Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ingálvur av Reyni endaði sálmasangin í kirkjuni

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  23.11.2020 - 16:14 Mentan Myndarøð Tíðindi

Nú 100 ár eru liðin síðani Hans í Mikladali varð føddur, listamaðurin Hans Michael Hansen, skipaði Norðoya Listafelag saman við Føroya Sjómannadegi og Klaksvíkar Kommunu fyri almennari stroyming, har Poulina Slættanes las upp um listamannin.

Síðani hevur Poulina fingið fleiri áheitanir um at leggja tekstin út á skrift. Tað verður við hesum gjørt her niðanfyri.

Vit leggja samstundis tvinnar myndir av grøvini hjá Hansi. Tað vóru tey bæði vinfólkini hjá honum, Líggjas í Bø og konan Hansina, ið løgdu blómur á grøvina á 100 ára degnum 14/11-2020.

Poulina Slættanes greiðir frá millum annað, at teir báðir Ólavur Hátún og Ingálvur av Reyni vóru og fylgdu Hans Hansen til gravar hendan illveðursdagin í Mikladali í mars 1970:

Hans í Mikladali

Í 1917 giftist ein - at síggja til - tilkomin kvinna úr Fossá til Mikladals. Tað er Jóhanna Olsen, ið gongur í hjúnarlag við mikladalsmanninum Hans  Michael Hansen í Beiti. Árið eftir bygdu tey hús í Rossaliða.

Tað ganga trý ár. Tá fáa hjúnini  ein son, ið tey kalla Hans eftir abbanum í  kalllegg. Hann gerst teirra einasta barn. Talan er tí um ein norðing burturav, sum   vit í dag góðskriva 100 árum. Føddur var Hans Hansen í Mikladali - ein sunnudag - hin 14. nov. 1920.

Hans fer í skúla hjá Marius Johannesen í 1926. Marius, ið ættaður var úr  Funningi, er nýútlærdur lærari og tekur við ferðalærarastarvinum á Trøllanesi og Mikladali. Kann nevna í hesum sambandinum, at undan Marius hevði Julianna Petersen, ættað av Húsum, røkt alla skúlagongdina í Kalsoynni í 13 ár.   

Marius hevur mangan nevnt, hvussu næmur hesin drongurin í Rossaliða var. Meinar, at eingin er farin úr skúlanum har norðuri so væl útborin sum Hans hjá Fossá Jóhonnu. Eitt árið minnist Marius, at skúlabørnini skuldu tekna sítt egna føroyakort. Tað var so mikið væl úr hondum greitt hjá Hans, at Marius gav honum besta karakter – eitt ug, sum tað kallaðist tá. Hetta áðurnevnda kort var á eini framsýning, sum var Hansi til minnis í desember mánaða í 1973.

Úr skúlanum fer Hans 14 ára gamal. Ikki stóð ungum dreingjum annað í boði tá enn at fara til skips mitt í tríatiárunum. Men longu eitt ár seinni hevur hann fingið nokk av sjólívinum og fer til Suðuroyar at læra til húsamálara. Hetta er hann ein úrmælingur til – at mála stovur og køkar upp og niður. Tað segðist um Hans, at hann málaði so vandaliga og dámdi væl at gera nakað eyka burturúr - sum til dømis at mála skreytlistar og bordar á hurðar og veggir.

Nakað, sum málarar løgdu seg eftir  at gera undir krígnum, var at æðramála. Tað dugdi Hans hendinga væl. Men Hans vil okkurt, sum er meira avbjóðandi við málingapenslunum.  Hesin ungi mikladalsdrongurin hevur viðføddar gávur sum fáur bæði andaliga og handaliga. Tað árið - hann er til skips, hevði hann málingaútgerð við sær umborð. Havi hoyrtt, at tá teir lógu inni, hevði hann málningar við sær í land at selja.

Kríggsárini er hann fyri ein part húsamálari í Íslandi. Har  gerst Hans  so hugtikin av íslendska listamálaranum Johannes Kjarval, - at hann fær hug at fara tann vegin, - miðar eftir listaleiðini. Tí fer Hans í 1949 til danska høvuðsstaðin at vita, hvussu liggur fyri at fáa eina byrjan uppá sína lívsleið. Har gongur hann  um kvøldarnar á tekniskúlanum hjá Bizzie Højer, har Ingálvur av Reyni og Ruth Smith frammanundan honum høvdu gingið. Hesa kvøldundirvísing fær hann í samfull fýra ár. Um dagin málar Hans upp og niður køkar og stovur í danska høvuðsstaðnum, meðan hann fyrireikar seg til Kunstakademiið.  Vanliga hugsa vit  um listafólk, at tey mangan eru so veruleikafjar og taka ikki lut í dagsins strevi og stríði. Men tað var øðrvísi  við Hans í Mikladali. Hann fylgdi við í øllum - bæði uppi á landi og til havs. Ja, sjálvt miðanøvn og ýtir á Norðhavinum hevði Hans uppskrivað.

