Lýsing
Lýsing
Lýsing

LÍV Fastogn gjørt avtalu um 18 nýggjar leiguíbúðir í miðbýarøkinum í Runavík

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  27.11.2025 - 13:13 Tíðindi Vinna

LÍV Fastogn hevur gjørt avtalu við Sp/f Bryggjuna um at keypa byggiverkætlanina til Lon 1 í Runavík, umframt at avtala er gjørd við Sp/f Jóan Petur Vang um at byggja leiguíbúðir fyri LÍV Fastogn.

 

 

Talan er um eina sera spennandi verkætlan mitt í hjartanum í Runavík, og verða tær 18 íbúðirnar væntandi klárar at flyta inn í á sumri 2027.

LÍV samtakið arbeiðir miðvíst við at gera íløgur innan leiguíbúðarmarknaðin í Føroyum, og er avtalan um íbúðarverkætlanina í Runavík enn ein liður í hesum arbeiði.

Hetta er triðja sjálvstøðuga íbúðarverkætlanin hjá LÍV Fastogn, og við hesi verkætlan verður LÍV Fastogn eigari av 104 leiguíbúðum í Føroyum.

Hetta er eitt neyðugt stig, tí sambært Búskaparráðnum er bústaðartrotið í Føroyum vorðið ein týðandi fløskuhálsur, ið er við til at forða fyri framhaldandi fólka- og búskaparvøkstri.

Á heysti 2026 verður møguligt hjá øllum at skriva seg á bíðilista. Grundað á, at íløgurnar eru gjørdar fyri eftirlønaruppsparing hjá kundunum hjá LÍV, fáa hesir eisini framíhjárætt til íbúðirnar.

LÍV Fastogn er partur av LÍV og ger íløgur í íbúðir og aðra fastogn í Føroyum. Endamálið er at spjaða íløgurnar hjá kundunum og samstundis tryggja, at eftirlønaruppsparingin kemur kundunum og føroyska samfelagnum sum heild til góðar.

Neyvari kunning um hesa og aðrar íbúðarverkætlanir hjá LÍV Fastogn er at finna á livfastogn.fo

Lýsing
Seinastu tíðindini
Karl: - Tað er lív í býnum
Ungur áleypari heldur fram
Fara fjallatúr seinni í ár
Noreg og Svøríki hava sent herfólk til G…
Føroysku U18 genturnar gjørdust nr. 2
Looknorth fer undir at byggja nýtt og se…
Arnbjørn: KÍ skal hava fleiri ungdómslan…
Útróðurin í dag
U18 dreingir­nir endaðu á 3. plássi
Tussj: Vit skulu víðari frá undankapping…
Stórt mannfall í KÍ frá byrjan
Borgar­stjó­rin vitjar Norðlýsið
Torradagar aftur á skrá
Búskapur í øllum: Hvør er meira verdur?…
Nakkur 3.500 pund
Ester Mikkelsen 70 ára føðingardag
KS: Tænastudeildin fær nýggjan leiðara
Heidi Sevdal til KÍ
Fólka­flokku­rin riggar til val?
Føroyar og Ísland gjørt semju um sínámil…