímar fram í leygarnáttina.

Nakrar tímar eftir midnátt minkar miðalvindurin niður í 18 til 23 m/s, ættin fer upp í vestan og fer at liggja har til leygarkvøldið. Tá fer ættin at sníkja seg upp ímóti útnyrðingi. Sama vindferð.  

Ikki fyrr enn fram ímóti middegi sunnudagin fer vindurin at minka.

  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…
Flogbóltsmenni­nir vunnu á Norð­urírlandi
Nevndin í Stjørnuni hevur skipað seg
Fullveldis­politikkur og vantandi viðlíka…
Skulu skapa fleiri kjansir
Knit in Public - Klaksvík
Tá menn gerast pápar, broytist meira enn…
Frits í stýrhúsrúti­num á Lisshøvda undir…
Menniskjansligt ríkidømi
Oljuleiting her og nú!
Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu
Felagið Føroysk Bygdarsøvn
Stjørnan styrkir venjaratoymið
ASC - arbeiðstíð og tørvurin á einum fak…
Norð­urlendsk fakfeløg fyri undirvísarar…
Amnesty opið hús á mentan­arnáttini
Útilív í góðveðrinum