Hans er á Kunstakademinum frá 1953-1957. Hesa tíðina hevur hann eisini fingið áhuga í fresco- og mosaikklist umframt vanligari blýantstekning og oljumáling.  Hetta vóru ótráddar gøtur hjá einum føroyingi. Tí fer hann til Italia fyri at fáa betri innlit og fatan í tann

teknikkin. Tá Hans kemur heimaftur,  fer hann undir sítt virkna lív sum listamálari burturav.  Hann málar andlitsmyndir av mikladalsfólki - og so allar bíleggingarnar, fólk hava biðið um.  Landsløg og fólkalívsmyndir eru at síggja á listaframsýningum  hjá mikladalsmálaranum bæði í olju, blýanti, fresko og mosaikk. Ummælini, Hans fær í bløðunum,  eggja honum til at halda fram við góðum treysti.

Í 1958 eru Hans og Ingálvur av Reyni námsferð í París. Teir høvdu so nógv felags og vóru góðir samstarvsfelagar á listaleiðini. Vinskapur teirra rakk til tað seinasta. Javnaldrar vóru teir, báðir føddir í 1920, men Hans knappan mánaða eldri.

Men Hans er farin at hava ein tvørligan fylgisneyta. Heilsubrek eru  farin at gera vart við seg, og stúrin gongur hann til stokkutan sjúkrabata. Hann hevur keðiliga krabbasjúku at stríðast við, ið nervaði hann bæði krops- og sálarliga.

Í 1961 fær Hans eitt avbjóðandi   verkevni at fáast við, sum hann gongur miðvíst upp í.  Tað er, tá nýbygningurin á Føroya Fólkaháskúla stendur liðugur. Í millumgongini millum fimleikahøll og skúlabygning  var ein berur, misháttur betongveggur.   Tað var so líkatil hjá Marius Johannesen, ið nú var háskúlastjóri, at spyrja Hans, um hann kundi umskapa henda bera og ráa vegg til okkurt vakurt og listakent. Hans er nú búsitandi í Havn, og hugaligur fer hann til verka. Nú skal hann gera skreytlist í fresko. - Løtan var komin at royna seg at ganga undan  - ganga frá tí siðbundna.

Hann vil vera nýskapandi í tí føroyska  listalandslagnum. Tá Hans var í Norðuritalia, fekk hann eitt breitt og haldgott innlit í freskomálningin umframt mosaikklistina. Hann hevði so góðan hug at gera skreytveggir, og nú var eitt gylt høvi at mála í fresko. Til hetta krevst neyvt og vandaligt handalag. Fyrst skal kálkblanding smyrjast upp á eitt petti av tí, sum málast skal. Ikki ber til at hava ov nógv fyri í senn. Tað skal málast, meðan tað enn er vátt, og er man ikki nøgdur, má alt

skavast burtur av aftur. Hann velur at býta veggin í trý myndevnir, ið hanga saman. Men úr føroyska landslagnum skal tað vera. Hann myndar øðrumegin fiskivinnuna, skip, neyst og bátar á floti. Miðmyndin er føroyska bygdalagið, har heimbygdin norðuri í Mikladali er íblásturin og uttast er landbúnaðurin við seyði og tað, sum rørist har.  Prýðiligur  var veggurin, tá man kom inn í høvuðsdyrnar, reinur og í skærum litum. Men tíverri var laðaður lekkasteinur  innanfyri, so at fuktur og væta elvdu til rivur í listaverkinum. Og tá forstovan var so árend, gjørdu ótangar seg inn á veggin og settu sjónskar skeinur í. Harmur royndi Hans eftir áheitan at bøta um skaðan, men ágangurin helt fram, og mugu vit bara ásanna, at sum høvuðsverk hjá Hans Hansen sær veggurin í dag lítið virðiligur út. Men tað frættist nú, at ábøtur eru á veg.

Annars helt Hans seg ongantíð vera nóg royndan innan sítt yrki og handverk. Tað lá honum tí nógv á hjarta at royna seg at leggja mosaikk, ið er kynstrið at mynda mynstur og skap við smáum, littum glaspettum, marmor ella tidnum. Hesar  smáu flísar skulu setast saman til eina heildarmynd. Mosaikklistin er elligomul, og hevur tað víst seg at vera sera haldbært afturímóti fresko. Listaverk úr mosaikki hanga á mongum listasøvnum í Evropa, og tey eru so heil og óskadd so aldargomul tey eru.

