Lýsing
Lýsing

Signhild og Gunvá stavn um stavn – Tjóðveldi dragnar

SKRIVAÐ: Jákup Ósá og Jóhann Lützen  |  22.11.2020 - 13:40 Politikkur Tíðindi

Hyggja vit at kommunuvalúrslitunum seinastu tjúgu árini, so eru tað serliga tvey ting, sum stinga í eyguni. Annað er partapolitiskt og hitt kynspolitiskt.

Kynspolitiskt hava vit serliga tvær sterkar kvinnur í Klaksvíkar Býráð, sum skara framúr og liggja skutin framman fyri hinar. Partapolitiskt ella flokspolitiskt er Javnaðarflokkurin veru­liga við at taka seg fram, Fólkaflokkurin konsoliderar seg, Sambandsflokkurin stendur í stað, Sjálvstýrið sveiggjar ógvusliga og Tjóðveldið er fríum falli.

 

Signhild V. Johannesen met í atkvøðutali, Gunvá við Keldu lutfalsliga
Ongin kvinna hevur fingið líka nógvar atkvøður sum Signhild Vilhelmsdóttir Johannesen fekk til kommunuvalið í 2020. Hon fekk 319 persónligar atkvøður, ið svaraði til 9,2% av øllum atkvøðunum valdagin í 2020. Hetta eru 18 fleiri enn Gunvá við Keldu, sum endaði á 301 atkvøðum í 2012.

Úrslitið hjá Gunvá er framvegis tað besta fyri nakra kvinnu í Klaksvíkar Býráð nakrantíð, um vit rokna í prosentum, t.e. lutfalsliga. Hennara 301 atkvøður í 2012 vóru nevniliga 10,1% av øllum atkvøðum tað árið.

At tær báðar skara framúr er heldur ikki nakað upplop. Síðani 1992 og 28 ár fram, tað vil siga 8 val, er Gunvá við Keldu at finna 4 ferðir á topp-10 til kvinnulig valevni í Klaksvíkar Kommunu. Signhild V. Johannesen er 2 ferðir á sama lista. Hini fýra plássini hava Óluva Klettskarð í Tjóðveldi, Eyðgunn Samuelsen úr Javnaðarflokkinum og Elsebeth M. Gunnleygsdóttir og Jóhanna Christiansen úr Fólkaflokkinum, ið allar figurera eina ferð á topp 10.

2020 besta árið hjá Javnaðarflokkinum og vánaligasta árið hjá Tjóðveldi hesa øldina

Verður hugt at at valunum hesu megin aldarskiftið, t.v.s. frá 2000-2020, so er skjótt at gera sær niðurstøðuna, at Fólkaflokkurin er og verður tann sterkasti flokkurin í Klaksvíkar Kommunu. Hann liggur javnt og samt kring 1/3   av atkvøðunum, er onki ár niðanfyri 30% og hevur okkurt árið (2008 við 41,4%) verið omanfyri 40%. Í ár fekk hann 36,7%, ið liggur at kalla mitt ímillum valúrslitið frá seinast og metið í 2008.

Sambandsflokkurin er akkurát sama stað, sum hann byrjaði øldina við. Í 2000 fekk hann 9,2% av atkvøðunum, og í 2020 fekk hann eisini 9,2% av atkvøðunum. Hann hevur tó verið omanfyri 11% og niðanfyri 5%, men liggur vanliga soleiðis rættiliga stabilur har, tað vigar um eitt ella onki av teimum 11 mandatunum. Í ár rakk tað til eitt mandat, meðan onnur ár hevur flokkurin verið ov stuttur. Vánaligasta valið hjá Sambandsflokkinum var í 2016.

Javnaðarflokkurin gjørdi í ár sítt besta val hesa øldina. Hann fekk 18,8% av atkvøðunum í Klaksvík og tvey umboð. Seinasta og næstseinasta val lá flokkurin í einum aldudali undir 15 prosent, men hevur nú sveiggjað seg upp aftur - og væl tað.

Sjálvstýri er tann flokkurin í Klaksvík, ið hevur nógv tey størstu sveiggini. Frá 10,2% í 2008 og heilt upp á 33,4% í 2016, har Sjálvstýrið gjørdi tað bragdið at vera einasti flokkurin, sum hevur fingið fleiri atkvøður enn Fólkaflokkurin. Munurin var tó ikki stórur – Sjálvstýrið fekk 33,4% av atkvøðunum og Fólkaflokkurin 33,2% tað árið.

Gongdin hjá Tjóðveldi í næststørstu kommununi í landinum má vera nakað, ið elvir til høvuðbrýggj í floksleiðsluni. Um aldarskiftið og beint aftaná, t.e. valini í 2000 og 2004, og aftur í 2012, var flokkurin heilt uppi í grannalagnum av ¼ av atkvøðunum í Klaksvíkar Kommunu. Men Tjóðveldi fekk eitt rættiligt katastrofuval úr 23,5% í 2012 niður á 14,2% í 2016, og afturgongdin heldur fram, hóast ferðin á henni er slakað nakað. Í ár fekk Tjóðveldi 13,7% og eitt umboð.

Smáir flokkar hava alla hesa øldina havt ilt við at fáa fótafesti í Klaksvík. Tó so, í 2000 hepnaðist tað so, at hóast 8,1% er minni enn 1/11, so eydnaðist tað Kristiliga Fólkaflokkinum at fáa eitt umboð tá. Tað var Hilmar Kalsø Danielsen, ið gjørdist býráðslimur við 86 atkvøðum – listin fekk 238 atkvøður. Men síðani tá er tað ongantíð eydnast nøkrum uttanfyri listarnar A-E at fáa umboð í Klaksvík. Miðflokkurin stillar vanliga ikki upp til kommunuval, og Framsókn hevur ikki stillað upp í Klaksvík fyrrenn í ár. Framsókn fekk tó bert 0,8% av atkvøðunum og var ongantíð í nánd av einum umboði.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…