Hjá Hans var ikki annað at gera enn at leita suður til Italia -  til fornaldarbýin Ravenna at seta seg inn í arbeiðsháttin.  Býurin liggur í suðureysturhorninum av Poslættanum. Í býnum eru merkisverdar byggilistaligar kirkjur, ið prýddar eru við mosaikki. Hválv og kuplar eru prýdd við hesum littu glasbitunum, og sá Hans fyri sær avbjóðingar í  listagreinini. Hans hevði so stóran áhuga í tí søguliga og ikki minst fyri eldri listaverkum. Arbeitt við mosaikk hevði eingin  føroyingur frammanundan honum, og hjá Hans sá út til at liggja væl fyri.  Nærlagdur, tolin og vandaligur fer hann undir síni mosaikklistaverk og setir saman nøkur meistarliga góð avrik.

Jólaaftan  1969 sigur Marius Johannesen, at hann fór út á Reyn og beyð Hans heim í Grønulíð eina løtu til jólaaftanshald. Einki av nøkrum át hann, men vætti sær bert varrarnar.  Tá klokkuni nærkaðist midnátt, vildi hann sleppa út aftur til sín sjálvs at tendra jólaljósini í vindeygunum úti á Reyni, so sum hann plagdi at gera, tá ið hann var barn í Mikladali. Hetta vóru seinastu jólini, Hans sá tey glógvandi jólaljósini blaktra í gluggunum. Tímaglasið var við at vera útrunnið.

Av tí at ringa sjúkan beindi fyri so mongum ætlanum, lá mangt á láni millum sjúkraviðgerðirnar bæði heima og niðri. Hann hevði viljastyrki at skapa, um so heilsan nervaði hann nógv. Tá man kom á tal við Hans ta seinastu tungu tíðina, skilti man, at hann við sítt fulla vit bar

sína lagnu hóvliga. Seinastu ferð, Hans fer av landinum er  hann so ússaligur, at hann  ikki fekk tosað. Tað hann vildi siga, skrivaði hann niður, nú hann visti, at sær ikki beyð í bøtur. Ingálvur av Reyni og Hanus við Høgadalsá søgdu, at tað var ein friður yvir løtuni, tá Hans sjálvur  skrivaði niður, hvørji listaverk eftir hann, hann helt, vóru tey bestu. Tað bar ikki til longur hjá Hans at mæla eitt orð.

Í 1973 var framsýning í Listaskálanum við mongum av teimum, hann sjalvur helt vera síni bestu. Tað var ein minnisframsýning, ið Listafelag Føroya skipaði fyri.

Gávur til myndandi list hevði Hans Hansen sum fáur. Og listaskúlagongdina fekk hann góða umframt ferðing og innlit til aðrar mentanir fyri sunnan. Mikladalsmaður var hann altíð men við víðum útsýni. Hann vandaði sær nógv um síni avrik og um list yvirhøvur.

Hans doyr á Ríkissjúkrahúsinum 8. mars 1970 og er 49 ára gamal. Kistan kemur heim, tí eftir egnum ynski vildi Hans verða jarðaður undir liðini á foreldrunum. Í Havn kemur kistan umborð á Pride og verður sett undir hvalabakið. Tað nam sárt við okkum at síggja kistuna við Hans í Mikladali við einum navnaspjaldri á millum aðra frakt umborð fyri síðani at fara úr Klaksvík umborð á Barsskor norður til Mikladals. Ein einslig ferð hjá listamanninum, ið var einabarn og eingi átti sjálvur. Mamman var farin nøkur ár frammanundan.

Úr Mikladals kirkju varð Hans borin til gravar ein illveðursdag. Men tað eydnaðist nøkrum fáum í ringa briminum at stíga á land. Millum teirra, ið fylgdu, vóru Ingálvur av Reyni og Ólavur Hátún. Í kirkjuni spældi Ólavur undir sálmasangin, og Ingálvur sang fyri. Sjáldan høvdu tey hoyrt vakrari sálmasong sum henda illveðursdag. Brimið skolaði niðan á helluna og hvirlurnar struku í hæddunum norðuri í Kalsoyarfirði, meðan Ingálvur við síni stórbæru rødd endaði sálmasangin á grøvini hjá Hans. 

Eftir í minninum stendur mynd av manni, ið skapaði góða list, men sum vit mistu í bestu manndómsárum og alt ov tíðliga. 

Ein farri av einsemi sendir síni afturljóð á 100 ára degnum hjá Hans. Forðingarnar, sum í dag eru til samanhald, fáa ikki verið øðrvísi, nú ein hóttandi heimsótt nervar okkum. Men vit minnast henda gávuríka lista- og merkismann. Við hentleikum, ið eru gjørligir, ber til á henda hátt at minnast norðingin Hans Hansen,   sum flestu føroyingar av røttum kallaðu Hans í Mikladali.

Poulina Slættanes

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
1. deild kvinnur: Mjølnir spælir finalu…
Fráfaringarguds­tænasta í Christianskirkj…
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni